hósdagur 13. juli 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Fíggjarmálaráðið sigur, at miðjað verður í
móti at senda almenninginum kunning um
niðurstøðuna í skattamálinum í komandi
viku.
Seinastu mánaðirnar hevur Bárður
Larsen, løgfrøðingur, gjøgnumgingið
skattamálið hjá Eik. Hansara fremsta
uppgáva var at kanna, um Taks handfór
málið á rættan hátt.
Somuleiðis hevur hann kannað, um
Eik banki - nú Betri Banki - kunnaðu
skattamyndugleikarnar á ein nøktandi
hátt, tá ið biðið var um skattafrádrátt á 90
milliónir krónur.
Fíggjarmálaráðið, Taks og Betri Samtakið
vita, hvat stendur í frágreiðingini hjá Bárði
Larsen. Tað eru sostatt nøkur fólk, sum hava
innlit í, um Bárður Larsen mælir til at senda
málið víðari til fútan ella ikki.
Betri Banki skal eftir ætlan lata
Fíggjarmálaráðnum sína viðmerkingar í dag.
Hósdagin kunnu gjørdi Betri samtakið, at
stjóri Súni Schwartz
Jacobsen hevði sagt
seg úr starvi.
14. JULI 2017
Seinastu tíðina hevur føðideildin á
Landssjúkrahúsinum verið í andglettinum.
Bæði tí at stríð er um bygnað og leiðslu á
deildini, og tí stórur partur av ljósmøðrunum
hava verið sjúkrameldaðar. Onkursvegna
hanga hesi viðurskifti saman, tí vánaligar
arbeiðsumstøður og arbeiðsklima kunnu gera
fólk strongd og sjúk, og so býtur tað seg sjálvt í
halan, tí tá ið nógv starvsfólk eru burtur, verða
arbeiðsumstøðurnar vánaligar hjá teimum,
sum eftir eru.
Stríðið á føðideildini er gamalt – sigst verða
umleið 12 ára gamalt – og hevur í longri tíð
órógvað arbeiðsumstøður á deildini. Í ár hevur
støðan verið heilt kritisk, tí stórur partur av
ljósmøðrunum hava verið burtur frá arbeiði.
Aktuella stríðið bygdi á eina avgerð hjá
leiðsluni á Landssjúkrahúsinum um at gera
nýggjan bygnað fyri føðideildina, tí hildið
varð, at gamli bygnaðurin var ikki nóg góður.
Hetta setti av álvara eld í krúttunnuna, sum
sprongdist upp í andlitið á leiðsluni. Her er
líkt til, at leiðslan ikki hevur tikið eina nóg væl
umhugsaða avgerð, tá ið avleiðingarnar av
henni verða so álvarsamar og hava við sær, at
avgerðin verður broytt aftur.
Stríðið á føðideildini er eisini ein ósemja
millum fakbólkar – millum ljósmøður
og sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava áður
sæð líknandi stríð millum fakbólkar á
Landssjúkrahúsinum, og tað hevur meira enn
einaferð verið við til at seta sjúkrahúsið í ringt
ljós.
Ljósmøðurnar hava ført fram, at
arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum
hava verið ótolandi. Stjórin hevur sagt, at
støðan hevur verið óhaldbar. Og nú hava
sjúkrarøktarfrøðingarnir hug at siga, at
arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi.
Men fyrst og fremst er støðan ótolandi fyri
føroyskar barnakonur og føroyska samfelagið,
og nú má verða nóg mikið við hesum stríði.
Nú mugu partarnir seta seg saman og finna
ein haldbara loysn. Tað ber heilt einfalt ikki til,
at hetta stríðið skal halda fram, og nú mugu
fakbólkar, starvsfólk og leiðsla vísa ábyrgd
mótvegis barnakonunum.
Takið tykkum saman og finnið ein varðandi
loysn, har føroyskar barnakonur eru í
miðdeplinum!
Finnið nú eina loysn
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Niðurstøðan
almenn týsdagin
SKATTAMÁLIÐ
BARBARA 20 ÁR
- Fólk fingu 500 krónur um dagin fyri at
vera statistar í filminum, so hetta var ikki
nakað, fólk blivu rík av. Fólk vildu fegin
sleppa at siga, at tey vóru við til at gera
filmin Barbara, tað var løn nokk, sigur Nils
Malmros, nú hann bjóðar øllum statistum
og hjálparfólkum til endurfrumsýning av
Barbaru í Havnar Bio 28. septembur.
28. septembur eru 20 ár liðin, síðani
filmurin Barbara eftir Nils Malmros hevði
frumsýning. Væl umtókti filmurin, bygdur á
skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.
19.000 føroyingar sóu filmin, og í
Danmark sóu yvir 400.000 fólk filmin.
Nú eru so beint yvir 20 ár síðani, at
filmurin byrjaði at seta dám á Føroyar.
Nógvir føroyingar tóku lut í upptøkunum
og millum annað verður ein tøkk send
til teir 362 statistarnar í enda-rulluni á
filminum. Umframt statistarnar vóru eisini
nógv onnur hjálparfólk. Ikki færri enn 150
føroyingar vóru við og dansaðu føroyskan
dans, tá Fransafestin bleiv tikin upp í
Keypmannahavn.
Nú hevur Nordisk Film avgjørt, at bjóða
øllum statistunum, hjálparfólkunum, og
øðrum við, at síggja filmin aftur í heyst.
– Tíverri má eg siga, at tað er avmarkað
pláss í Havnar Bio og tí verður ikki pláss fyri
øllum statistunum. Tí verður tað “først til
mølle,” sum man sigur, sigur Nils Malmros,
sum í hesum døgum vitjar í Føroyum fyri 37.
ferð.
Malmros bjóðar
statistum í biograf
Les eisini blaðið
á telefonini
Vit ganga bara og
sløkkja eldar
Katrin Rubek Nielsen
Samrøða síða 12-13
Vóni at eg kann
vera góð fyrimynd
Manuel James
Delgado
Samrøða síða 6-8
Nú má verða nóg mikið við
stríði á føðideildini
Leikstjórin Niels Malmros bjóðar føroyingum í biograf