týsdagur 11. juli 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Stóra takk til tykkum øll ið gjørdu mær 75 ára
føðingardagin, sum bleiv hildin í EB-húsinum
tann 6. mai 2017, ógloymandi.
Takk fyri øll tit sum komu inn á gólvið, og takk
fyri gávur, blómur og heilsanir frá familju, vinum
og kenningum.
Takk til Signar í Homrum fyri góðan sang.
Stóra takk øll tit sum á ymiskan hátt hjálptu til og
gjørdu dagin so ógloymandi góðan fyri meg og
systkini.
Við ynskjum um eitt gott summar
Hans Pauli Jacobsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara
elskaði maður, pápi og abbi
Jens Pauli Petersen, Argir
f. 22.03.1955 d. 03.04.2017
doyði og varð jarðaður
Tøkk fyri góða umsorgan frá Heimatænastuni
og Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til sangarar, urguspælarar, klokkara
og Hera fyri góð og troystarfull orð.
Tøkk fyri kransar, blómur og minnisgávur
til krabbameinsfelagið.
Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Jens Paula
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
May-Britt, Bjarni, Heini, Eyðfinn,
Teresa og Brian
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum vóru
til jarðarferðina hjá elskaðu mammu, ommu og
vermammu okkara
Juttu Mortensen
22.2.1922-12.5.2017
Vit takka hjartaliga fyri blómurnar og kransarnar,
sum prýddu Vesturkirkjuna so vakurt.
Somuleiðis takka vit Hera presti, kirkjutænara,
urguleikara og vakra kvinnusanginum. Tit góvu
Juttu eina vakra og virðiliga jarðarferð, sum vit eru
sera takksom fyri.
Starvsfólk á Ellisheiminum og heimarøktarar fáa
somuleiðis eina stóra tøkk fyri, at tit vóru so góð
við hana.
Skyldfólki og vinfólki, sum so trúføst vitjaðu Juttu,
og settu sín serliga dám á dag hennara, takka vit so
inniliga.
Og tit mongu, sum vístu okkum samkenslu í
samtalum og skrivum, fáa eina hjartans tøkk.
Magnus, Tór og Anna Maja
Hanus, Turið Maria, Sólja og Jóhann
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum mongu, ið
gjørdu mær sjeytiáradagin so hugnaligan og
ógloymandi. Takk til tykkum, sum skipaðu fyri,
tóku tykkum av matinum og stákaðust í køkinum.
Takk fyri góð orð, sang og tónleik, heilsanir,
blómur og gávur.
Kajfinn Hammer
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymsan
hátt vístu samkenslu, tá okkari kæri maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi
Joen Pauli (Palli) Lamhauge
11. juli 1933 - 5. november 2016
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til heimasjúkrasystrarnar fyri góða
røkt og umsorgan ta tíðina hann var sjúkur.
Takk fyri góða móttøku tá vit komu úr
kapellinum og í kirkjuna.
Takk til Marjun í Kálvalíð fyri sera góð og
troystarík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk til kirkjukóri og sangarar,
fyri vakran sang í kirkjuni.
Takk fyri blómur og kransar og fyri
minnisgávu til Missiónshúsið.
Øll tit , sum bakaðu, og til tykkum, sum
stóðu fyri ervinum, veita vit eina hjartans tøkk.
Takk til tann stóra skara, ið fylgdi honum til
hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fam. vegna
Hallgerð
Joan, Herdis, Oddvør, Jákup Andreas,
Jens Martin og Fríðgerð v/ familjum
Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu, tá ið pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Julius Sørensen
F. 28.7.1924 – d.18.5.2017
andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkini á Vallalíð, sum vóru um hann
við umsorgan og hita teir síðstu dagarnar. Takk til
starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um
hann teir síðstu tímarnar.
Vit takka Hera Joensen, presti, fyri góð orð í
kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, urguleikara,
forsangarar og gravarar.
Familjunnar vegna
Jákup, Annika, Sonja og Pól