mánadagur 17. juli 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 29 • 17. JULI 2017
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hallur av Rana
Mentanarnáttina lat ein nýggja café dyrnar upp
á Vaglinum. Paname Café er navnið á nýggju
kaféini, ið vestmenningurin Niels Brogaard á
Rógvu eigur saman við konuni Carinu Heinesen
á Rógvu.
Kaféin heldur til í tí endanum av Gamla
bókahandli, har Visit Tórshavn helt til áðrenn
tey fluttu niðan í Steintún. Tá eg stígi inn í
hugnaligu hølini fríggjamorgunin eru longu fleiri
fólk, ið hava funnið sær sess við eitt av teimum
mongu borðunum í hølunum.
– Fólk hava tikið væl ímóti kaféini. Her eru
bæði nógvir føroyingar og ferðafólk, og hava vit
longu nakrar fastar kundar, sigur Niels Brogaard
á Rógvu.
Gamal dreymur
Matstovuvinnan er ikki ein ókend verð hjá Niels
Brogaard á Rógvu. Eigarin er nevniliga útlærdur
kokkur úr Keypmannahavn, men starvaðist
mesta av síni lærutíð í Paris í fleiri av teimum
fínu matstovunum í franska høvuðsstaðnum.
– Serliga fyrsta árið var hart, tá eg ikki dugdi
málið. Men har var einki at gera, eg mátti bara
læra meg franskt. Eftir tað elskaði eg tað, sigur
Niels Brogaard á Rógvu.
Gjøgnum
næstu
fimm
árini
arbeiddi
vestmenningurin í høvuðsheitum í Paris, har
hann lærdi franska køkin at kenna, men hevur
yrkisleiðin eisini leitt hann til aðrar av heimsins
stórbýum, harímillum Beijing og London.
Gamal dreymur
Sum hjá so nógvum øðrum føroyingum í útlegd,
so fekk kokkurin hug at venda heim aftur til
klettarnar, og eftir nøkur ár sum kokkur umborð
á skipum, tóku hann og konan stigið til at byrja
sítt egna stað.
– Hetta er ein gamal dreymur, ið er vorðin
veruleiki. Eg havi altíð ynskt at havt mítt egna
stað, men tað er Carolina, ið er drívkraftin at fáa
tað upp á beinini, sigur Niels Brogaard á Rógvu.
Ikki óvæntað, so er kaféin merkt av tíðini hjá
eigaranum í Paris, og vitnar millum annað navnið
um hetta.
– Paname er franskt slang fyri Paris. Tað
stavar frá tretivunum, tá nógvir av íbúgvunum
gingu við panama hattum. Ein sangur bleiv
gjørdur um hetta, og tað hevur hingið við. So
tá míni fronsku vinfólk siga, at tey fara til Paris,
so siga tey, at tey fara til Paname, greiðir Niels
Brogaard á Rógvu frá.
Franski íblásturin sæst tó ikki bara aftur í
navninum, men ynskir eigarin at taka eitt sindur
av fronsku mentanini við á Vaglið. Kundar kunna
m.a. keypa franskar ostar og vín, og letur kaféin
upp fyrr enn flest onnur líknandi støð.
– Vit ynskja at skapa tann franska andan.
Hetta skal vera eitt stað, ið fólk vitja áðrenn
tey fara til arbeiðis fyri at drekka ein espresso,
og koma aftur eftir arbeiðið at njóta ein tallerk
við osti og eitt glasvín, sigur Niels Brogaard á
Rógvu.
Matskráin umfatar tó munandi meira enn
bara franskan mat. Nógv verður nevniliga gjørt
burturúr at gera mat á staðnum.
– Vit gera tað mesta sjálvi, og so baka vit
hvønn morgun breyð, bollar, kakur, gera crème
brûlée o.a. Tað einasta, ið vit ikki sjálvi gera
eru croissantarnir. Andin er franskur, men vit
avmarka okkum ikki til einans franskan mat,
sigur Niels Brogaard á Rógvu.
Frá gourmet matstovum
í Paris til Vaglið
– Vit ynskja at skapa tann franska andan. Hetta skal vera eitt stað,
ið fólk vitja áðrenn tey fara til arbeiðis fyri at drekka ein espresso,
og koma aftur eftir arbeiðið at njóta ein tallerk við osti og eitt
vínglas, sigur Niels Brogaard á Rógvu, eigari av Paname Café.
– Hetta skal vera
eitt stað, ið fólk vitja
áðrenn tey fara til
arbeiðis fyri at drekka
ein espresso, og koma
aftur eftir arbeiðið at
njóta ein tallerk við
osti og eitt glasvín.
– Hetta er ein gamal
dreymur, ið er vorðin
veruleiki.
– Paname er franskt
slang fyri Paris.