týsdagur 18. juli 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GREINING: Tað var koll
veltandi og uttan fyridømi,
tá ið seinasta valúrslit á
løgtingsvalinum, lagaði tað
soleiðis, at andstøðan frá
skeiðnum frammanundan,
fekk avgjørdan meirluta.
Teir tríggir flokkarnir,
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi
og Frsamsókn, tóku av til
boðnum frá veljarunum og
gjørdu eina samgongu, sum
hevur virkað síðani hálvan
september fyri skjótt tveim
um árum síðani.
Floksformennirnir, Aksel
V. Johannesen, Javnaðar
flokkurin,
Høgni
Hoydal,
Tjóðveldi, og Poul Michelsen,
Framsókn,
hava
dugað
ómetaliga væl at standa fram
og teir hava ikki á nakran
hátt lagt eftir hvørjum øðr
um í almenna kjakinum.
Hetta skal bera ein boð
skap um eina samda sam
gongu, men veruleikin er
ikki so einfaldur, Hesir 22
mánaðirnir, sum eru farnir
síðani
samgongan
varð
skipað, hava víst, at hóast
floksleiðaararnir eru samdir,
so hava teir boðar og sker at
sigla ímillum.
Hetta tí semjan millum
manningarnar í tingbólkun
um á ongan hátt er so ein
týdd, sum hon var.
Fiskivinnan
Júst nú og hesar seinastu
mongu mánaðirnar er tað
arbeiðið
við
fiskivinnu
nýskipanini, sum útstillar
ósemjurnar.
Serliga eru tað ósemjurnar
millum Javnaðarflokkin og
Tjóðveldi sum vit fáa at vita
um. Hóast flokkarnir undan
valinum vóru samdir um, at
ríkidømi – fiskatilfeingið – í
Føroyum skal býtast øðrvísi,
so heldur semjan ikki heilt,
tá ið talan er um praktiskan
poltikk.
Sterk økisáhugamál og
sterk vinnuáhugamál gera,
at tað er næstan ómøguligt
at koma til eina semju, sum
allir tinglimir hjá samgong
uni taka undir við.
Fundurin á Tvøroyri í
vár var ein roynd at koma
á mál, men tað vísti seg
skjótt, at eftir hendan fund
in var eisini ósemja millum
tinglimir úr ymsu flokkun
um.
Nú stutt fyri, at Páll á
Reynatúgvu, tingfprmaður,
sendi tingið heim uttan at
hetta stórmál var avgreitt,
vóru
aftur
samanbrestir
millum Javnaðarflokkin og
Tjóðveldi.
Partar av Tjóðveldinum
vildu hava broytingar í upp
skotinum, sum tá lág og
vildu hava Javnaðarflokkin
at ganga við til tess, men um
boðini fyri Javnaðarflokkin
søgdu kortanei.
Samgongan í vanda
Teir tríggir samgonguflokk
arnir
vóru
upprunaliga
samdir um, at ein fiskivinnu
nýskipan skal gerast, men nú
hetta skal koma út í verki, er
torført at finna eina felagds
leið.
Ti kann fiskvinnunýskip
anin enda við, at júst hendan
samgongan fer fyri bakka.
Hyggur ein í kortini, so
er tað nógv sum bendir á, at
Javnaðarflokkurin og tank
ar teirrra um fiskivinnuný
skipan, hóska betur saman
við Sambandsflokkinum enn
Tjóðveldi.
Sambandsflokkurin hev
ur gjørt eitt uppskot um,
hvussu
flokkurin
heldur
fiskivinnan skasl skipast
eftir 1.januar. Tað uppskotið
liggur helst nærri at tí, sum
Javnaðarflokkurin vil enn
tað hjá Tjóðveldi.
Alment hevur fleiri ferðir
verið frammi, at tingfólk
í Javnaðarflokkinum ikki
uttan treytir góðtaka upp
skotið um fiskivinnuna og
tað seinasta er, at eisini innn
anhýsis í Tjóðveldi eru mein
ingarnar ymiskar.
Verður alt hetta hildið
saman við hinum stórmál
unum, sum enn liggja á láni,
so eur tekin í sól og mána
um, at samgongan í løtuni
er skroypilig. Serliga tá ið
tað snýr seg um stjórnar
skipanina, er tað lættari
at finna ein felagsnevnara
millum Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin, enn mill
um Tjóðveldi og hinar flokk
arnar..
Formliga liggur politiska
arbeiðið stilt júst nú, men tá
ið tað hendir, so eru politikk
arnir heima og hitta veljar
arnar í gerandisdegnum.
Í somu løtu talan er um
politikkarar, sum ikki hava
høvuðsstøð í Tórshavn, so
møta hesi fólk veljarum, sum
í stóran mun eru ónøgdir við
politisku gongdina.
Serliga javnaðarveljarar
nir halda, at flokkurin letur
seg draga eftir hárinum av
Tjóðveldi og tað fáa politikk
ararnir at vita. Ágangurin á
politikkarnar er harður og
tað sama er galdandi fyri
umboðini fyri Tjóðveldi, sum
eru uttanfyri Tórshavn.
Verður hugt eitt sindur at
støðuni júst nú, skjótt tvey ár
eru farin, so eru tekin um at
metaltroyttheit hevur rakt
samgonguna. Smámál blíva
til trupuleikar og høvuðs
málið í farnu tingsetu – fiski
vinnunýskipanin – varð ikki
avgreidd.
Tí e rtað ikki óhugsandi,
at samgonguleiðarin Aksel
V. Johannesen, løgmaður,
umhugsar hvat hann skal
gera.
Hann
hevur
tríggjar
møguleikar:
1.
At royna at fáa semju
um fiskivinnuna í
verandi samgongu
2.
At gera eina nýggja
samgongu, har Sam
bandsflokkurin av
loysir Tjóðveldi
3.
At skriva út nýval.
Fyrsti møguleikin er royndur
og uttan iva meta bæði løg
maður og hinir báðir floks
formennirnir, at tað er ein
fiasko, at nýskipanin ikki
var samtykt í farnu tingsetu.
Annar
møguleikin
er
helst tann, sum liggur næst,
kemur samgonguleiðarin til
ta niðurstøðu, at semja ikki
fæst um fiskivinnuna. Um
tað bara verður Tjóðveldi,
sum fer úr Samgonguni ella
eisini Framsókn er óvist,
Tann triði møguleikin er
ein neyðloysn sum neyvan
verður brúkt nú.
Ein nýggj samgonga fær
tvey ár av valskeiðnum. Tað
vil siga, at ein nýggj sam
gonga í veruleikanum fær
eitt ár at fremja sín politikk,
áðrenn valstríð kemur í skip
anina.
SPENT POLITISK STØÐA
UNDAN NÝGGJARI SETU
Løgtingið kemur samanaftur á ólavsøku til nýggja tingsetu, men
áralagið í samgonguni er ikki tað besta, nú skjótt tvey ár eru liðin
Aksel V. Johannesen,
løgmaður, hevur
tríggjar møguleikar
at velja í.
Fiskivinnuskipanin vísir
heilt greitt, at áralagið í
samgonguni ikki er gott