Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Promillan var væl omanfyri markið Løgreglan tók í gjár ein mann, sum vísti seg at vera ávirkaður av rúsdrekka, meðan hann sat handan róðrið. Mað­ ur­in var einsamallur í bil­ inum, tá ið løgreglan tók hann. Tá ið maðurin blásti í apparatið, sum vísir hvussu stóra promillu ein hevur, vísti tað seg, at hann hevði væl omanfyri loyvda markið. Vakthavandi á løg­ reglu­støðini í Havn sig­ur, at hann hevði 1.46 í prom­ ill­ur. Blóðroynd varð tikin av manninum, og verður nú send til Dan­markar til kanningar. Tá ið neyva promillutalið er ásett í Danmark, fær maðurin eina bót svar­andi til tað. Síðani fyrsta grindin legði beinini í Bø 21. mai í ár, hava føroyingar rópt grindaboð 10 ferðir afturat – seinast við Hvannasund í gjár, har tað longu høvdu verið tvey grindadráp frammanundan. Hóast tað ljóðar av nógv­ um, er framvegis langt á mál til grindaríkasta árið sam­ bært hagtalsskipanini hjá Doretu Bloch á Føroya Nátt­ úru­gripasavnið, sum Kári Thor­steinsson hevur sett upp á sína heimasíðu. Í 1941 varð nevniliga farið í grind ikki færri enn 27 ferðir, og løgdu 4.448 hval beinini ta árið. Seinast Føroyar rukku 20 grinda­drápum í sama ári, var í 1988, tá ið júst 20 grindir vóru, og 1.666 hval løgdu bein­ini. Størsta ein­staka grind­in, sum hevur verið, var so­kallaða Kon­firma­tións­ grind­in á Sandi í 1940, ið taldi 1.200 hval. Somuleiðis vísa hagtøl­ ini, at tað serliga er í juli og august, at flestu grinda­ drápini fara fram. Í tíðar­ skeiðn­um 1584-1999, eru 377 grindir skrásettar í juli, með­ an 484 hava verið til samans í august, sum svarar til meira enn ein fjórðing av samlaðu grind­unum, ið hava verið. Skift á hvalvágir við flest­ um grindadrápum, er tað Mið­vágur, ið skarar framúr. Til samans hava 269 grindir verið í Miðvági, meðan Klaks­vík telur næstflestar við 233 grindum. Smágenta skar seg á spæliplássi Glaspetti sløddust í Grasagarði í Havn, men býargartnarin sigur, at tað er blivið munandi frægari við herverki har Katrin Simony Knudsen Mikkelsen fór við hálvt­ annað ára gomlu dóttrini á spæliplássið í Grasagarði í Havn fyri 14 døgum síðani. Og dóttir hennara er ein teirra, sum er kom­in til skaða orsaka av her­verk­ in­um, sum var gjørt á Grasa­garð fyri tíð síð­ani. Brotn­ar glasfløskur hava í eina tíð ligið runt spæli­ plássið, og grafittið var sproytað á fleiri av leik­un­ um á staðnum. - Eg var við børnunum í Grasagarði. Sólin skein og har var so lekkurt. Ein barna­garður var eisini har og námsfrøðingurin segði við børnini, at tey vóru væl­komin at renna á leist­um, tí undirlendi er so lekk­urt at renna á. Tey so gjørdu, greiðir Katrin Simony Knudsen Mikkel­ sen frá. - Dóttir mín, sum er hálvtannað ár, hugnaði sær óført og rann runt har. So tók hon okkurt upp og koyrdi tað í munnin. Sum børn jú gera. Eg bað hana spýta tað út og tá síggi eg, at hon bløðir í munninum og fer at gráta. Eg troysti so hana og skundi mær at siga námsfrøðinginum frá hesum, so hon kann fáa børnini í skógvar aftur og júst beint tað kemur ein onnur genta grátandi, tí hon hevur skorið seg undir fótin, sigur Katrin Simony Knudsen Mikkelsen. Tóri í Hoyvík, býar­ gartn­ari í Tórshavnar komm­unu, sigur, at tað er nógv batnað í mun til fyrr. - Fyrr kundi tú finna væl verri lutir - sum sproytur - á spæliplássum, ið sløddist eftir at fullir ung­dómar høvdu hildið til har um vikuskiftið, og tað síggja vit ógvuliga lítið til nú, sigur Tóri í Hoyvík. Somuleiðis vísir hann á, at nú er alt tikið upp í Grasagarði og tey hava skipaða upprudding á spæli­plássunum í komm­ un­uni. - Tað er keðiligt, at slíkt liggur og sløðist og kann vera børnunum til ampa, men eg hevði ynskt at fólk boðaðu kommununi frá beinanvegin, heldur enn at venda sær beint til fjølmiðlarnar. Sum tú sært her, sigur býar­gartn­arin og peikar runt á spæli­pláss­in­ um, so er ikki nakað glas at síggja longur. Tað verður ruddað regluliga her hvørja viku, sigur Tóri í Hoyvík. Heimasíðan Airbnb, sum er heimasíða fyri leigubústaðir kring heimin, hevur 306 bú­ staðir í Føroyum skrá­settar Tað dýrasta húsið í Før­ oyum fært tú fyri 5.621 krón­ ur um náttina, sambært Airbnb. Talan er um 10 seingj­ar­pláss í hesum húsið. Tað næst dýrasta sambært heima­síðuni kostar 4.997 krón­ur fyri náttina og hevur trý seingjarpláss. Húsini í Føroyum fáa sera høg skots­ mál. Samanlagt liggja um­ mælini á 4.6 stig av 5 stigum. Miðalprísurin fyri at leiga eitt heim umvegis Airbnb í Før­oyum, er sambært heima­síðuni 714 krónur. Fleiri lond eru farin at seta av­markingar á, hvussu nógv íbúgvar sleppa at leiga heim út til ferðafólk á hend­an hátt. Orsøkin er, at bú­stað­ar­ marknaðir í fleiri býum eru frammanundan undir trýsti - nevnast kunnu Reykja­vík, Amsterdam og Keyp­manna­ havn - og við hesum nýggja hátti at leiga út heim til ferða­fólk, verða alsamt fleiri íbúð­ir nýttar einans til hetta enda­mál, og ikki til at leiga út til lokala fólki. Í Amsterdam sigur lógin, at íbúgvar einans sleppa at hava heim sjónlig á heima­ síðuni hjá Airbnb í 60 dagar, so verður heimið ósjónligt á síðuni, tí tað er evsta mark. Yvir 300 føroysk heim á Airbnb Tað er langt á mál til besta grindaárið Dýrasta føroyska húsið á Airbnb kostar 5621 krónur um náttina Hóast nógva grind í summar er langt til metárini Koyrdi fullur í Havn Løgreglan tók bilførara, sum hevði alt ov høga promillu 11 ferðir hevur verið rópt grindaboð í summar Yvir 300 føroyskir bústaðir eru at finna á Airbnb Býargartnarin í Havn sigur, at tað verður ruddað regluliga í Grasagarði