Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 32 BAKSÍÐAN ÁRNI GREGERSEN Tað góða við, at nógv ferð er á bú­ skap­inum, er at tað er arbeiði til allar hendur, so at siga. Fleiri fyritøkur tørva fólk, sum vilja taka eina hond í. Kanska ikki altíð fulla tíð, men teir partar av vikuni, tá ið mest stendur á. Støðan ger, at arbeiðsmarkn­ að­arpolitikkur eftir mínum høvdi kann praktiserast. Havi altíð hildið, at hetta við at seta mørk fyri, nær fólk skulu gevast at arbeiða, er ein vánalig loysn. Kenni ótald dømir um, at tvung­in pensjonering frá ein­um arbeiði, har viðkomandi hevur triv­ist væl, hevur havt kata­strof­ al­ar fylgjur við sær. Uttan mun til hvat vit ganga runt og siga, so hongur okkara samleiki óloysiliga saman við tí vit gera. Tí er tað sum at fáa ein ham­ ara í høvdið, tá ið eitt bræv kem­ur frá arbeiðsgevararanum sum sigur, at nú kanst tú ikki long­ur arbeiða her, tí sambært tín­ari gomlu dópsattest, so er tú farin um eitt mark, sum ger, at arbeiðs­ markn­aðurin kasserar teg. Fari ongantíð at tvíhalda um, at hesi tilkomnu skulu halda fram í sama starvi for ever, men sum samfelag mugu vit duga at inn­rætta okkum soleiðis, at tey gomlu sum orka og vilja, sleppa at eiga lut í arbeiðsmarknaðinum longur enn til tey fylla 67 ella 70. Sjálvandi skulu tey ikki plág­ast við eins stórari ábyrgd og heldur ikki við so langari arbeiðstíð, sum vóru í góðu árunum Men tað sum vit ongantíð eiga at gloyma er, at hetta, sum onk­ un­tíð verður kallað “gráa gullið” er ein virðismikil kelda í øll­um sam­feløgum. Tað kann vera, at tey ikki renna so skjótt ella at heila­snúðn­ ing­arnir hava minni ferð, men tey hava lívsroyndir og vitan, sum øll samfeløg hava brúk fyri. Tey bera ein mentunnararv – ja, mentunnararvur er eisini á arbeiðsmarknaðinum – víðari, sum tey forkelaðu ungu mugu taka til sín. Ivist onga løtu í, at gevur sam­felagið hesum fólkum loyvi framvegis at virka á arbeiðs­ markn­aðinum í tann mun tey orka og tíma, so er tað besta spar­ ingin nakar kann gera í heilsu­ verk­inum yvirhøvur. Trivnaður hevur so nógv at siga fyri okkum, at mín fasta sannføring er, at trivnaðurin í nógvum førum avger um vit eru væl ella illa fyri – bæði sálarliga og likamliga. Fakfeløgini eiga at skilja, hvussu stóran týdning hetta hevur og ikki við stein­ald­ar­ret­ orikki royna at reka hesi fólkini av arbeiðsmarknaðinum. Og tað sama eiga politikkarnir. Hoyrdi um eitt eldri par. Hann er beint undir 80, men er so væl fyri, at hann fer til arbeiðis á sínum gamla arbeiðsplássi hvønn einasta dag. Nei, tað kemur ikki altíð so nógv burt­urúr, men hann er upptikin og er vð at bera søguna víðari. Hansara pensjónstíð fer til at fara til arbeiðis – ikki tí hann má ella skal, men tí tað gevir honum trivnað. Konan er eisini væl fyri. Hon er eisini eini tvey ár yngri. Hon fegnast um, at maðurin fer til arbeiðis. Tað gevur innihald og hon sjálv er eisini so væl fyri, at hon sjálv velir at farra upp í stigan og málar vindeyguni. Eg meini bara hetta er eitt gott dømi um, hvussu tað kann skipast. Ikki tí eg havi gloymt onnur, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu fara til arbeiðis vegna sjúku og annað. Tey skulu í stóran mun fáa frið og hjálp, men øll hini: lat tey sleppa at taka eina hond í heldur enn at dovna burtur heima á sovuni. Ája, so høvdu vit havt eitt gott og aktivt samfelag. ÁKI BERTHOLDSEN Tað er ein stórur trupulleiki, at fólk, sum fáa tíð til kann­ing­ar av ymsum slagi á Lands­sjúka­ hús­inum, ikki møta upp. Og av tí sama er tað alt ov nógv arbeiðs­ tíð, sum fer til spillis, tí tað ber ikki til at kalla aðrar sjúklingar inn við ongari ávaring. Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at á summum økjum eru tað heilt upp í 15 prosent av sjúklingunum, sum eru boðsendir til kanningar, sum ikki møta upp. Á øðrum økj­ um er talan um ein seks ella sjey prosent. – Tað er alt ov nógv arbeiðs­ tíð, sum fer til spillis av hesi or­søk, sigur stjórin á Lands­sjúra­ húsinum. Hann sigur, at tað er serliga til kanningar, har bíðitíðin er long, at nógvir sjúklingar ikki møta upp. Hann heldur, at ein høvuðs­orsøk til tað stóra forfallið, er, at bíðitíðin er so long, at sjúklingarnir rætt og slætt gloyma tað burtur aftur. Men nú eru stig tikin til at bøta um støðuna. Eitt stig er, at nú verða sjúklingarnir boðsendir til kanningar við telduskipanini, Mínboks, har tað eisini ber til hjá sjúklingum at broyta sínar tíðir. Somuleiðis verður arbeitt við at seta eina sms skipan í verk, har sjúklingar, sum skulu til kanningar, fáa eini boð á telefonina við eini áminning um kanningina. Johnny í Grótinum ásannar, at tað slepst neyvan undan, at eitt ávíst forfall verður, men hevði tað komið niður á eini tvey ella trý prosent, varð nógv vunnið. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar TAÐ FER OV NÓGV TÍÐ TIL SPILLIS Ov nógv fólk møta ikki til kanningar, sum tey eru boðsend til á Landssjúkrahúsinum Fólk skulu nú áminnast betri um, at tey hava tíð til kanningar á Landssjúkrahúsinum