Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eyðun Klakstein Í samband við, at fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leós­ dótt­ir luttaka og seta ársins Faroe Pride tiltak, legg­ur Jónína Leósdóttir bók fram um teirra felagslív. Bóka­ fram­løgan verður í Rit & Rák í SMS mikukvøldið, 26. juli 2017, kl. 19.00. Jóhanna Sigurðardóttir gjørd­ist fyrsti kvinnuligi for­setis­ráðharrin í Íslandi í 2009 og fekk soleiðis til upp­gáva at rudda upp eftir stóra húsgangin. Jóhanna gjørd­ist samstundis fyrsti opin samkyndur lands­ leiðari í heiminum. Í 2010 var íslendska for­setis­ráð­ harra­parið á almennari vitj­ an í Føroyum. Henda vitj­an fekk nógva altjóða miðla­um­ talu, tá tað frættist, at ikki øll innbjóðaðu vildu luttaka við almenna døgurð­an hjá løgtinginum, tí for­sætis­ ráðharrin var sam­kyndur. Í bókini ”Jóhanna og eg” viðgerð, Jónína Leós­dótt­ir, kona fyrrverandi for­sætis­ ráð­harran, sum sjálv er rit­ høvund­ur og fyrrverandi journal­istur hesa serligu vitj­ an í Føroyum. Bókin snýr seg eisini um lív teirra saman, sum hjún, landsleiðarar, ís­ lendsk­an politikk og teirra lív sum heimskendar LGBT undan­gongukvinnur. Hetta er fyrstu ferð, at fyrr­verandi forsetis­ráð­ harra­parið vitjar aftur í Før­ oy­um eftir nógv um­rød­du al­mennu Føroya vitjan­una í 2010. Bókin ”Jóhanna og eg” er til taks á donskum og íslendskum. Møguleiki er at ogna sær bókina og fáa hana signeraða á almenna og ókeypis tiltakinum í Rit & Rák í SMS mikukvøldið. Hallur av Rana – Trygdin fyllir alsamt meira nú. Vit eru noydd at fyrireika okkum til slíkt og seta betongstabbar upp ymsa staðni í býnum. Tað sigur Annika Olsen, borgar­ stjóri í Tórshavnar kommunu, í sam­røðu við Ólavsøkublaðið hjá Miðla­húsinum viðvíkjandi nýggju betong­stabbunum, ið hava verið at sæð í samband við størri tiltøk í høvuðs­staðnum. Bæði til Tórsfest og Voxbotn vóru slíkir stabbar settir upp, ið høvdu til endamáls at forða bilum at koyra inn í støð har nógv fólk vórðu savnað, og sambært einum yvir­liti, ið Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt á heimasíðuni, sæst at ellivu ferðsluforðingar verða settar upp til ólavsøkuna, ið skulu forða ferðsluni. Tað er løgreglan, Tórshavnar kom­muna og sløkkiliðið, ið hava ábyrgd fyri trygdini á ólavsøku. Kristian Martin Joensen, ið um­ boð­ar løgregluna í arbeiðinum, upp­lýsir fyri Miðlahúsinum, at tað er fyri almennu trygdina, at ferðslu­forðingarnar eru settar upp, og at talan ikki einans er at tryggja býin móti yvirgangi. – Hetta er gjørt, tí vit hugsa um al­mennu trygdina sum heild. Móti yvir­gangi kann man aldrin fult væl tryggja seg, men á ólavsøku ganga nógv fólk í miðbýnum og ynskja vit ikki, at bilar kunnu koyra har nógv fólk eru savnað, greið­ir Kristian Martin Joensen frá. Løgreglumaðurin upplýsir eisini, at hann ikki væntar, at nýgg­ja átakið loypir ótta á fólk, tí tað er ikki nógv øðrvísi tí, ið hevur ver­ið gjørt undanfarnu ár. - Áðrenn vórðu skeltir sett upp, með­an vit í ár hava valt at seta upp stabb­ar. So munurin í ár er, at bilar ikki bara kunna koyra framvið, tí har er ein fysisk sperring, sigur Kristian Martin Joensen. Dánjal av Rana Rigmor