Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað leikar har á í politisku skipanini í hes­um døgum. Andstøðan koyrir á við atfinningum ímóti bæði fiski­ vinnu­nýskipan, pen­sjóns­ný­skip­an og ikki minst stjórn­ar­skip­an­ar­upp­ skot­i­num. Vit kunnu ikki siga, at lands­ stýr­ið hevur víst hepna hond við upp­skot­i­num fiskivinnunýskipan. Rætt er, at einki var gjørt, síðani Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í sam­gong­uni millum Sam­bands­ flokk­in, Fólkaflokkin og Javn­að­ar­ flokk­in fyri góðaum 10 árum síðani segði upp skipanina. Tí var tað heldur eingin, sum segði, at tað skuldi vera lætt hjá hes­ari samgonguni at finna semju. Størsti trupulleikin er, at pol­itik­ar­ ar síggja størri í at stinga hvør øðr­ um skør, enn at finna saman um ta bestu semj­una, sum allir flokkar kunnu vera við til. Hetta er ein støðugur trup­ul­ leiki. Vit skulu ikki siga, at and­ støð­an í dag er verri enn aðrar and­ støð­ur hava verið. Men tað er løgið at eyg­leiða, hvussu ábyrgdarleyst tað verð­ur arbeitt í politikki. Størstu undran skapti tað tó, at løg­tings­for­mað­ur­in av sínum ein­ ting­um sló beinini undan Høgna Hoy­dal og fiskivinnunýskipanini við at senda Løgtingið til hús. Slíkt er ikki sæð áður – og tað vís­ir vant­ andi vilja ella evni til samstarv, tá floks­fel­ag­ar og samgongufelagar upp­føra so undarliga í politikki. Tað er í øllum førum øvugt manna­gongd, tá løg­tings­for­mað­ ur­in tekur løg­mann og lands­stýr­ is­mann­in í fiski­vinnu­mál­um av ræði á hendan hátt. Hvussu hetta á­virk­ar arbeiðslagið millum hesar tríggj­ar, kunnu vit bert gita um. Men greitt er, at hvørki løgmaður ella Høgni Hoydal hava ráð ella tíð at berj­ast við løgtingsformannin. Tí lata teir sum um væl stendur til. Tað var kanska ikki væntandi, at upp­skotið um stjórnarskipan fór at verða lagt fram nú í øllum roka­num. Og tí kom tað helst ó­vænt­að á mong, tá løg­maður á ólav­søku boðaði frá, at uppskotið sama dag fór at verða lagt út al­ ment til hoyringar. Spurningurin er so, um frægari vilji er at fremja tað málið – ella um tann viðgerðin fær somu nei­ligu viðgerð, sum uppskotið um fiski­ vinnu­ný­skipan fær. Enn er ilt at taka støðu til, um vit skulu trúgva uppá, at fiski­ vinn­u­ný­ski­p­an­in og stjórnar­skip­ an­in skulu fremjast í heyst. Or­ søk­ina til, at vit eru ivasom, eig­ur samgongan, sum ikki hevur víst gott ar­beiðs­lag í so máta. Og hjálp frá andstøðuni er valla væntandi. Nógv bendir á, at fiski­vinnu­ný­ skap­an­in verður framd við minst møgu­liga meiriluta. Men ber tað til við stjórn­ar­skip­ an­ini, sum skal fyri fólksins dóm? Valla. Hví hava politikarar so barnsligt arbeiðslag? fer at røkka ella støkka? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin V/RENÉ CHRISTENSEN TVØROYRI, TLF. 37 10 81 COLORAMA.DK/TVØROYRI Í 1987 byrjaðu vit virksemi á Tvøroyri og í ár fara vit at hátíðarhalda 30 ára føðingardag. Vit vilja fegin takka viðskiftafólkum okkara fyri góðan stuðul og fara tí at lata 30% í avsláttri av ØLLUM vørum hósdag, fríggjadag og leygardag (3., 4. og 5. august 2017) % AVSLÁTTUR Í 3 DAGAR AVSLÁTTUR Í 3 DAGAR 3., 4. og 5. august