hósdagur 10. august 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
11
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
Hví skulu vit hava eina stjórnarskipan? Hvat er hon til og hví hevur verið
arbeitt uppá hana í næstan 20 ár nú? Tað eru lutfalsliga fá ár síðan, at
nógv kjakaðust um stjórnarskipanina og hvønn týdning hon skuldi hava.
Serliga gekk kjakið fyri seg á loysing-samband ásanum, har fleiri vildu
verða við, at ein stjórnarskipan skuldi verða okkara vegur til loysing.
SÓLVIT E. NOLSØ
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
T
að var kanska heldur ikki heilt
av leið, at kjakið tók út gangs-
støði í tí ásanum, tí arb eiðið
byrjaði ikki sum eitt stjórn-
ar skipanararbeiði, men sum ein nevnd,
ið skuldi gera eina føroyska grund lóg.
Jóan Pauli Joensen sat sum for maður
í nevndini. Arbeitt var fyri, at Før oy ar
skuldu gerast ein tjóð, leys frá rík is fe-
lags skapinum við Danmark.
Tað vísti seg tó, at hetta arbeiðið bar
ikki á mál og í 2003 var grundógarnevndin
broytt til eina stjórnarskipanarnevnd.
Ein grundlóg og ein stjórnarskipan eru í
sær sjálvum ikki so ymiskar, men heitið
grund lóg hevur eina ógvusligari løðing í
sær, enn stjórnarskipan.
Bárður Larsen, løgfrøðingur, og Rúni
Ras mussen, stjórmálafrøðingur, siga í
grein nevnd Konsensus og fælles grundlag
– det nye udkast til færøsk forfatning frá
2007, at arbeiðið í grundlógarnevndini
gekk ikki so skjótt sum ætla og við tíðini
misti loysingarrørslan ferðina og steðgaði
upp. Hildið var tó, at ein stjórnarskipan
var eitt gott amboð hjá einum landi, loys-
ing ella ikki. Tí var hildið fram við arb-
eið num.
Hvat er ein stjórnarskipan
Rúni Rasmussen, stjórnamálafrøðingur
og fyrr verandi limur í stjórn ar skip an-
ar nevndini, hevur eina grein í Før oyskt
Lógar Rit í 2006, har hann lýsir hugs an-
in ar handan stjórnarskipanina og hvat
hug takið konstitutionalisma merkir.
Rúni Rasmussen sigur eisini í greinini,
at tað finst eingin felags niðurstøða uppá
hvat ein stjórnarskipan ella grundlóg er,
men nøkur týdningarmikil hugtøk ganga
aftur. Orðið konstitution merkir grund-
lóg ella stjórnarskipan, ið er ein lóg, ið
av m arkar valdið hjá politisku skipanini
og staðfestir frælsi og verjir rættindir hjá
borg ar unum. Samstundis skal tað borga
fyri einum stabiliteti, at hava eina lóg, ið
er grundarlagið undir øllum øðrum lógum
í ein um landi. Býtið av valdinum millum
lóg gevandi, útinnandi og dømandi valdið
er eisini ein avgerandi partur, ið verður
stað festur í eini stjórnarskipan at verða
ein grundleggjandi hornarsteinur undir
ein um demokratiskum samfelag.
Bárður Larsen og Kári á Rógvi skriva
soleiðis í Fyrra Flaggdagsáliti frá 2004, at
“formliga kann verða sagt, at meðan van-
lig tinglóg ikki bindur komandi ting, so
bind ur stjórnarskipanin komandi ting, ið
ikki kunnu avtaka ella broyta skipanina
eft ir vanligari lógarmannagongd. Stjórn-
ar skip anin virkar vanliga sum ein lóg, ið
formliga temur ella leiðbeinir tað pol it-
iska vald, ið einaferð er í einum ávísum
sam felag. Dómstólarnir hava ofta sein-
asta orðið at siga í spurningum um tulk-
ing av stjórnarskipanin. Men ongin kann
endaliga vera omanfyri sjálvan heim il ar-
an (fólkið og tingið ella hvør nú endaliga
við tek ur skip an ina) ið hevur skapað
stjórn ar skip an ina og við henni innsett
allar lands ins myndugleikar, herundir
døm andi myndugleikan”.
Samanumtikið kann sigast, at ein
stjórn ar skip an er ein staðfesting av, at
valdið liggur hjá fólkinum og at valdið
hjá um boð andi partinum, stjórnini, skal
av mark ast so tað ikki gongur frælsinum
hjá fólk inum ov nær. Ein stjórnarskipan
ligg ur sum grundarlar undir øðrum skip-
an um í landinum og skal tryggja ein
stabi li tet undir samfelagnum.
Tað er so tað formliga í tí. Tað er hugs-
an in handan eini stjórnarskipan. Er tað
nóg mikið til at seta tað á politiska dags-
skrá nú og fáa eitt kjak um hesi við ur-
skift ir í Føroyum? Tað er torført at siga,
men tað má sigast, at enn er ikki nógv
ferð komin á kjakið.
Tað er tó nakað um tað, Kári á Rógvi og
Bárð ur Larsen siga í Fyrra Flaggdagsáliti,
at ein stjórnarskipan skal helst orðast og
góðkennast í góðum tíðum og tá ein ávís
“edrúiligheit” er í samfelagnum. Stjórn ar-
skipanir og grundlógir verða oftast sam-
tykt ar í krepputíðum, men tá er ofta ov
lít ið skil á einum samfelag til at kunna
leggja virðini og fyri einum framtíðar
sam fe lag. “Tað er sum um tað kensluøsta
fólk ið í einum rúsi vil tryggja seg móti sær
sjálv um í meira friðarligum og støðugum
tíð um. Hetta kann samanberast við, at
mað ur meðan hann er fullur samtykkir
við tøk ur fyri, hvussu lívið skal livast,
tá hann er edrúur”, siga Kári á Rógvi og
Bárð ur Larsen í Fyrra Flaggdagsáliti.
Tì skal tað gerast í góðum tíðum, meðan
pol itisku og samfelagsligu viðurskiftini
ikki eru kollrend, men hinvegin koyra
væl, sum tey gera í Føroyum í løtuni.
UNDLÓG
RISSKIPAN