týsdagur 8. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er ikki sørt provokerandi
stríðsmál, sum ungmannafelagið
hjá Javnaðarflokkinum hevur tik
ið upp til kjak – við at krevja, at vit
skulu hava fría fosturtøku í Føroy
um.
Tað eru sum vera man ymsar
hugsanir um hetta málið. Tað er
ikki floksbundið, hvat fólk halda
– og uttan iva er hetta eitt av teim
um málum, sum politikarar skjóta
undir »etisk mál«, sum merkir, at
tingfólk í flokkunum sjálv sleppa
at taka støðu. Á tann hátt sleppa
flokkarnir jú eisini undan at taka
støðu.
Og tað er júst tað, sum mangan
er stóri trupulleikin í Føroyum, at
flokkar fáast ikki at taka støðu til
mál. Og tá tað eru mál, har avgerð
arrætturin liggur í Danmark, so eru
tað politikarar, sum veruliga halda,
at málsøkið ikki skal yvirtakast, tí
vandi er fyri, at føroyingar fara at
broyta lógina.
Ein løgin hugsunarháttur.
Tað er skjótt at staðfesta, at
okkara fosturtøkulóg er ein av
teimum gomlu í londum á okkara
leiðum. Sama lóg, sum danir fingu
fyri góðum 60 árum síðani. Men
tann danska varð broytt fyri 44
árum síðani, tá danskir ríkisborg
arar í Danmark fingu fría fostur
tøku – gamla lógin var hangandi í
Føroyum, og hana hava vit enn.
Søguliga sæð, so hevur fostur
tøka verið ein álvarsom brotsgerð
– so álvarsom, at fram til 1866
vórðu kvinnur hálshøgdar, um tær
tóku fosturtøku.
Eftir ta tíð var revsingin linkað
til átta ára fongsul – og í 1930 til
tvey ára fongsul. Tá bar tó til at
fremja fosturtøku, um læknin helt
vanda vera fyri lív og heilsu hjá
kvinnuni. Í 1956 fekk Danmark ta
fosturtøkulóg, sum Føroyar hava
í dag.
Men Danmark fekk fría fostur
tøku í 1973. Føroyska fosturtøku
lógin er framvegis hin gamla í Dan
mark frá 1956. Sambært hesi lóg er
fosturtøka ikki frí í Føroyum, men
undir ávísum umstøðum ber tó til
at fremja fosturtøku.
Hyggja vit at listanum við lond
um í Evropa, sum hava strangari
fosturtøkulóg, enn vit, so eru tað
tey katólsku londini – og so smáu
londini sum Malta, Andorra, San
Marino og Lichtenstein.
Eins og tíðin broytir so nógv, so
broytir hon eisini hugsanina um
fosturtøku. Tann so víðagitna glíð
ibreytin man eisini fara at gera seg
galdandi her.
Spurningurin er bara, um tíðin í
Føroyum er búgvin til kjak um fría
fosturtøku – ella tað má bíða nøk
ur ár enn.
Men lítil ivi er um, at fyrr ella
seinni fáa Føroyar eisini eina lóg
um fría fosturtøku.
Fyrr ella seinna fáa eisini
Føroyar lóg um fría fosturtøku
Tað vit ikki vlija kjakst um
Vit
hava vøru
at selja
Tíðindi síða 6-7
680
børn fara
í 1. flokk
Skúlabyrjan
Síða 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
»In the middle
of the ocean« er
heitið á nýggj
astu framsýn
ingini hjá føroya
vininum, donsku
listarkvinnuni,
Ingrid Møller
Vilmund Jacobsen
Í døgunum 11.-16. august fer
danska listarkvinnan, Ingrid
Møller, at hava listafram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík,
har hon fer at hava opið frá
klokkan 12-18.
Ingrid Møller, sum er ógv
uliga hugtikin av føroysku
náttúruni og skiftandi veð
urlagnum, hevur verið nógv
í Føroyum, og í sínari tíð ar
beiddi hon eisini her.
Gjøgnum árini hevur hon
havt fleiri framsýningar í
Smiðjuni í Lítluvík.
Í samband við hesa fram
sýningina verður ferniser
ing fríggjadagin, 11. august
klokkan 14, og her eru øll
sjálvsagt hjartaliga vælkom
in. Framsýningin hesaferð
hevur heitið ”In the middle
of the ocean”, sum leiðir til
okkara 18 smáu oyggjar her
uppi í tí harðbalna Atlantar
havinum.
Við sær á framsýningini
hevur Ingrid Møller serliga
akrylmálningar – við bæði
kendum og eksperimentera
ndi motivum og tulkingum
úr Føroyum.
Ingrid Møller í
Smiðjuni í Lítluvík
Løgtingsins
vinnunevnd,
sum alt vár hevur baksast
við uppskotið um nýskipan
av fiskivinnuni og framvegis
ger tað, fer 2. september á
vitjan í Japan.
Tingnevndir fara við jøvn
um millumbilum uttanlands
ferðir, og í ár er tað vinnu
nevndin, sum stendur fyri
tørni.
Talan er um eina kunn
ingar- og íblástrarferð. At tað
gjørdist Japan hongur saman
við, at ein japanskur politikari
vitjaði í Føroyum. Hann hevði
samband við politisku skipan
ina her.
Nú er tað hent at sami
maður, Taro Kono, er vorðin
uttanríkisráðharri í japansku
stjórnini.
Vinnunevndin ger fleiri
vitjanir í Japan. Tað er danska
sendistovan í Japan, sum
stendur fyri praktisku til
rættaleggingini í Japan.
Bjarni Hammer úr Javn
aðarflokkinum, er formaður í
vinnunevndini. Hinir limirnir
eru Jógvan Skorheim, Bjørt
Samuelsen, Magni Arge, Jørg
en Niclasen, Jákup Mikkelsen
og Bjørn Kalsøe.Bjørn Kalsø.
Fara til Japan at
finna sær íblástur
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum er formaður í
Løgtingsins vinnunevnd