týsdagur 1. august 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BRETLAND OG FØROYAR
ERU GAMLIR VINIR
Sólvit E. Nolsø
solvit@sosialurin.fo
Bretski ráðharrin í fiski
vinnumálum, Michael Gove,
var í Føroyum mánadagin
og týsdagin, har hann skuldi
hitta løgmann og landsstýr
ismenninar Poul Michelsen
og Høgna Hoydal. Ætlanin
við vitjanini var fyrst og
fremst at fundast um frí
handil millum londini og um
fiskivinnusamráðingar mill
um Føroyar og Bretland, sum
skjótt gerst eitt strandarland
í eitt nú makrelsamráðing
unum.
Harumframt var hann
eisini á grøvunum hjá teim
bretsku hermonnunum, ið
lótu lív her undir seinna
heimsbardaga, eins og hann
vitjaði krígssavnið í Miðvági.
Tað er fyrstu ferð, at ein
bretskur fiskimálaráðharri
vitjar í Føroyum.
Michael
Gove
hevði
ein stuttan tíðindafund í
Tinganesi, har hann legði
dent á, at hann var í Føroy
um fyri at viðlíkahalda sam
bandið millum londini.
Hann segði, at nú Bret
land fer úr ES um tvey ár,
er neyðugt at taka upp sam
starv og samband við londini,
ið tey deila sjóøki við, fyri at
tryggja sær, at bæði fiskarí
og umsitingin av sjóøkinum
verður gjørt á ein skilagóðan
hátt.
– Bretland og Føroyar eru
gamlir vinir og tí er tað eis
ini í okkara áhuga at tosa
um fríhandil og at fáa ein so
góða handilsavtalu sum gjør
ligt. Tað gerst alt meir neyð
ugt, nú vit eru á veg úr ES,
segði Michael Gove.
Bretland fer at verða ein
aktivur partnari
Bylgjurnar
gingu
ofta
høgt undir makrelstríðnum,
sum var frá 2007-14. Skotsku
fiskimennirnar í uppsjóvar
vinnuni vórðu ikki blíðir við
okkara politikkarar og fiski
menn, sum teir skýrdu fyri at
verða sjórænarar, sum stjólu
teirra fisk. Eftir at avtala
var gjørd partanna millum,
var framvegis ein ónøgd hjá
skotum, at føroyingar høvdu
fingið ov góða avtalu.
Michael Gove svaraði ikki
beinleiðis uppá hetta, men
hann segði, at hansara ørindi
vórðu, at visa føroyingar um,
at Bretland vildi samstarv og
vildi arbeiða saman við hin
um londunum í norðurat
lantshavinum.
– Vit vilja samstarva við
Føroyar, eins væl og við Ís
lands og Norra og hini lond
ini í norðri. Vit hava ein fe
lagsábyrgd av sjóøkinum.
Tí mæla vit til eitt gott sam
starv um hetta økið og um
annað, so sum gransking
innan tað sama.
Vitjaði bretskar gravir
Eftir tíðindafundin í Tinga
nesi, fór fylgið hjá Michael
Gove út í kirkjugarðin við
Velbastaðvegin. Har legði
hann ein krans við gravir
nar hjá teim 38 bretsku her
monnunum, ið liggja grivnir
har. Tað var ein friðarlig løta,
har hann fekk kunning um
tíðina undir krígnum.
Eftir tað var farið umborð
á Høgaberg, ið sigldi teir til
Miðvágs, har vitjað var á
krígssavninum, áðrenn farið
var avstað aftur.
Fundur var eisini millum
Høgna Hoydal og Michael
Gove umborð á Høgaberg.
Bretski fiskimálaráðharrin, Michael Gove, hevur júst verið í Føroyum á almennari vitjan. Endmálið tyktist
fyrst og fremst at verða, at stykja sambandið millum londini, nú Bretland sær út at gerast strandaland í
fiskivinnusamráðingum. Fleiri ferðir endurtók Michael Gove setningin: Bretland og Føroyar eru gamlir vinir
Høgni Hoydal,
Michael Gove og Poul
Michelsen eftir loknan
fund í Tinganesi
Michael Gove fekk
kunning um gravirnar
Michael Gove leggur krans á gravir hjá bretskum hermonnum, ið eru grivnir í Føroyum
Myndir: Jens Kristian Vang
Bretski og føroyski fiskimálaráðharrarnir frammanfyri Høgaberg