hósdagur 13. juli 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
4
Tú og ein vinur kjatta um at fara til
Mallorca at halda feriu. Knappliga
poppar ein lýsing fyri gistingarhús
á Mallorca upp í tykkara kjatti.
Soleiðis verður støðan á Messenger
samskiftisforritinum frá týsdegnum.
Facebook hevur avgjørt, at frameftir
skulu brúkarar av Messenger liva við, at
teir fáa lýsingar inn í sínar kjatttráðir.
Ein milliard fólk kring heimin brúka
samskiftisforritið Messenger, sum er
partur av Facebook-konseptinum.
- Tað er rímiligt, at Facebook skal
forvinna pengar burtur úr teirra
tænastum, tí tað kostar pengar at røkja
forritini, men spurningurin er, um
Facebook er við at blíva ov gramt, sigur
Torben Vognsen, ábyrgdarblaðstjóri á
tøkniblaðnum iNPUT, við TV2.
Hann roknar ikki við, at fólk fara at
gevast at brúka Messenger, hóast tey
nú verða órógvað av lýsingum, tá ið tey
kjatta.
- Brúkararnir fara fyrst at finnast at
broytingin, síðani fara teir at fyrigeva,
og síðani gloyma teir, sigur Torben
Vognsen.
Peningastovnurin Barclays Capital
metir, at Facebook fer at forvinna meiri
enn 70 milliardir krónur upp á lýsingar í
Messenger komandi trý árini.
27. juli fáa matstovurnar í høvuðsstað
num enn ein kappingarneyta, tá nýggja
burgarabarrinn HAPS letur dyrnar upp í
Klubbagarðinum.
Tað er Sigmund Mikkelsen, ið er
høvuðsmaður handan nýggju mat
stovuna, ið ikki fer í beinleiðis kapp
ing við núverandi burgerbarrir
í høvuðsstaðnum, ið selja
fastfood. Í staðin fer
nýggja burgarabarrin
at líkjast donskum
burgarabarrum sum
Halifax og Cock's &
Cows.
– Hetta er ikki
fastfood, men tað
vit kalla ein há
góðskuburgarabarr.
Tað verður nýmalið
og ordiligt oksakjøt, og
tað mesta verður gjørt
frá grundini, sigur Sigmund
Mikkelsen.
Miðað verður eftir at lata dyrnar
upp 27. juli.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Íslendingar hava ringar
royndir av Lava, og
tað sæst aftur í kvøld
Andstøðan heitir á
løgtingsformannin um
at seta kanningarstjóra
at kanna málið um
flyting av veiðiloyvum
Løgtingsins
Umboðsmaður finnist
at viðurskiftum á
Psykiatriska Deplinum
Víkingur fær javnleik
í fyrra Champions
League dystinum
ímóti íslendska FH
Súni Schwartz Jacobsen
fer frá sum stjóri
Betri samtakinum
MRCC sigur, at talið
av ferðafólki í neyð
er eksploderað
Frá 1. august og nakrar
mánaðir fram skal
Jógvan Páll Joensen
røkja starvið sum
chefpolitiinspektørur
í Føroyum
»Kæra«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk búðu í
Føroyum 1. juni
50.142
Í vikuni kom fram, at ein bólkur
av lærarum hava kært stjóran
á Glasi til mentamálaráðið. Í
kæruni finnast lærararnir at
arbeiðsháttinum og framferðini
hjá stjóranum. Stjórin sigur, at
hann harmast, at starvsfólkini ikki
vendu sær beinleiðis til hansara.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Sæð á Facebook:
Sjálvandi skal ein
føroyingur røkja starvið
sum løgregluovasti
Lítið lot 2-5 m/s av vestri, seinni
av suðri. Turt og nakað av sól. Hitin
millum 10 og 15 stig. Um náttina
veksur vindurin upp í 5-10 m/s av
útsynningi og vestri. Skýggjað og
regn av vestri, hitin um 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/S,
av útsynningi og vestri, um náttina
upp í 13 m/s. Skýggjað og regn,
men út á dagin ælaveður. Hitin um
dagin 10 stig, um náttin 5-10 stig.
5-10 m/s av vestri. Ælaveður,
men eisini sólglottar. Um náttina
mest turt og skiftandi skýloft.
Hitin um dagin 10 stig, um
náttina millum 5 og 10 stig.
2-5 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
Nú koma lýsingar
í kjattið
Havnin fær nýggja
burgarabarr
Um orðið sigur Sprotin
kæra-di s1/30
2 (løgfr.) seta fram klagu, skjóta (dóm el. úrskurð) inn fyri
hægri rætt (t.d. úr Føroya rætti inn fyri landsrættin), melda
Visti tú?
at í summar
ber Posta vanlig
brøv og lýsingar út
bert mánadag og
mikudag
Nýggja burgaramatstovan
fer at eita Haps
Nú fert tú at fáa lýsingar í títt kjatt í Messenger samskiftisforritinum
MESSENGER
MATSTOVA