Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 MIKUDAGSBLAÐIÐ Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ólavsøka er fyri framman, og tjóð­ arhátíðin gevur fólki í Føroyum og út­lendingum høvi at savnast til hugnaligar dagar í høvuðsstaðnum. Nógv er á skránni, og møguleiki er at uppliva mangt og hvat av mentan, ítrótti, fólkalívi og annað. Frítíðarfelagsskapir, ítróttarfeløg, matstovur, kaffistovur, privatfólk og onnur spíla seg út og skapa óteljandi møguleikar hjá teimum, sum vilja njóta og uppliva ólavsøku. Ólavsøkudag er ein tann størsta hátíðarløtan í okkara sam­fel­agi, tá ið løgtingið verður sett. Skrúð­ gong­an úr løgtinginum og oman í Dómkirkjuna, har tey ráðandi fara til gudstænastu, undirstrikar sam­ bandið millum samfelag og krist­ in­dóm. Tá ið tingfólk koma aftur á Vaglið og hava lýtt á kórsang, verð­ ur løgtingið sett, og løgmaður held­ ur ólavsøkurøðuna. Hesa løtu er okk­ara fólkaræði so prýðiligt, sum tað fær verið. Í ár er stórur spenningur um røð­una hjá Akseli V. Johannesen, løg­manni, tí samgongan hevur stórar avbjóðingar, nú eitt nýtt ting­ár er fyri framman. Samgongan er komin umleið í helvt við sínum skeiði, og mest týð­andi málið hjá samgonguni – fiski­vinnunýskipanin – er enn ikki framd, hóast sera nógv politisk orka hevur verið løgd í hana. Ætlanin var at fáa fiskivinnunýskipanina sam­tykta fyri summarferiuna, men hóast tingið arbeiddi inn í juli mán­ að, lukkaðist tað ikki, og tingið varð sent heim, tí vónir vóru ikki um, at málið fór at koma ígjøgnum innan rímiliga tíð. Talan er um eitt sera trupult mál, sum hevur ligið alt ov leingi á láni. Nú hevur samgongan gjørt eina veruliga roynd at skipa fiski­ vinnuna av nýggjum, og tað er meiri, enn sigast kann um und­an­ farnu samgongur, sum ikki vístu ábyrgd í málinum. Løgmaður skal á ólavsøku boða frá, hvørjar ætlanir samgongan hev­ur í komandi tingári, og bíðað verður í spenningi eftir, hvat løgmaður fer at siga um fiski­ vinnunýskipanina og sam­starvið í samgonguni. Eisini verð­ur spennandi at vita, hvat løg­maður fer at siga um nýggju stjórn­ar­skip­ anina, sum eftir ætlan skal á fólka­ at­kvøðu flaggdagin næsta ár. Sosialurin ynskir øllum eina góða ólavsøku! Løgmaður skal nú greiða frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur í næsta tingári ÓLAVSØKA VIÐ HUGNA OG SPENNINGI Polit­ ik­arar hava ligið sjóvar­ fallið av sær JÓGVAN INGVARD OLSEN SÍÐA 13 Ein steinur lendi á mær JÓSEF ANNFINNSON SÍÐA 6-7 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Seinasti ringurin laksi við føroyskari stammu, hevur gingið á Skálafjørðinum í einum ringi hjá Bakkafrost. Lítið hevur verið gjørt við tann føroyska laksin síðan 2008, tá alifeløgini fóru frá at nýta rogn, við vórðu fram­ leidd í Føroyum, til at nýta rogn úr Norra og Íslandi. So við og við er nøgdin minkað og til endans var ein ringur eftir við 15,000 laks­ um í, sum hevur gingið á Skála­fjørðinum. Tað hevur verið tosa nógv um hvat skal gerast við hesar seinastu laksarnar av før­oyskum uppruna. Bakka­ frost tók eina avgerð í 2013 um at royna at bjarga tí sein­ asta, sum eftir var. Nú er avgerð so tikin um at fyribils skal laksurin ganga á Lívsfiskastøðini í Skop­un. Tað er eitt úrslit av einum samstarvi millum Fiska­aling og Bakkafrost. Júst hvat skal gerast við laks­in framyvir, er tó ikki av­gjørt. Við hesum er tó enn møgu­ligt at arbeiða víðari við at menna tann føroyska laksin. Føroyski laksurin gongur nú í Skopun Seinastu vikurnar hevur sera nógv virksemi verið á MEST, bæði á Skála, í Runavík og í Havn. - Bedingar og dokk hava verið fult upptiknar og nógv ferð er á í løtuni, boðar MEST frá á heimasíðu sínari. Á Skála eru tvey skip hjá Bakka­frost. Róland verður umbygdur frá frálandaskipi til avlúsingarskip, og Hans á Bakka er til vanligt viðlík­ hald og onkrar tillagingar. Harumframt eru Jupiter hjá reiðarínum Varðanum og Phoenix hjá reiðarínum OCJ til vanligt viðlíkahald. Fram­herji hevur í løtuni tvey skip á Skála. Høgaberg er til vanligt viðlíkahald og lutvíst yvirdekkan og líni­ bát­urin Sigmund til vanligt við­líkahald. Í Tórshavn eru tvey vága­ skip á bedingini - Vesturleiki úr Sørvági og Eivind úr Sanda­vági, sum eru til vanligt viðlíkahald. Tvíkiljan Mið­vík fær skift skrúvur og Smaragd úr Klaksvík er til vanligt viðlíkahald og smærri umvælingar. - Tað er altíð hugaligt tá føroysk reiðarí velja at fáa teirra umvælingar og við­líka­ halds­arbeiði gjør tí Føroyum, siga tey á MEST. Bedingar og dokk eru full Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Eingin Sosialur um vikuskiftið Dagsins Sosialur er seinasta blaðið, sum kemur út fyri ólavsøku. Vanliga vikuskiftisblaðið kemur ikki út hesa vikuna orsaka ólavsøkuna. Næsta útgávan av Sosialinum kemur mánadagin 31. juli. Eingin Sosialur um vikuskiftið Dagsins Sosialur er seinasta blaðið, sum kemur út fyri ólavsøku. Vanliga vikuskiftisblaðið kemur ikki út hesa vikuna orsaka ólavsøkuna. Næsta útgávan av Sosialinum kemur mánadagin 31. juli.