hósdagur 3. august 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
32
BAKSÍÐAN
ÁRNI GREGERSEN
Henrik Old – hetta havi eg
skrivað til tín at lesa, men eg
havi onki ímóti at Hilmar Eliasen
eisini lesur við.
Skal beinanvegin siga, at hetta
hevur onki við Holland at gera
og at heldur onki hollendskt orð
verður brúkt í hesum stubba.
Nei, hetta snýr seg um føroysk
viðurskiftir: tænastustøði og
okkara máti at skipa hetta
evarska lítla samfelagið.
Fór við Smyrli í seinastu viku
úr Havn suður á Krambatanga
við. Eitt frálíkt skip at ferðast við.
Í hvussu so er sum eg upplivi tað,
tær tríggjar-fýra ferðir um árið eg
ferðist til Suðuroyar.
Hendan dagin, beint eftir
middag, var Smyril seinkaður
ein hálvan tíma, men fyri mítt
viðkomandi hevði tað ongan
týdning.
Vit vóru nøkur fólk, sum
bíðaðu, men tá ið hann sigldi var
alt í fínasta lagi. Gott veður og
gott huglag umborð.
Vit sótu nøkur saman og
tosaðu um, at vit áttu at fáa
okkum ein bita á vegnum suður
á Krambatanga. Onkur helt vit
áttu at bíða eina løtu, tí dagurin
fór at verða langur og vit skuldu
norðuraftur við leigaðum báti,
har vit ikki væntaðu at fáa nakað
at eta.
Knappliga ljóðar í
hátalaranum umborð á Smyrli:
Kafeteria á dekk 6 letur aftur um
10 minuttir.
Vit hugdu hvør uppá annan og
undraðust á, hvat hetta var fyri
nakað. Hetta var helst eitt mistak,
men fyri at tryggja okkum, at
búkurin fekk tað, sum honum
tørvaði, fóru vit í kafeteria. Jú tað
var rætt, tey stongu um eina løtu.
Vit høvdu ikki siglt hálvan
vegin og almenna Strandferðslan
avgjørdi at lata einastu
inntøkukelduna umborð aftur.
Hugsa vit tænastustøði, so
er hetta langt uttanfyri mark. Í
veruleikanum er hetta at halda
ferðafólkini umborð á snotuligu
ferjuni, Smyril, fyri ta turru
rukku.
Sæð út frá einum handilsligum
sjónarhorni, so kann ein siga, at
kafeteria er einsamalt og hevur
í veruleikanum ferðafólkini sum
gíðslar umborð. Skuldu vit keypa
okkurt, so er bert ein veitari.
Heldur nakar, at ein privatur
handilsmaður hevði valt hesa
loysnina. Nei, hann hevði roynt at
hála so nógvan pening úr okkara
lummum sum møguligt, teir tveir
tímarnar vit noyddust at vera
umborð á vegnum suður.
Men okkara almenna reiðarí,
sum hevur til endamáls at tæna
borgarunum í Føroyum, hugsar?
Lat tey bara sita við turran
munn.
Tað er ilt at skilja, at slíkt
hendir. Eg veit sjálvandi, at
Henrik Old og Hilmar Eliasen
fara at tosa um sáttmálar og
hvílitíð. Tað kann gott vera, men
fyri tað fyrsta so eru tit sjálvir
við at samráðast um sáttmálar
og í øðrum lagi, so eru tit leiðarar,
sum skulu skipa arbeiðið
innanfyri sáttmálarnar.
Handan nemma loysnin við,
at so má tað ganga útyvir tey
ferðandi, kann als ikki góðtakast
Er tað so, so er talan um
vánaliga leiðslu.
(Skal her leggja afturat, at eg
havi fingið at vita frá fleiri, at
hetta als ikki er nakað eindømi
– hetta hendir ofta – eisini dagin
fyri eg fór suður við Smyrli)
Eg kom suður og livi eisini
við elendigari tænastu, men
hetta líkist svartasta ongum. Og
tit sum leiðarar skulu ikki siga,
at hetta er so smátt, at hetta er
ongantíð komið á tykkara borð.
