mánadagur 31. juli 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Víkingur liggur uppaftur betri á
FM kósini, enn meistararnir gjør
du undan ólavsøkuumfarinum. Í
Trongisvági var avrikið professio
nelt og støðugt.
-Vit vunnu 3-0, og tað gekk
soleiðis, sum vit høvdu roknað
við. Tað ráddi um at vera tættir
í verjupartinum, tí vit vistu, at
heimaliðið fór at leggja fyri við
nógvari ferð og stórum trýsti.
Soleiðis varð tað, og vit skoraðu
undan steðginum tvey mál, sum
góvu okkum frið, sigur miðvallarin
Heðin Hansen hjá Víkingi.
Heðin er fluttur aftur í Víking
eftir nakrar mánaðir í HB. Hann
skoraði fyrsta málið, tá ið tað restaðu
tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og
lítla løtu undan steðginum økti Sølvi
Vatnhamar. Í báðum førum átti væl
upplagdi Hans Pauli Samuelsen
næstsíðsta fótin á bóltinum.
-Í steðginum tosaðu vit um at
halda fram, sum vit høvdu gjørt.
Vit vistu, at Suðringarnir fóru at
leggja fyri við nógvari ferð, og at
tað aftur ráddi um hjá okkum at
vera tættir í verjuni. Vit vóru væl
skipaðir, og alt varð avgjørt, tá ið
Adeshina Lawal økti til 3-0, sigur
Heðin Hansen.
Triðja málið varð skorað eftir
langa framlegging frá Atla Greger
sen.
Fagnaður og lætti
í HB leguni
Eftir vónbrot oman á vónbrot og
soltna úrtøku higartil í ár reisti HB
seg úr øskuni sum fuglurin føniks
sjálvan ólavsøkudag, tá ið tað
eydnaðist at vinna 2-1 á KÍ. Tapið
ber við sær, at KÍ nú er trý stig
aftanfyri Víking og bara tvey stig
frammanfyri NSÍ. Merkisvert er
tað, at klaksvíkingar í fýra teimum
síðstu umførunum hava tapt tvær
ferðir, og at tað báðu ferðirnar
hevur verið ímóti havnarfeløg
unum.
HB er aftur á fimta plássi.
Veteranurin Símun Samuelsen var
ein av mongu HB spælarunum, sum
vístu góðan hugburð, og hann fegn
ast um kærkomna sigurin.
-Tað líkar øllum væl uttan teim
um í HB, tá ið HB tapir. HB er meiri
enn úrslitini í 2017, og vit eru fegnir
um, at tað nú eydnaðist at venda
gongdini. Vit arbeiddu nógv fyri
tí, og eftir at Øssur Dalbúð javnaði,
tá ið ein hálvur tími var farin, varð
spælið meiri javnt. Eftir hvíldina
løgdu vit betri fyri, og tað var ikki
óuppiborið, tá ið Adrian Justinus
sen umsetti innleggið frá Ára
Mohr Jónsson til 2-1, heldur Símun
Samuelsen.
-Eg veit ikki, um klaksvíkingar
vóru nøgdir við javnleikin. Teir lógu
í hvussu so er longri afturi fyrsta
korterið eftir steðgin, enn teir
høvdu gjørt. Tá ið vit høvdu skorað,
royndu teir at spenna álopsbogan
alt meiri. Vit vistu, at teir eru
vandamiklir í deyðbóltsstøðum, og
at teir eru vandamiklir í sambandi
við innlegg, men vit vóru væl skip
aðir, og Teitur var stinnur í brots
teiginum.
Klaksvíkingar
vóru
øgiliga
vónbrotnir
frammanfyri
stóru
áskoðarafjøldini – ein stórur partur
var úr Klaksvík og Norðoyggjum.
-Vit mugu ásanna, at HB spælar
arnir vóru raskir. Um teir halda
fram soleiðis, so fara at teir at
taka stig frá fleiri, sum vit kappast
við. Fyrstu løtuna vóru vit greitt
omaná, og vit høvdu møguleikar at
skora fleiri mál enn tað, sum Páll
A. Klettskarð skoraði eftir innlegg
úr vinstru frá Ísaki Simonsen.
