Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD TÍÐINDI Tíðindaskriv Um vikuskiftið hevur stór altjóða skjótikapping, nevnd Tórshamar Open, verið hildin á skjótibreytini hjá veiðifelagnum Byrsumúla á Sand­víkum í Tórshavn. Hetta er aðru ferð kappingin er hildin, og í ár luttóku 23 skjúttar úr Íslandi og Føroyum. Í fjør hevði kappingin eisini luttøku úr Dan­ mark. Kappast bleiv í skeet og í trap. Inn­leiðandi umførini blivu skotin leygar­dagin og finalur sunnudagin. Føroyingar og íslendingar hava um vikuskiftið kappast í Tórshamar Open Meistarabólkurin í skeet 1. Sámal Eyðstein Debes, Sunda Byrsufelag - Føroyar 2. Sjúrður Knudsen, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar 3. Herleif Hammer, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar A-bólkurin í skeet 1. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag - Føroyar 2. Hávarður Fjallstein, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar 3. Kristinn Rafnsson, Skotíþróttafélag Hafnarfjarðar - Ísland Meistara bólkurin í trap 1. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar 2. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar 3. Dorian Petersen, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar A-bólkurin í trap 1. Petur Skeel Dahl, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar 2. Esmar Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar 3. Ari Niclasen, Veiðifelagið Byrsumúli - Føroyar Úrslit ALTJÓÐA SKJÓTI­ KAPPING Í HAVN Pætur Albinus Føroyska súkklukappingin, Vol­vo Kring Føroyar, hevur verið fyri­ skip­að seinastu dagarnar, og hon end­aði við triðja og seinasta tein­in­ um leygardagin. Súkklukappingin, sum hevur ver­ið fyriskipað nærum á hvørjum ári síðani 1997, var hesaferð nakað stytt­ri enn vanligt. Einans tríggir tein­ar vóru við hesaferð, og høvdu teir allir tríggir byrjan og mál við P/F Wenzel í Havn. Fyrsti teinurin varð súkklaður hós­dag­in, og ikki óvæntað var tað Torkil Veyhe, sum vann allar tríggj­ ar teinarnar og í samlaðu kapp­ing­ ini endaði heili 12 minuttir og 27 sekund frammanfyri næstfremsta mann­in, sum var Jan Hjaltalin Ol­ sen. Triðbestur var Andrew Mc­ Leod. Hetta var sættu ferð, at Torkil Veyhe vann Volvo Kring Føroyar. Hin­ar ferðirnar hava verið í 2009, 2010, 2012, 2014 og 2015. Torkil er nú longu nú farin niður aftur til Danmarkar, har hann fyrireikar seg til at fara við danska landsliðnum til EM í Herning 2. - 6. august. Hjá kvinnunum luttóku hesa­ ferð tvær kvinnur. Olga Hamilton av Orkney og Birita Poulsen úr Før­oyum. Tær báðar vóru í tættari kapp­ing, og hóast tær súkklaðu í meira enn átta tímar tilsamans, so var tað einans ein minuttur og 37 sekund, ið skilti tær báðar. Tað var Olga Hamilton, ið gjørdist tann fremra. Hjá unglingum/motionistum var tað Tóri Thorleifsson, ið vann fram­man­fyri Jákup Petur Eliasen. albinus@sosialurin.fo TORKIL FYRI SÆTTU FERÐ Volvo Kring Føroyar er komið at enda, og Torkil Veyhe hevur staðfest sína støðu sum Føroya besti súkklari Nr. Navn 1. teinur 2. teinur 3. teinur Samanlagt 1 Torkil Veyhe 02:31:31 04:01:42 04:06:14 10:39:27 2 Jan Hjaltalin Olsen 02:40:08 04:01:52 04:09:54 10:51:54 3 Andrew McLeod 02:43:22 04:04:47 04:09:46 10:57:55 4 Christian Guttesen 02:48:38 04:02:20 04:19:38 11:10:36 5 Gunnar Dahl-Olsen 02:40:12 04:14:36 04:21:58 11:16:39 6 Suni Lamhauge 02:50:47 04:19:02 04:24:58 11:34:47 7 Áslakur Nesá 02:57:59 04:32:12 04:24:44 11:54:55 8 Torquil Clyde 02:40:05 DNF 04:20:15 - 9 Dávur Magnussen DNS 04:01:50 DNS - 10 Guðmundur Joensen 02:49:25 DNS DNS - 11 Florian Spicher DNS DNS 04:20:39 -