Tað passar ikki.
Tit hava saman við
borgarstjóranum í Havn í
summar fylt fjølmiðlarnar við
orðagangi um eina rokning fyri
havnapengar hjá Ternuni.
Spinn rópast slíkt í dag.
Eitt reiðarí við almennum
pengum í 10-tals milljónum og
ein kommuna, sum arbeiðir við
eini fíggjarætlan uppá skjótt eina
milljard.
Gor og gall og “Góða mamma,
tað var ikki eg”.
30.000 krónur um árið svarar
til 2500 krónur um mánaðin ella
80 krónur um dagin.
Hvat billa tit tykkum inn?
Hav kafeteria opið umborð
á Smyrli allan vegin, sel tveir
kyllingar við kips, so er hatta
loyst.
(NB! Hetta er eitt sindur av grenji,
tað veit eg væl. Og legg til merkis,
eg fór bara suður við Smyrli.
Norðaftur fór eg við leigaðum
átti. Og tá ið ein ikki skal gjalda
ferðaseðil úr Havn til Suðuroyar,
so var hetta ein gratis túrur
suður)
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
BARBARA HOLM
– Hetta byrjaði við, at eg ikki kendi meg aftur
í filmunum, sum vórðu vístur í Føroyum,
segði stovnarin Nadia Abraham, sum
stendur á odda fyri stóra festivalinum Faroe
Island International Minority Film Festival,
sum fer av bakkastokki 7. september í ár.
– Á ungum árum brúkti eg nógva tíð
í biografinum. Har eygleiddi eg vøkru,
ljóshærdu damsel-in-distress forelska seg
í flotta, sterka manninum. Eftir at hava
ferðast runt heimin, byrjaði eg at skilja hesa
einsháttaðu áskoðanina av veruleikanum.
Sum queer, rasublandað og sjálvbjargin, var
eg ongantíð umboðað í hesum gomlu film
unum, og ei heldur síggi eg stórar broytingar
í nútíðargilmum. Eg ynski at broyta hetta,
og eg trúgvi veruliga, at biografurin er ein
pallur, hvar tað letur seg gera, skrivar Nadia
Abraham, í faldaranum fyri festivalin.
Í døgunum 7. - 10. september verður
Perlan karmur um eina ógvuliga fjølbroytta
løtu í høvuðsstaðnum. Tí hesar dagar sleppa
áskoðarar at kaga inn í svensk, amerikanska
filmin KIKI, sum snýr seg um, hvussu
latín-afroamerikanskur queer ungdómur í
gøtunum í New York trívist í hesum døgum.
Hvørjum brenna tey fyri og hvar koma tey
saman? Vit síggja eisini søguna um Xolani,
sum er ein afrikanskur maður, sum stendur
á einum vegamóti, tí hann skal velja ímill
um siðbundna stammulívið og sína egnu
sannføring. Hetta eru bara tveir av fleiri
altjóða filmum, sum verða vístir hesar dagar.
Men tað eru ikki einans mongu filmar
nir, sum fara at merkja sjálvan festivalin.
Tí aftrat hesum verða listaframsýningar
av ymiskum slagið, fleiri altjóða gestir
koma til Føroya og hesi skulu luttaka í
pallborðsfundi. Evnið til tann fundin er: At
hava við eina heimskreppu at gera – kvinnur
í filmi.
Um evnið skriva
fyrireikararnir soleiðis:
"Vit eru mitt í einari heimskreppu við
støðugt vaksandi fremmandahatri og
homofobia. Litt fólk og samkynd litt fólk eru
marginaliseraðir minnilutabólkar, sum eru
harðast raktir. Hvussu kunnu vit gera okkara
í hesum heimsfevnandi trupulleika? Hvør er
okkara ábyrgd sum heimsins borgarar, lista
fólk, leikstjórar og aktivistar. Hví er hetta
umrøðuevni áhugavert í Føroyum?"
Les meira um filmfestivalin á fimff.fo
Nýggjur føroyskur filmfestivalur
til frama fyri ymisleika