Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 17. JULI 2017 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Svenska lastbilaverksmiðjan Scania er komin á marknaðin við sínum nýggjasta modelli, sum teir nevna New Generation Truck. Í hesum sambandi eru tveir demobilar av nýggja modellinum komn­ ir til landið. Teir vórðu sýndir fram á einum stór­ um tiltaki, ið Berg Motors skipaði fyri í Bygd­ar­ húsinum í Hósvík. Umleið 120 fólk vóru savnað til hetta til­ takið, fyri tað mesta lastbilaeigarar og teirra starvs­fólk. Scania serfrøðingurin Ole Christian Jørgen­sen frá Scania greiddi frá um nýggju bilarn­ar, ið eru sera framkomnir við nýggjstu tøkn­ini. Stórur áhugi var fyri tiltakinum og nógv hava verið royndartúr við demobilunum. Í apríl 2017 keypti Faroe Ship tann fyrsta Scania av nýggja modellinum. Berg Motors hevur um­ boðað Scania síðan 1980. Fyrstu Scania í 1966 Fyrstu tríggir Scania lastbilarnir komu til Føroyar í 1966. Ein av teimum varð seldur til Nikkel Pet­ ersen í Runavík. Hann keypti bilin fyri líka yvir 70.000 krónur. Nikkel er í dag 83 ára gamal. Í sambandi við Scania vitjanina varð koyrt til Runavíkar, har Scania umboðið hitti Nikkel Pet­ ersen, sonin Rúna Petersen og abbasonin Kjart­ an Petersen. Mynd varð tikin av teimum saman við nýggjasta Scania lastbilinum. Eisini høvdu teir myndir av fyrsta Scania bil­inum frá 1966. Á eini mynd standa synirnir Rúni og Høgni á kúfangaranum á Scania Vabis Fø 2.561. Rúni og Høgni Petersen reka í dag fyri­tøkuna J.H.R. Entreprenørar í Runavík. Presentatión av nýggjum Scania Fyrsti Scania hjá Nikkel Petersen frá 1966. Á eini mynd standa synirnir Rúni og Høgni á kúfangaranum Nikkel Petersen í miðjuni saman við soninum Rúna Petersen og abbasoninum Kjartan Petersen Í apríl 2017 keypti Faroe Ship tann fyrsta Scania av nýggja modellinum Scania bilarnir vera sýndir fram uttan fyri Bygdarhúsið í Hósvík