Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 MIKUDAGSBLAÐIÐ Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov ”Tað er sjálvandi okkurt, sum bendir á, at hetta kemur undir at villleiða myndugleikarnar”, segði Kristina Háfoss í tíðindunum á Rás2 týsdagin. Málið, sum byrjaði sum ein løgin hending í einum banka um ársskiftið 2015/2016, endar nú við einum politimáli. Tað var júst um hetta árskiftið, at Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í bankanum, og Spekt noktaði at skriva undir upp á rokniskapin uttan átekning. Tað, sum byrjaði sum eitt inn­ anhýsis stríð í Eik banka, endaði tann 14. apríl við at vera ein søga um møguligt skattasvik og var­ skógving í Sosialinum. Tí hendan dagin avdúkaði blaðið, við fleiri dulnevndum keld­um, at Eik hevði roynt at til­ tuskað sær 90 milliónir krónur úr landskassanum, sum bankin í besta føri hevði ivasaman rætt til. Men heldur enn at spyrja seg fyri hjá skattamyndugleikunum um hetta óvanliga skattamál, valdi leiðslan í bankanum at spyrja Taks, hvussu teir skuldu draga frádráttin frá – og ikki um teir høvdu loyvi til tess í heila tikið. Málið hevur síðani koyrt í al­ menna rúminum í 15 mánaðir, og týsdagin fór tað umsíðir víðari til fútan til støðutakan. Ein skal ongantíð ynskja nakað ringt fyri onnur, tað vita vit. Men fyri føroyska samfelagið er hetta ein stórsigur. Orsøkin er í fyrstu atløgu, at skattgjaldarin ikki varð snýttur fyri hasar 90 milliónir krónurnar. Í næstu atløgu er um­ ráð­andi at minnast til, at hetta sam­ felag okkara hevur eina ivasama fortíð, tá ið umræður bankar. Vit hava sæð mangan banka fara á heysin, og í 2010 sóu vit stóra, sterka Eik fara logandi fallit, og føroyingar mistu hundraðtals milliónir. Eisini tí, at eingin sterkur mótspælari var til bankaleiðsluna, sum at síggja til ikki var til at skjóta ígjøgnum. Vit høvdu somu støðu í Betri Banka. Sami stjóri í øllum sam­tak­ inum, veikar nevndir á ovastu rók og ivasom virðing fyri lógum og reglum. Í dag hevur føroyingurin tí vunnið. Í dag vita vit, at tað gongur ikki, at bankar royna at vinna sær fyrimunir, sum bankin ikki hevur rætt til. Vit góðtaka tað ikki. Tað kann vera, at hetta málið ikki fer víðari, tí fútin heldur ikki ákæra kann reisast. Og tað er eisini fínasta slag, sjálvandi. Men í dag kunnu vit við vissu siga, at nú verður tað í øllum førum kannað til botns. Einki meir, einki minni. Og tað er tað minsta, sum føroyingurin kann krevja. Nú verður skattamálið kanna til botns SKATTAMÁLIÐ FÆR AVLEIÐINGAR FYRI BANKAN Batnað við her­ verki í Grasa­ garði TÓRI Í HOYVÍK SÍÐA 4 Langt til besta grindaárið TÍÐINDI SÍÐA 4 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tað passar ikki at fleiri bil­ ar sleppa undan at rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgn­um undir­sjóv­ar­tunl­ arnar. Tað staðfestir Uni Daniel­sen, stjóri í feløg­un­ um, sum eigur og rekur tunl­ ar­nar. Tað ganga annars nógvar søgur um, at útlendskir bilar koyra ókeypis ígjøgnum tunl­arnar, tí teir fara av land­ in­um aftur uttan at rinda, og so er vónleyst at fáa greiði á, hvør eigur bilarnar. Tað eru eisini søgur um, at bilførarar taka numm­ ar­plátuna framman av, ella klistra útyvir hana, tí so sæst ikki, hvør eigur bilin. Løgreglan tekur eisini av og á bilar við einari numm­ arplátur og eisini á løgreglu­ støðini hava tey varhugan av, at tað verður svikað við bummgjaldinum. Men Uni Danielsen sigur, at tað er ikki rætt, tí í roynd og veru eru tað bara í heilt ser­støkum føri, at tað ikki eydnast at fáa bummgjaldið inn. Hann sigur, at tá ið ein bilur koyrir ígjøgnum tunn­ ilin, verður mynd tikin av numm­arspjaldrinum, bæði aftan og framman og myndin fevnir um alla vegbreiddina. Sostatt nyttar einki bara at taka aðra plátuna av, og tað nyttar heldur ikki at koyra í vinstru síðu. – Tað er bara í onkrum heilt hendinga føri, at tað ikki ber til at fáa bumm­ gjaldið inn og sostatt fáa vit at kalla 100 prosent av bumm­gjald­inum inn, sigur Uni Danielsen. Bert onkur einstakur sum ikki rindar Oda Ingemarsdóttir Høj­ gaard og Bergur Midjord vóru í kroatiska býnum Split, sum í mánakvøldið varð part­víst evakueraður orsaka av ógvusligum skógareldi. 12 ymiskir skógareldar herjaðu samstundis og støðan av álvara gjørdist vandamikil. - Vit gingu í gamla býnum í Split, tá ið tað brádliga gjørdist svart og fór at regna við øsku, greiðir Oda Inge­ mars­dóttir Højgaard frá fyri in.fo í dag. - Tað mest óbehagiliga var at standa føst beint við eld­in og einki at vita. Tá vit sluppu burtur frá tí ringasta, so lætnaði, men nú hevur eld­urin eisini spreitt seg til nær­hendis har, vit búgva, greiðir Oda Ingemarsdóttir Højgaard frá. Føroysku fólkini búgva í Omis, sum er 20 minuttir frá Split. Tey sluppu aftur til hotellið, og tá lætnaði nakað hjá teimum. - Nú er vindurin minkaður nakað, og myndugleikarnir hava fingið eyka hjálp inn i dag, so nú skuldi gingið betur. Vit vóna tað besta, sigur Oda Ingemarsdóttir Høj­ gaard. Hon vísir á, at í dag hava myndugleikarnir sagt, at sum nú er er tað vind­ urin, sum avger hvønn veg eld­urin ferð og um hann gerst størri aftur, og tí ræður um at fylgja við í tí, sum myndugleikarnir siga. Øska regnaði yvir Odu og Berg Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin – Tað er bara í onkrum heilt hendinga føri, at tað ikki ber til at fáa bummgjaldið inn, Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgnum