Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JONAS FEKK IKKI BÆÐI MÁLINI Danski liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, átti høvuðsleiklutin í bæði málinum til 1-0 og 3-0. Hevði hann verið skrásettur sum málskjútti fyri hesi bæði málini, so hevði tað verið fyri fyrstu ferð í hansara 134 dystum í Effodeildini, at hetta hendi seg. Men fyrsta málið í dystinum er skrásett sum sjálvmál á dómaraseðlinum, tí at bólturin fór í Rógva Joensen hjá TB/FCS/Royn og skifti kós, áðrenn hann endaði í netinum Tað sigur leikbannaði venj­arin hjá suðuroyingunum, sum er samdur í avgerðini hjá sínum hjálparvenjarum um at skifta Poul Ingason út longu eftir eitt korter. Eisini er hann ónøgdur við bæði sítt egna felag og dømingar í gjár av ymsum orsøkum Eitt korter er farið av dysti­ num ímillum KÍ og TB/FCS/ Royn við Djúpumýru. Suður­ oy­ingarnir, sum hendan sunnu­dagin eru farnir ta langu leið úr sunnastu oynni til norðoyggjar, hava fingið eina sanna marrubyrjan í fyrsta umfarinum eftir summar­steðgin. Longu eftir 10 minuttir stendur 2-0 til KÍ á máltalvuni. Leik­bannaði venjarin hjá suður­oy­ing­ unum, Maurice Ross, hoyrist um allan leik­vøll­in, með­an hann ónøgdur frá áskoðara­ pláss­unum rópar eftir sínum leikarum. Okkurt má henda. Høvuðsvenjarin til hendan dystin hjá suður­oy­ ingunum, Palli Augustinus­ sen, ger eina útskifting. Van­liga, tá ið ein útskifting verð­ur gjørd so tíðliga í ein­um dysti, so er tað tí, at ein leikari er skaddur. Venj­ar­ar vilja í so stóran mun sum gjørligt bíða til sein­na hálvleik við at gera eina útskifting. Men ikki hesaferð. Poul Ingason verður út­ skift­ur fyri David Müller, ið verður innskiftur til sín fyrsta dyst í Effodeildini. Tað er eyðsæð, at Poul Ingason verð­ur tikin á bóli. Hann hygg­ur ovfarin og argur út á bonkin og fer síðani ta tungu og eyðmýkjandi leið av vøllinum. Síðani gongur hann beint út í skiftirúmið. Tað er ongin ivi um, at ein slík útskifting svíðir fyri ein og hvønn fótbóltsleikara. Grundgevingin - Fyri venjaran á bonkinum sá tað út sum, at Poul var skadd­ur. Hann gekk út ímóti bonki­num, hann rann ikki, sum hann plagar, og hann helt um økslina. Vit vóru aftan­fyri 2-0 longu eftir eitt kort­er, so har var ongin tíð at spilla. Kanska var hann skadd­ur, kanska ikki. Teir á bonki­num tóku avgerðina, og avrikið hjá avloysara hansara, David Müller, var góð­kent, sigur Maurice Ross, sum stóð úti ímillum áskoðar­arnar og hugdi. Tað tyktist tó ikki at vera nakar ivi um, at Poul Ingason fram­vegis var til dystin fús - klárur at spæla. Men venj­ ar­ar taka slíkar avgerðir, ikki leikarar, sigur bersøgni skot­in. - Tað er ikki meiningin, at Poul skal skilja útskiftingina. Tað er meiningin, at hann skal virða hana. Liðugt. Men eg vil eisini siga, at hann hevði ongantíð skulað givið venjaranum møguleikan at skift hann út, tá ið hann fór yvir til bonkin og lætst at vera skaddur. Ein leikari skal ongan­tíð geva venjaranum møgu­leikan at skifta hann út. Ein leikari eigur at verða hálvgum sleipaður av vøllinum, áðrenn hann fer út. Poul sá skaddur út og rann ikki sum vanligt, og so bleiv hann útskiftur. Longri er søgan ikki. Dømingar Tað bleiv enn verri fyri suður­oy­ingarnar. Fyrsta mál­ið kom burturúr ongum, tá ið Jonas Flindt Rasmussen royndi seg við skoti, sum fór í Rógva Joensen á vegnum og í netið. Seinni var Jonas Flindt aftur upp á spæl, tá ið hann skallaði bóltin í mál eftir hornaspark. 3-0 til KÍ í hálv­leikinum, og longu tá var dysturin so at siga avgjørdur. - Í fyrra hálvleiki vóru vit leikliga væl við í dystinum. Men hvussu ofta hendir tað seg í einari lívstíð, at ein miðverji roynir seg úr 25 metrum, rakar ein mann á vegnum og bólturin fer upp í málhornið? Í samband við triðja málið vóru leikarar mínir ávaraðir um, at tann stóri við 4-talinum ofta renn­ur til aftaru stong, sigur Maurice Ross. Harafturat vóru nakrar døm­ingar í fyrra hálvleiki, ið Maurice Ross er alt annað enn nøgdur við. Serliga sipar hann til brotssparkið, sum elvdi til málið til 2-0, tá ið Rógvi Joensen og fyrr­ verandi TB-leikarin, Albert Adu, stoyttu saman. - Brotssparkið til KÍ helt eg vera eitt fríspark til mítt lið. Rógvi (Joensen) sær ikki ein­gongd Adu, tá ið hann royn­ir eftir bóltinum, og teir eru líka góðir um leikin, tá ið teir stoyta saman. Støðan kundi blivið til fríspark til okkum, men sjálvandi er tað ikki eitt fríspark kortini. Sjálv­andi verður dømt brots­ spark, sigur skotski venjarin heldur speiskur á málinum. Maurice Ross heldur har­ afturat, at um KÍ átti eitt brots­spark í fyrra hálvleiki, so áttu suðuroyingarnir eisi­ni minst eitt. Hann sip­ ar til tvær støður. Í fyrru støðu­ni metir skotski venj­ ar­in, at Jón Krosslá verður feldur, tá ið hann er um at verða fríur ímóti málinum. Í seinnu støðu­ni metir Ross, at ein klaksvíkingur brúkar hondina í egnum brotsteigi í samband við einum deyðbólt hjá suðuroyingunum. Ongin venjingardystur Liðini, sum spældu í Klaks­ vík í gjár, hava havt ymsar fortreytir síðani Effo­ deildin fór í summarfrí 23. juni. Klaksvíkingarnir hava verið á evropeiska palli­ num og roynt seg ímóti AIK Stockholm, og har­aftur­at spældu teir venj­ing­ar­dyst leygardagin í undan­farnu viku ímóti EB/Streymi. Hinvegin hava suð­ur­oy­ ingarnir ikki spælt evro­ peiskan fótbólt, og teir hava ei­heldur spælt nakran venj­ ingar­dyst. Tað hóvar ikki Maurice Ross. - Tá ið felagið ikki skipar fyri nøkrum venjingardysti í summarsteðginum, so kann slíkt henda. Hetta er okkara fyrsti dystur í meira enn fýra vikur. Eigur tað at vera mín ábyrgd at skipa fyri einum venj­ingardysti? Eg spurdi meg fyri í felagnum, um tað ikki kundi blíva skipað fyri einum venjingardysti í steðgi­num, men har hendi onki. Í tað sást tað, at vit ikki hava spælt í yvir fýra vikur. Vit orkaðu ikki nóg væl, og tað plaga vit annars altíð, sigur ein heldur ónøgdur Maurice Ross. Málið Suðuroyingarnar hava við sín­um nýggja felagsliði tikið mangan fótbóltsfjeppara á bóli í hesum kapp­ingar­ár­ inum. Fyrsta partin av kapp­ ingini vóru teir heilt frammi í oddinum, meðan teir í dag eru á einum fimta plássi, har bert trý stig eru upp til eitt fjórða pláss, ið møgu­ liga kann geva evro­peiskan fótbólt. Málið hjá suður­ oyingunum og Maurice Ross er tó eittans. - Mín uppgáva er at varð­ veita liðið í deildini. Um vit enda eitt stig omanfyri niður­flytingarstrikuna, so er málið klárað. Enda vit hægri enn nummar átta í deild­ini, so er tað bonus fyri okkum. Trý feløg eru sett saman í eitt, 11 av mínum leikar­um endaðu nummar fýra við FC Suðuroy í 1. deild í fjør, so longu nú hava vit klárað okkum nógv betur enn væntað. Í ár skulu vit yvir­ liva og síðani byggja víðari til framtíðina, vóru seinastu orðini frá Maurice Ross. Klaksvíkingar bjóða aftur av Eftir hálvleiksstøðuna 3-0 skoraðu liðini hvør sítt mál í seinna hálvleiki. Fyrst mink­ aði David Müller um munin til 3-1, men heilt spennandi bleiv tað ongantíð, tí Páll Klettskarð avgjørdi dystin miðskeiðis í hálvleikinum til endaliga úrslitið, 4-1. Harvið hevur KÍ fram­ veg­is líka nógv stig sum Vík­ingur, sum er fremst í Effodeildini. Júst hesi lið­ ini stríddust um meistara­ heitið í fjør, og tað fara tey helst aftur at gera í ár. Fríggjadagin 11. august, á Summarfestivalinum, hitt­ ast júst hesi bæði liðini við Djúpumýru. Men fyrst hava klaks­ vík­ing­ar aðrar uppgávur at hugsa um. Útidystur ímóti HB er á skránni á sjálvari Ólav­søkuni. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Maurice Ross: POUL SKAL VIRÐA ÚTSKIFTINGINA