leygardagur 16. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 198 - 16. oktober 2004
Nr. 198 - 16. oktober 2004
3
Fólkaheilsuverkætlanin í
Vági byrjaði fyri einum
mánaði síðani. Hvørt óns-
kvøld eru fólk møtt upp at
ganga/súkkla ella renna ein
túr í heimligum umhvørvi.
Undurtøkan má sigast at
hava verðið framúr góð.
Talið á teimum luttakandi
hevur verðið úr 30 til eini
60 og allir aldursbólkar
hava verið umboðaðir. Tað
sum helst er ørðvísi við
hesi fólkaheilsuverkætlan-
ini er at áðrenn hvønn túr
ónskvøld fáa fólk eitt gott
orð við á vegnum frá onkr-
um innan heilsuverki. Hetta
er ikki árligt tiltak, men
fólkaheilsuverkætlanin
varir í 13 vikur (til miðjan
desember). Hvønn leygar-
dag er ætlanin at sigla og
rógva við Grindabátunum.
Tann fyrsta leygardagin í
røðini vóru allir Grinda-
bátarnir flotaðir í sambandi
við Johannestevnuna. Tá
fólk eru liðug við fletting,
blóðmørar og sperlar verða
bátarnir væntandi aftur
flotaðir leygardag.
Nú er tíðin komin til at
ganga eftir varðagøtunum
av Ryskivatni til Fámjins.
Leygarmorgunin kl. 10:00
fer bussur av Kunningar-
stovuni í Vági (Gamli
skúli) niðan til Ryskivatn.
Gingið verður eftir varða-
gøtuni til Fámjins. Túrurin
er serstakur, á túrinum er
framúrskarandi útsýni vest-
antil á Suðuroynni, vónandi
er klárt í veðrinum leygar-
dagin. Túrurin verður rokn-
aður sum miðal at ganga og
tekur uml. hálvan annan
tíma.
Tá túrurin er liðugur
stendur bussur fyri gongu-
fólkunum í Fámjin og
koyrir tey til Vágs. Steðga
verður á Hotel Bakkanum
har tey sum vilja kunnu
keypa sær ein drekkamunn
og okkurt gott afturvið.
Fólkaheilsa:
Gongutúrur til Fámjins
eftir varðagøtunum
leygardagin
Myndin er frá gongutúri fyrr í ár
TÍÐINDASKRIV
frá Ættleiðingafelagnum
Ættleiðingafelagið skipar
fyri fundi fyri ættleiðingar-
foreldrum og øðrum áhug-
aðum sunnukvøldið tann
24. oktober. Á fundinum
verða tvey evni á skránni.
Tað fyrra evnið er sam-
leiki. Her fer Marianne
Wung-Sung, heilsusystur,
at greiða frá, hvørjar hugs-
anir ættleidd børn kunnu
gera sær um samleikan.
Hetta kann t.d. verða í
sambandi við, at barnið
byrjar á stovni ella í skúla.
Hvat kunnu foreldur og
onnur gera, fyri at stuðla
menningini hjá barninum?
Tað næsta evnið er
heilsa. Barnalæknin Hans
Trautner, fer at greiða frá
um kanningar fyri at fylgja
upp uppá heilsustøðuna hjá
barninum. Hann fer eisini
at koma inn á spurningin
um pubertetin, har fleiri
kanningar hava víst, at
nógv ættleidd børn koma í
kynsbúningaraldur á yngri
aldri enn onnur børn.
Fundarfólkið fær høvi at
seta spurningar og skifta
orð um evnini.
Fundurin verður sunnu-
kvøldið 24. oktober kl. 20 á
Pernassinum
á
Hotel
Hafnia.
Málbólkurin eru foreldur
at ættleiddum og vaksin
ættleidd. Onnur áhugaði
eru eisini vælkomin. Áhug-
að verða biðin um at tekna
seg í seinasta lagi miku-
dagin 20. oktober við at
senda
ein
t-post
til
adressuna
amp@post.olivant.fo ella at
ringa á tlf. 518328 ella
318328. Kostnaðurin er 50
kr. fyri hvønn.
Neyðugt er ikki at verða
limur í felagnum framman-
undan, men Ættleiðinga-
felagið vónar, at fleiri vilja
tekna seg sum lim ella
stuðulslim. Hetta kann ger-
ast við at gjalda á konto í
penigastovnunum: 300 kr.
fyri familjur, 150 kr. fyri
einstaklingar og 100 kr. fyri
stuðulslimir. Fleiri upp-
lýsingar um felagið eru at
finna á heimasíðuni
www.aettleiding.fo
Uppvøkstur og menning
hjá ættleiddum
C
M
Y
K
3
2