Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórsfest var hildið fyrstu ferð í 2014, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn. Síðsta ár vóru tað Carpark North, Saybia og Sean Kingston, sum vóru høvuðsnøvn á Tórsfest. Og leygarkvøldið verður so Vaglið og gongugøtan í Havn aftur fylt við tón­leiki og veitslulag, tá bæði út­ lendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða sett­ir upp niðast í gongu­gøt­uni og á Vagl­inum. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í Havn­ini beint fyri ólavsøku. Seeb Norsku Seeb fingu sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot í 2015 við lagnum “I Took a Pill in Ibiza”. Síðani tá hava teir givið fleiri onnur hitt út sum t.d. "Breathe”, ” What Do You Love”, ”Under Your Skin”, “Kids” og “Boys in the Street”. Seeb hevur eisini end­urspælt lagið "Hymn For The Weekend" hjá Coldplay, har tað higartil er spælt meira 350 milliónir ferðir á Spotify. Simen Eriksrud, Espen Berg og Niklas Strandbråten eru mennirnir, sum mynda Seeb. Teir framføra í summ­ ar á nógvum ymiskum festi­ val­um kring heimin og tað hevur eisini eydnast at fáa heims- kenda DJ-bólkin til Føroyar at framføra á Tórs­ fest. John Martin og Michel Zitron Tey, sum vóru á Voxbotn 2015 fara nokk ongantíð at gloyma fram- førsluna hjá John Martin og Michel Zitron. Ongantíð áður hava so nógv fólk dansa og hoppa sam­stundis í Føroyum, sum tá John Martin og Michel Zitron góvu eitt show, langt út yvir tað vanliga. Og tað ætla teir at gera aftur á Tórs­ fest nú leygar- kvøldið. Heimurin varnaðist veru­ liga John Martin, tá hann legði rødd til heimshittið “Reload” og tá hann sam­an við Swedish House Mafia drønaði upp eftir hitt­list­un­ um við sangum sum "Save The World” og “Don't You Worry Child”, sum fram­veg­ is er eitt nógv spælt lag á dansu­gólvum og festivalum kring heimin. Vit kenna eis­ ini John Martin við lagnum “Anywhere for You”, ið hevur staðið seg væl og hevur eisini verið nógv spælt her heima. Michel Zitron er mest kend­ ur sum fram- leiðari, DJ og sang­ari á lagnum Red Lights hjá Tiesto. Nú koma teir báðir so aft­ ur til Føroyar, og tað er eing­ in ivi um, at hetta eru tveir harrar, ið fara at fáa fjøldina á kók á Tórsfest 2017. Dave Bickler úr Survivor Dave Bickler verður eisini við á Tórsfest leygarkvøldið. Hann var høvuðssangari í Sur­vivor, sum fekk sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot í 1982, tá Sylvester Stallone bað bólkin gera tónleik til nýggja filmin hjá sær Rocky III. Sangurin "Eye of the Tiger" gjørdist eitt heimshitt av teimum heilt stóru og lág nummar eitt á Billboard í heilar 7 vikur. "Eye of the Tiger" varð kosin "Best New Song" tað árið og er enn tann dag í dag sera nógv spældur. Nú verður so Dave Bickler við bólki at hoyra live á Tórs­ fest leygarkvøldið. Og man ikki øll gongugøtan fara at kóka, tá Dave Bickler fer at syngja ”Eye of the Tiger”. Páll Finnur Páll Seinastu nógvu árini hava Páll Finnur Páll fer eftir fer savnað tjóðina við sín­um væl­svingandi og provok­ er­andi sangum. Við hittum sum Forelskaður Sjónleikari, Her­bergið, Eg, Fari mín Egna Veg, Mín Russiski Vinur, Grann­in og fleiri øðrum, klára menninir í Páll Finnur Páll altíð at fáa øll við. Tað er eingin ivi um, at Páll Finnur Páll fara at geva øllum á Tórsfest eina fest­ liga, fríska og freka løtu, tá ið teir fara á pallin leyg­ar­ kvøldið. Poul Krebs og Michael Falch Í ár hevur tað eydnast at fáa vælumtóktu donsku sang­ararnar Poul Krebs og Michael Falch at spæla við bólki á Tórsfest. Teir báðir eru farnir á konsertferð og vitja eisini í Føroyum, har teir hava eina rúgvu av góð­um tónleiki við sær. Vit kenna nokk Poul Krebs best við lagnum “Sådan nogen som os”, sum hevur verið sera nógv spælt. Michael Falch hevur eisini fleiri góð løg í sínari sjáttu, sum t.d. “I et land uden høje bjerge”. Nú verða teir báðir so at hoyra á Tórs­fest leygarkvøldið. Friðrik Dór Tórsfest fær í ár vitjan av íslending- inum Friðrik Dór, sum hittar í løtuni við lagn­ um “Frøken Reykjavik”. Frið­ rik gav sína fyrstu fløgu út í 2009, har sangurin "Hlið við hlið" varð sera nógv spældur og lág í topp á hittlistunum í Íslandi. Í 2015 luttók Friðrik Dór í ís­lendska Melodi Grand Prix’num við sanginum "Í síð­asta skipti", sum gjørdist numm­ar tvey. Friðrik Dór er sera virkin sum tónleikari í Ís­landi og hevur nú eisini fingið fjepparar í Føroyum við lagnum “Frøken Reykja­ vik”. Tórsfest eisini fyri børnini Tórsfest leygardagin er eis­ ini fyri børnini, tí um dag­in er bæði spæliland og ym­isk barnatiltøk. Jensina Ol­sen fer á pall kl. 16.00 og kl. 16.45 fara TrøllaOmman, Trølla­ Pætur og Ommudid at undir­ halda. Forsølan gingið væl Tað verða nógv fólk á Tórs­ fest leygarkvøldið, tí for­ sølan hevur gingið væl, og í skrivandi stund eru ikki nógv atgongumerki eftir í for­sølu. Fyriskipararnir hava tí gjørt av, at forsølan endar miku­dagin kl. 18.00. Eftir hetta verður ein sera avmarkað nøgd av dura­at­ gongu- merkjum sett til sølu fyri duraprís á 590,- kr. Hesi kunnu keypast á ebillett. fo frá mikukvøldinum og á Torginum í SMS frá hós­ degn­um og til eingi eru eftir. Somuleiðis ber til at fáa arm­band á frá hósdegnum, í Kunningarstovuni í Steina­ túni og á Torginum í SMS. Spar pening við at keypa atgongumerki í forsølu Tey fáu atgongumerkini, sum eru eftir í forsølu, kunnu keyp­ast í Kunningarstovuni í Steinatúni, Vodafone ella á ebillett.fo fyri 490,- kr + av­greiðslugjald fram til mikudagin kl. 18.00. TÓRSFEST SEEB, JOHN MARTIN, POUL KREBS, SWANGAH OG FLEIRI ONNUR Á TÓRSFEST NÚ LEYGARKVØLDIÐ Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn nú leygarkvøldið 22. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fjórðu ferð skipar fyri Tórsfest. TIR.FO TÓRSHAVNAR ÍTRÓTTARRÁÐ TIR.FO TÓRSHAVNAR ÍTRÓTTARRÁÐ