mánadagur 17. juli 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 29 • 17. JULI 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
BRANDUR M. NOLSØE
Stólurin
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Tryggur + sjálvstøðugur = priviligeraður
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Apple
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Tað er hvørja ferð góð vinfólk úr útlondum
tíma at vitja meg og mítt land
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Sikkurt ”Liverpool”
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM
HEILDINI
Onkur hevur skrivað, at eyguni eru
vindeyguni inn til sálina. Tað er
ein góð byrjan, óansæð kyn.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tónleikur
HVAT STRESSAR TEG?
Veit ikki hvat tað er, men altíð er tað har
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Alt í tapas formi, tað veri seg grind og
spik, ella okkurt luftturkað úr Spania
HVAT GLEÐIR TEG?
At tey nærmastu hava tað gott, og tónleikur
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Herfyri setti beiggi mín kaffi útá
fyri meg, so eg slapp undan at reisa
meg upp. Tað kom væl við
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Á skúlabonki
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Nógv við 60’ara elementum
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Universal heilsurøkt
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Nú fáa vit at síggja hvussu leingi
leðurjakkin fer at halda
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Tá tú ivast, spyr
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Kettu
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Tað er ilt at siga
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Sagt, at hatta var tað!
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Dalarnir og skørðini
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Í FØROYUM
Í Føroyum
EYGUNI ERU VINDEYGUNI INN TIL SÁLINA