Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri 11. august 2017 Tað er stuttligari at klandrast enn at finna finna semjur – í øllum førum hjá tingfólki Nógv bendir á, at uppskotið um stjór­nar­ skip­an verð­ur skotið niður í parta­pol­it­isk­ um mjarri. Ikki tí. Vit kunnu helst ikki vænta meira av teimum, sum sita á tingi. Tey hava so mang­an víst, at uppskot frá mótpartinum per prin­sipp er nakað lort. Taka vit bæriligu kósina, sum Tjóð­veld­ is­flokk­ur­in og Fólkaflokkurin settu í 1998 um at skipa Føroyar sum fullveldisríki – sum teir eisini fingu Sjálvstýrisflokkin og Mið­flokk­in við uppá, so er tað løgið, at hesir flokkar ikki kunnu semjast. Hvat er tað, sum ger, at Fólkaflokkurin og Tjóð­veldi ikki kunnu semjast um eina stjórn­ar­skip­an, sum greitt skilmarkar, at vald­ið í Føroyum er hjá Føroya fólki? Og hvat er tað, sum ger, at Sam­bands­ flokk­ur­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in ikki kunnu semj­ast um eina stjórnarskipan, sum við­ur­ kennir heimastýrislógina og virðir donsku grund­lóg­ina? Tað er løgið. Vit vóna tó, at tað ikki verð­ur so knívs­skorið, tá til stykkis kem­ur. Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki kolldømt uppskotið eins og Fólkaflokkurin. Tað er søgan, sum endurtekur seg. Vit hava sjabbað um ríkisrættarligu støðuna í stórt­hundrað ár og meira. Gamaní eru fram­stig hend, men ikki tí at vit hava funnið semj­ur í Før­oy­um. Vit fingu floksbýti á tingi av somu orsøk í 1906. Tað var als ikki tí, at vit høvdu kapi­talist­a­flokkar og proletarflokkar. Nei, vit høvdu ein tvøran sambandsflokk og ein eitt sindur meira frísinnaðan sjálv­stýr­ is­flokk. Eftir fólkaatkvøuna í 1946 kom eisini split í loys­ing­ar­rørsluna. Fólka­flokk­urin hevði pynt­að seg við undir­heit­i­num »rad­i­kalt sjálv­stýri« – eitt heiti, sum hann helst fyri frið skyld hevur slept seinni. Møguleikin er nú, at allir flokkar gera eina semju um stjórnarskipanina. Ikki tí at hetta hevur so øgiliga stóran týdning. Men tað hevði verið áhugavert, um Føroya fólk slapp at samtykja eina stjórnarskipan ella grund­lóg, sum staðfestir, at valdið í Før­oy­ um liggur hjá fólkinum í Føroyum. Men politikarum dámar betur at klandr­ ast. Finnast at líkagyldigum petitessum. Tá koma teir sjálvir persónliga í fokus. Ein semja kann hinvegin fáa politikkin í fokus – tað tola ikki øll tingfólk, tíverri... Tá fólkaskúlin byrjar aftur miku­dagin, byrja tilsamans 680 næmingar í 1. flokki í skúlu­num kring landið. Hetta siga fyribilstølini hjá Menta­málaráðnum. Lagt verður aftrat, at tað tó ikki er vist, at hetta verður neyva talið, tí onnur ár hava víst, at enda­ligu tølini eru ikki greið fyrr enn umleið 1. september. Í Mentamálanum verður sagt, at talið av gent­um í 1. flokki skúlaárið 2017/ 2018 verður 323, og talið av dreingjum verður 357. Soleiðis verða dreingirnir, sum byrja í 1. flokki, 34 fleiri enn genturnar. Hyggja vit eftir, hvussu nógvir 1. flokkar til­ sam­ans verða kring landið í komandi skúlaári, er talið neyvt 100. Tað merkir, at 6,8 næmingar í miðal verða í hvørjum flokki: Semja skuggar fyri sjálvprofilering Les eisini blaðið á telefonini – Eg gleði meg til nú at uppliva land­ ið aftur, sigur Steve Lukhater, sum vitjaði í Føroyum fyri 21 árum síðani Steve Lukather og hinir í bólkinum Toto komu til landið hósmorgunin. Hóast kon­ sert­in við teimum á Summar Festi­valinum ikki verður fyrr enn leygarkvøldið, so eru teir í góð­ari tíð. – Eg var her fyri 21 árum síðani, og her var fan­tast­iskt at spæla og at vera, og eg gleði meg til nú at uppliva landið aftur, sigur Steve Luk­at­her í stuttari viðmerking við in.fo Hann heldur, at tað ger einki, um tað regnar. – Eg havi flogið kring allan heimin í ár, og tað regnar í allari verðini, sigur hann smílandi. – Men eg vóni tó, at veðurfrøðingarnir hava rætt, og at tað verður turt og gott verð­ ur leyg­ar­kvøld­ið. – Eg lovi tykkum, at tit skulu fáa eina góða kon­sert, og eg skal garantera tykkum, at vit spæla akkurát líka væl, sum fyri 21 árum síðani, sigur hann. Steve Lukather: – Vit spæla minst líka væl sum í 1996 Símun Gullaksen í Klaksvík, sum sæst saman við Steve Lukather á myndini, er ferðaleiðari hjá teimum í Toto á ferðini. Um 700 børn fara í 1. flokk Skúlabyrjan Vakurt at vera kikasður... Samrøða Síða 6-8 Fólkaatkvøða spøkir Tema síða 14