týsdagur 18. juli 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Niðari Hoydalur í Hoyvík er í orðum
og greinum í síðstuni so týtt og týðum
nevndur.
Sanatoriið í Hoydølum, bygt í 1907,
tók ímóti sínum fyrstu búfólkum í
1908. Summi teirra komu til gongu ella
í reiðvagni niðan úr Havnini.
Dánjal Hoydal, ættaður av Sandi,
pápi Karsten Hoydal, rithøvund, førdi
henda reiðvagn.
Flutti Dánjal í rossavagni sínum
fólk niðan til Hoydalar eins og oman
til Havnar – tey sjúku og tey lektu,
eins og tey ið farin vóru.
Leikapettið eftir Karsten Hoydal,
bókin hin fjálga um Dalin hin Fagra,
lýsir so væl hesa tíðina.
Tey fyrstu árini fóru mong, ið
sjóvegis komu, upp á Boðanesi.
Vagnur
Michelsen
skrivar
á
vælumtóktu heimsíðu síni Hvannrók
í undanfarna ári forkunnuga grein um
Niðaru Hoydalar.
Niðari Hoydalur er partur av
frílendi, ið fevnir um Ternurygg,
Ovara- og MiðHoydal og oman á
Boðanes.
Rigmor Dam, landstýriskvinna, róði
í fjør vár upp undir hugskotskapping
í sambandi við økið og bygningarnar
hjá Glasi í Hoydølum, og fyrr í ár hevur
MMR útskrivað kapping við Niðaru
Hoydølum í huga.
Hjá einstøkum politikarum eru
í seinastuni birtir fram tankar um
Niðaru Hoydalar, og eru teir hvør um
annan komnir fram við fjølbroyttum
hugskotum við Dalinum.
Nú rennur fram fyri meg frásøgan
hjá pápa, Ingálvi av Reyni, um ta
ferðina, tá ið teir báðir, Mikkjal á
Ryggi, hittust á fyrsta sinni:
Tað var tann 4. februar 1948. Eg
sat á einum steini uppi við brúnna í
Hoydølum og teknaði. Tá kom maður
gangandi. Eg gav honum ikki gætur,
fyrr enn hann legði hondina á øksl
mína. Hetta var Mikkjal á Ryggi, sum
var á Sanatoriinum tá.
Tá letur í Mikkjali: “Tað ber til, situr
og teknar garðalagið heldur enn ta
vøkru og fríðu fløtu, omanfyri er!”
Eg sigi tá við Mikkjal: “Garðalagið
er gamalt og um at farast, men fløtan
verður liggjandi.” “Tað er nakað um
tað,” helt Mikkjal tá fyri.
Mikkjal beyð mær síðan niðan
í kamar sítt á Sanatoriinum, har
hann vísti mær skitsur og tekningar
til Fuglabókina, sum kom út í 1951.
Tekningarnar tók Mikkjal út undan
songini.
Mikkjal
var
ikki
nøgdur
við
tekningina av tjaldrinum. Segði hann,
at tjaldrið stendur ongantíð við nevin
um beint fram, men letur tað hella á
skák.
Ingálvur av Reyni,
1. juni 1984
Vinarlag pápa við Mikkjals í árunum,
sum komu, er ein onnur søga, men
hugtakandi er samrøðan millum
listarmenninar báðar við fløtuni í
Niðaru Hoydølum sum aðalevni.
Alfagri bletturin eigur eftir míni
hugsan at verða liggjandi, sum hann
altíð hevur ligið.
Ítrótturin eigur sítt
pláss í Gundadali.
Vónandi
verða
lyftini
við
fyri
bilsbygningunum í Hoydølum hildin,
og væntað verður, at avvarðandi
myndugleikar sýna tað fyrilit, teimum
sømir.
Eitt
hugskot
hjá
Kristionnu
Winther Poulsen um ein listadepil í
Hoydølum tykist mær áhugaðvert.
