týsdagur 25. juli 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum gyri sýnda samkenslu, tá
kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara.
Herluf J. E. Andreasen, Tórshavn
f. 17.06.30 - d. 21.03.2017
Andaðist og varð jarðaður
Tøkk til tykkum á Boðanesheiminum, sum
á ymiskan hátt hjálptu okkum síðstu tíðina.
Tøkk til prest fyri góð orð, til
kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Eisini takka vit tykkum, sum hjálptu, komu við
køkum, fyri blómur og kransar og øllum tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Andreas, Sanna, Oddmar og Tórhalla v/familju
Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu, tá
kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Familjunar vegna
Andreas, Sanna, Oddmar og Tórhalla
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt
vístu samkenslu tá góða mamma, vermanna,
omma og langomma okkara
Bina Dahl
f. 16-08-26 d. 14-04-17
andaðist og varð jarðað
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á heiminum við
Vallalíð sum tóku tykkum so væl av henni.
Elsebeth, Marjun og Barbara við
familju
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður,
pápi og abbi
Henrik Gerster
Bráddliga andaðist og varð jarðaður.
Vit takka Ann Dahl Hansen, presti, fyri
troystarrík orð til minningarhátíðina. Tøkk til
øll, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk til Jens
Marna Hansen fyri vakran sang í kirkjuni.
Takk til tykkum øll, sum vóru við til
minningarhátíðina í Hoyvíkar Kirkju.
Ein serlig tøkk til familju, vinir, grannar,
arbeiðspláss, starvsfelagar og øll onnur, sum
hjálptu til á ymsan hátt og vóru og framvegis
eru um okkum.
Ann Britt, Estrid, Sandra, Jesper,
Camilla og Aren.
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt sýndu okkum samkenslu og
hjálpsemi, tá
okkara elskaði maður, pápi, abbi og langabbi
Mikkjal Ørvarodd
20.06.1950- 20.05.2017
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum,
sum vóru um Mikk, teir sístu tímarnir og fyri
góða umsorgan fyri hvørja ferð, hann var hjá
tykkum.
Tøkk til sangarar, urguleikara, berarar og
gravarar. Tøkk til Bergur Debes Joensen,
prest, fyri sera góð og troystarfull orð.
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur til
Strandarlon á Boðanesheiminum.
Ein serstøk tøkk til leiðslu og starvsfólk á
Boðanesheiminum. Hjartaliga takk fyri, øll
somul, fyri alt tað, tit vóru fyri Mikk. Fyri
góða røkt, umsorgan og fyri tykkara hjálpsemi
og vælvild, tá Mikk hevði aðrar ætlanir enn
tit. Mikk helt so nógv av tykkum, og tit dugdu
so væl at møta honum, har hann var.
Skyldfólkum og vinfólkum, sum so trúføst
vitjaðu Mikk, takka vit so inniliga. Tað hevði
nógv at siga fyri hann, at gestir komu á gátt á
Boðanesheiminum og kundu siga honum frá
øllum tí, sum hann ikki fekk tikið lut í.
Tøkk tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til í
samband við andlát hansara, jarðarferðini og
við ervinum.
Tøkk til tykkum, sum møttu í kapellinum
og til tykkum, stóru fjøld, ið fylgdi Mikk til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fam. vegna
Esther, Sigrun, Tania
Komið higar til Mín, øll tit,
ið strevast og hava tungt at bera
Eg skal geva tykkum hvílu!
Matt.11, 28
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæri pápi,
verfaðir, abbi, langabbi og Oldurabbi
Torkil Vesturgaard
f. 06.08.1931 d.14.04.2017
andaðist og varð jarðaður
Eina hjartans tøkk til tykkum á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheim í vóru so góð við hann,
tað tíð hann var hjá tykkum, til Prest Jónsvein
Beck fyri troystarrík orð.
Tøkk fyri peningargávur til Suðuroyar Ellis-
og Røktarheim og fyri blómur og kransar.
Tøkk tit øll sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Birtha, Hjallgrím, Guðrið og Fróði.
TØKK