hósdagur 20. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
20
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Í
Sandagerði standa hugnaligu húsini hjá Katrini Kallsberg, ið hon
og familjan hava búð í síðan 2001, tá ið tey fluttu heim til Føroyar.
Húsini eru bygd í 1980 eftir at uppruna húsini, ið stóðu á
grundini, og sum millum annað Dr. Dahl búði í, brendu í grund í
1979. Tá Katrin Kallsberg og maðurin fluttu heim í 2001 fóru tey undir
at umvæla húsini, ið standa sum í perla í náttúruvakra økinum í dag.
Havin runt húsini er gamal og sjáldsama vakur, og finnast har gamlir
runnar, ið fyrrverandi eigararnir hava plantað. Við eini staðseting við
síðuna av gamla prestagarðinum í Sandagerði er talan veruliga um ein
sannan dýrgrip í friðsæla økinum í Sandagerði.
Jens Kristian Vang var á vitjan í síðstu viku og tók hesar myndirnar.
PERLAN
Í SANDAGERÐ
Myndir: Jens Kristian Vang