týsdagur 8. august 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Eitt farloyvisstarv sum skriv stovu
fólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst
at søkja til setan frá 1. oktober í ár
til 30. september 2018.
Uppgávurnar eru í
høvuðsheitum hesar:
Alt vanligt skrivstovuarbeiði og
ávísar serligar uppgávur so sum:
Ábyrgdina av telefonavgreiðslu,
ferðum, móttøku, nevndarrøkil.
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal helst
hava skrivstovuútbúgving ella
sam svar andi útbúgving ella
royndir á økinum. Ein treyt fyri at
verða settur er, at viðkomandi er
kønur í føroyskum, hevur royndir
at arbeiða við teldu og hevur
áhuga í politiskum arbeiði.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt í 5. lønar flokki
eftir sáttmálanum mill um Fíggjar
málráðið og Starvs manna felagið.
Løgtingið:
Upplýsing um Løgtingið og løg
tings arbeiðið er at finna á heima
síðu okkara www.logting.fo.
Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum
og møguligum ummælum skulu
sendast Løgtinginum, Tinghúsvegi
13, Boks 208, 110 Tórshavn ella
í telduposti til: logting@logting.fo,
og vera okkum í hendi í seinasta
lagi 23. august 2017, kl. 12.
Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Beintu
Isaksen, tingskrivara, á
tel. 363910 ella teldu post
beintai@logting.fo, ella til
Johnhard Klettheyggj, stjóra,
á tel. 520294 ella telduposti
johnhardk@logting.fo
FARLOYVISSTARV
SUM SKRIVSTOVUFÓLK
Í LØGTINGINUM
Tel. 320 320 · www.petri.fo
Ókeypis kanning
av protesum
Nýtt smíl?
Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum
Talgildingin setir nýggj krøv til samskifti og arbeiðs-
gongdir, at goyma dátur, skipa tær og finna tær
skjótt aftur.
Fyri at veita almennu stovnunum so munadyggar
KT tænastur, sum til ber á hesum økinum, sóknast
Gjaldstovan tí eftir fólki at røkja uppgávur í
sam bandi við hesar skip an irnar:
• SharePoint
• Intranet
• Journalskipan
Felags fyri skipanirnar er, at tær eru kjarnin í
virk semi num hjá stovnunum, tá ið hugsað verður um
at hand fara dátur og samskifti, innanhýsis eins og
við aðrar stovnar, fyritøkur og borgarar. Tað hev ur tí
stóran týdning, at hesar skipanirnar virka væl og
stuðla arbeiðsgongdunum á stovnunum.
Uppgávan
Tú skalt standa fyri skipanunum og hjálpa
stovnunum at fáa bestu nyttu burtur úr teimum.
Talan er um at staðfesta tørv, kravfesta, umsita
brúkaraatgongdir, seta skipanirnar í verk, veita
brúkara hjálp og tryggja, at skipanirnar fylgja ásettu
trygd ar krøvunum. Partur av uppgávuni er eisini
áhaldandi at menna skipanirnar, so at tær eisini
nøkta tørvin í framtíðini.
Førleikar
Setanin er grundað á eina sameining av eginleikum,
útbúgving og royndum.
Ávís útbúgving er ikki kravd, men hóskandi útbúgving
kann vera bachelor í KT ella samskifti ella teldu støð ing ur.
Tú skalt hava góðar KT førleikar og hava royndir við
at umsita SharePoint, sum minsta mark á úrvals -
brúkarastigi. Tað er fyrimunur, hevur tú royndir við
at umsita Wizdom og 360°.
Starvið krevur nógv samskifti og samskipan við bæði
stovnar og veitarar. Tí ímynda vit okkum, at tú mást
duga at lurta og skilja tørvin hjá stovnunum, vera
fyrikomandi, tolin, duga væl at samskifta í talu og
skrift og eisini vera gott umboðsfólk fyri Gjaldstovuna.
Tú skalt eisini duga at standa fyri smærri verk ætlan um.
Tú skalt arbeiða skjótt, vera framfýsin, hava áræði
og duga at seta út í kortið.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sátt mála
við viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður lønt eftir,
hvørjar viðkomandi royndir og útbúgving, tú hevur.
Starvið er skipað í deildini KT Landsins.
Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum tilmælum skal
verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009,
110 Tórshavn ella við teldubrævi til
birgir@gjaldstovan.fo
Umsóknarfreistin er hósdagin 17. august kl. 12.00.
Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær
til Birgir av Steinum, deildarstjóra, sum er at hitta
á tel. 792499.
Ábyrgdarfólk til SharePoint,
intranet og journalskipan
GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR
TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 GJALDSTOVAN@GJALDSTOVAN.FO I WWW.GJALDSTOVAN.FO
Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: Løn & Bókhald Landsins, KT Landsins og Talgildu Føroyar. Á Gjaldstovuni starvast 60 fólk,
13 teirra á KT Landsins. Uppgávan hjá KT Landsins er at veita almennum stovnum KT tænastur og samskipa KT á yvirskipaðum
stigi, so tað almenna fær munadyggar KT loysnir.