Tað gekk javnt fyri seg, men í løt
um megnaðu vit ikki nóg væl at
spæla okkum úr pressinum, og tað
vóru smáir marginalir, sum vóru
avgerandi, tí síðstu løtuna høvdu
vit fleiri góðar møguleikar, heldur
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt
Rasmussen.
NSÍ vinnur 10-0 í
fimm dagar
Tað sær framvegis út til, at 60
ára føðingardagsárið kann
verða minnisríkt hjá NSÍ.
Um ein lítlan mánað
verður steypafinalan
ímóti B36, og eftir
ólavsøkuumfarið er
NSÍ nærri silvur
krónunum
enn
undan hesum um
farinum. Nú eru
tað tvey stig fram
til KÍ.
Øll málini í 3-0
sigrinum í Fugla
firði vórðu skorað
undan steðginum.
ÍF helt tørn, inntil
fyrri hálvleikur var
hálvrunnin. So skræd
naði, og øll trý málini
vórðu skorað eftir langar
framleggingar.
Klæmint
A. Olsen heilfluktaði eftir
framlegging, sum Pól Jóhannus
Justinussen
við
høvdinum
snittaði víðari, Jann Benjaminsen
økti til 2-0, eftir at Jan Ó.
Ellingsgaard úr vinstru hevði lagt
tvørtur um til Árna Frederiksberg,
sum legði flatt innfyri aftur, og Pól
Jóhannus Justinussen stútaði til
3-0, eftir at Per Langgaard hevði
lagt langt og høgt í brotsteigin.
Tølini siga, at NSÍ maskinan er
væl smurd. Tað endaði 7-0 í Sørvági
næstsíðsta sunnudag og nú 3-0 í
Fuglafirði ella tilsaman seks stig
og 10-0 í fimm dagar. Tað er ikki so
galið!
Hjá ÍF sær ikki væl út. Um lív
skal verða fuglfirðingum lagað í
bestu deildini, so skulu teir sann
líkt í ellivu teimum seinastu um
førunum vinna ellivu stig fleiri enn
Skála. Burtur úr sekstan teimum
fyrstu umførunum hevur ÍF vunn
ið seks stig.
Skála misti aftur
á stokkinum
Tvær tær síðstu ferðirnar hevur
tað kenst snópisligt hjá Skála. Í
Gundadali næstsíðsta sunnudag
varð 1-0 leiðsla í evstu løtu vend
til 2-1 tap ímóti B36, og hóskvøldið
glapp 1-0 sigurin Skála av hondum
í evstu løtu.
Við rimmar skoti úr 25 metrum
sendi vongverjin í høgru Ari Olsen
Skála framum. Hetta var síðsta
sparkið í fyrra hálvleiki.
Skála helt tørn, inntil tað bara
restaði ein lítil løta. Tá javnaði inn
skifti Arnbjørn Hansen við fínum
fluktara, eftir at innskifti Arnar
Dam sera snilt við frísparki hevði
lyft bóltin upp um Skála mann
garðin.
EB/Streyma trýstið fyri at javna
var langt og stórt, og tað var um
reppið, at tað eydnaðist
EB/Streymi at fara við
øllum, tí eftir útjavnandi
málið var trýstið framvegis
stórt á heimamálið á Skála, sum
kortini slapp við skrekkinum.
Nú verður tað avgerandi
07 Vestur fór ólavsøkuaftan úr
Gundadali við 2-0 tapi ímóti B36,
sum skoraði bæði málini í fyrra
hálvleiki.
-Eg eri ikki so illa nøgdur við
hugburðin og arbeiðsavrikið. B36
eigur eitt gott lið, og tað verða fleiri
enn vit, sum fara at tapa ímóti
teimum í Gundadali. Nú snýr tað
seg um dystirnar ímóti Skála og
EB/Streymi. Vit eru seks stig frá
bjargingini, og tað er alneyðugt
Effo-deildin:
Ólavsøkan var góð fyri B36 og HB, sum gjørdi av
við klaksvíkingar, ið nú eru tvey stig frammanfyri
NSÍ, sum vann tryggan sigur í Fuglafirði
VÍKINGARNIR RÍÐA
Á ALDUKAMBINUM
FÓTBÓLTUR