Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 17. JULI 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VESTANSTEVNA Hesi seinnu árini hevur Smyril Line á hvørjum ári skipað fyri einum sonevndum gospeltúri, har tað er andaligur tónleikur, sum er á skránni frá morgni til myrkurs. Gospeltúrurin hevur verið væl umtóktur millum annað, síðani hann bleiv settur á føstu skránna hjá Smyril Line yvir sonevndar tema­ túrar, sum skipað verður fyri. Bæði konsertir og sangløtur Tað eru flestu av okkara sterkastu songkreft­ unum innan gospelsjangruna, sum fara umborð á Norrønu at framføra tann 20 august, tá ið gospeltúrurin er á skránni. Nevnast kunnu eitt nú Magni Christiansen, Svein í Prestgarði, Ólavur á Váli Olsen og Eyðun Jacobsen. Nógv tónleikanøvn eru á listanum, og tí eru nógvar konsertir eisini á skránni. Skipað verður fyri konsertum á vanliga staðnum umborð, sum er Naust, men eisini verða konsertir bæði í buffet­matstovuni, uttan fyri Taxfree Shopina og aðrastaðnis við. Alt er íroknað Smyril Line hevur gjørt eitt pakkatilboð uppá gospeltúrin, og tað eru pakkar, har allar máltíðir eru íroknaðar prísin. Tað vil siga, at í prísinum er morgun­matar­ buffet, frokostur í The Diner á miðdegi, og so er tað tann stóra buffetin um kvøldið. So ikki er fyri neyðini at ganga svangur, meðan man er umborð. Hjá teimum, sum vóru við á gospeltúrinum í fjør, og sum kanska ikki hava verið umborð á Norrønu síðani tá, er tað eisini forkunnugt at koma umborð aftur, tí tað eru stórar ábøtur og dagføringar gjørdar umborð á Norrønu síðani seinasta summar, so skipið stendur næstan sum spildurnýtt og klárt at taka ímóti ferðafólki. Tónleikur allan dagin á gospeltúrinum