Á áðurnevndu heimasíðu hjá Vagni
Michelsen taka viðmerkjarar undir
við tankanum. Ein samanrenning av
ymsum hugskotum er eisini verd at
hugsa um.
Nú eru røddir frammi um at flyta
Tjóðsavn okkara úr Hoyvík og oman
í býin. Eitt Tjóðssavn hoyrir ið hvussu
so er ikki heima á Skálatrøð.
Uttan at taka dagar ímillum
hugskotini øll, sum munnu fara at
koma, haldi eg, at tað hevði verið upp
lagt við einum Tjóðsavni í Hoydølum.
Talan er um tveir kilometrar til gongu
hjá ferðafólki av Kongabrúnni eftir
Strandarvegnum móti Gamla Vegi í
Hoyvík og fram í Dalin. Alt so at siga
eftir sløttum. Styttri gongutúr fær før
oyingurin ikki, skal hann á eitt Tjóð
savn uttanlands.
Úr Dalinum er teinurin stuttur
niðaná til Útisavnið Heima á Garði í
Hoyvík.
Nú
um
dagarnar
kom
fram
víðfevnd ætlan við økinum á Boðanesi
og í Hoydølum.
Vónandi verður hóvsemi sýnt við
at leggja gøtur og at planta, tí tað er
ikki bara sum at siga tað at fríðka um
hetta økið í Hoydølum, so at tað fer at
taka seg betur út, enn sum nú í sínum
uppruna – .
Fer hon at liggja, sum hon í øldir
hevur ligið, henda hin fríða fløta, so
sum Ingálvur og Mikkjal báðir sóðu
hana fyri sær á sinni?
Hoyvík, tann 5. juni 2017
Árni av Reyni
oman Hoydalar 2
188 Hoyvík
Minningarorð
um
Karl Nielsen
73 ár Klaksvík.
NØVN
Ja, góði Karl bróður.
At skriva minningarorð er ikki nakað lætt ting, eftir langa
og stranga sjúkralegu ert tú nú sloppin til nakað betri, tín
himmalska faðir, tí hann er tann sum hjálpir, og ikki minst í
deyða, tá vit gerast sjúk og alt gongur fyri. Jesus er tann allar
besti vinur, ið vit kunnu koma til við øllum, tí ongin kennur
okkum so væl sum hann. Hann er jú okkara trúfasti vinur
og hann kunnu vit koma til við øllum bæði, tá vit eru frísk
og ikki minst tá sjúka kemur uppí, sum tað eisini hendi fyri
teg. Tú hevur verið so raskur og ikki óttast nakað, hvat tað
so var, stillur og róligur í allar mátar, hvar tú so var á sjógvi
ella landi.
Síðsta stóra ting tú gjørdi var at mála húsini, ikki bara eina
ferð, men tvær ferðir, var ikki løtuverk.
Men so var tað, tú legist sjúkur so tað hevur verið strýggi;
øll tíne kæru Kirstin, Annika, Lis, Oskar, Bogi, Martin, Rósa,
lítli Karl, Marian, Baldvin eru nú í djúpastu sorg og sakn yvir
tann stóra miss. Men Gud, sum ikki gloymir ein tann einasta,
hevur tú lovað at vera við okkum allar dagar og hansara
trúfesti røkkur til skýggja. Má Gud sjálvur ganga við lið
tykkara og hjálpa tykkum í teimum døgum, sum liggja fyri
framman.
Eg livi og veit at sál mín er grødd
at dómur ei á meg skal falla
eg livi og bíði tí kallandi rødd
sum fremmandur fuglur mín sál her er stødd
til faðirin barn sítt vil kalla
Eg doyggi og veit ein vinning tað er
At hvílan hin sæla er funnin
At enda er lívsins hin troyttandi fer
At seinasta royndin er útstaðin her
Og ævigi sigurin vunnin
Kærar heilsur
fáa tit frá okkum øllum
Torleif og Nicolina
Niðari Hoydalur
fyrst og fremst