Dam lands­ stýris­kvinna hevur sett Regin Marnersson í starvið sum skúla­stjóra í Skúlanum á Fløt­um. Hann er 37 ára gamal og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2005. Regin Marnersson hev­ur tikið akademi merko­no­m­útbúgving í leiðslu, skeið í per­són­ ligari leiðs­lu­menn­ing, stakgrein í verk­æt­lan­ar­ leiðslu og er tik­in inn á námsfrøðiligu leiðslu­út­ búgvingina á Setri­num. Hann hevur starvast í skúlaverkinum í mong ár, sum lærari í Tórshavnar Kom­munuskúla frá 2005 til 2012, sum vara­skúla­ stjóri og seinni sum stjóri í Skúla­num á Giljanesi frá 2012 - 2015 og hevur frá 1. mars 2015 verið stjóri í Námi. Regin Marnersson tek­ur við starvinum sum skúla­stjóri í Skúlanum á Fløt­um 1. august 2017. Nýggjur skúla­stjóri settur á Fløtum Ellivu stabbar skulu tryggja ímóti yvirgangi Stjórin á Námi verður nú skúlastjóri Hetta er gjørt, tí vit hugsa um almennu trygdina sum heild, sigur løgreglan Stabbar verða settir upp í høvuðsstaðnum at styrkja um trygdina á ólavsøku Eyðun Klakstein Seinnapartin hósdagin klokk­an 16 letur árliga ólav­ søku­fram­sýningin hjá Lions Club Tórshavn upp í Müllers Pakk­húsi. Hetta er átjanda árið á rað, at skipað verður fyri hesi framsýning, sum tey síðstu mongu árini hevur hild­ið til á sama stað. Hesaferð eru ikki færri enn 140 lista­verk við, og er talan um verk eftir bæði kend og roynd listafólk og so tey, ið kanska ikki so ofta hava verið við á fram­sýn­ ing­um, og ikki er óvanligt, at listafólk sýna fram fyri fyrstu ferð her. Alt samalt gev­ur tað eina fjølbroytta og sera spennandi framsýning. Talan er um eina sølu­ fram­sýning, so ein part­ur av søluni fer til eitt væl­ gerðar­endamál, umframt at øll atgongumerkjainntøkan fer sama veg. Sostatt ber til at stuðla einum góðum enda­máli við at vitja fram­ sýn­ing­ina – og ikki minni, um okkurt listaverk verður keypt. Stuðla skótasmáttu Í ár hevur Lions Club Tórs­ havn gjørt av, at allur ágóðin av ólavsøkuframsýningini skal fara til KFUM-skót­ar­nar í Havn, sum ætla at byggja eina skótasmáttu í Havna­ dali, á leguøkinum Millum Tjarna. Góðar vónir eru um, at fitt av pengum fæst til enda­málið, tí vanliga verður fram­sýningin væl vitjað, og tey vitjandi plaga at stuðla væl. Nevnast kann, at í fjør fekk KRIS 70.000 krón­ ur og í fyrraárið Føroya Fólkaháskúli 65.000 krónur frá ­framsýningini. Eisini tey vitjandi hava møguleika at gera kvettið, tí mill­um øll atgongumerkini verður drigið um ein málning eftir Bárð Jákupsson, ið Betri hev­ur latið. Sum sagt, letur fram­sýn­ ingin upp hósdagin klokkan 16, tá hon er opin til klokkan 20, og annars er opið ólav­ søku­aftan frá klokkan 14 til 20, ólavsøkudag frá klokkan 14 til 20, og sunnudagin frá klokk­an 14 til 18. 140 listaverk í Müllers Pakkhúsi Allur ágóðin av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer í ár til KFUM-skótarnar í Havn, sum ætla at byggja eina skótasmáttu í Havnadali Tey vitjandi á ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn kunnu vinna henda málningin eftir Bárð Jákupsson, ið Betri hevur latið til framsýningina í Müllers Pakkhúsi í ár Jóhanna og eg í Havn Kona fyrrverandi íslendska ráðharran leggur egna bók fram