Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Vágsbø ella Vágsbø (i) Eitt kristið land? Ritan er ein nøktandi loysn Betta á Dalinum Fyri nøkrum árum síðani varð kjak­ ast, um rætt var at friða Gerðabø ella ikki, og í tí sambandi hoyrdi eg nak­að, sum eg ikki hevði hoyrt áður, tí onkur helt fyri í fjølmiðlunum, at tað er vakurt og frítt á Gerðabøi. Seinni hoyrdist tað sama, tá ið talan var um Summarfestivalin á Vágs­bø. Tá ljóðaði, at hýrurin er góð­ur á Vágsbøi. Hetta ljóðaði so skeivt fyri mær og skurraði í oyrunum, tí eg hoyrdi fyri mær tey eldru, ið kundu taka nak­að soleiðis til: “Nú er ein maður far­in at velta yviri á Gerðabø.” (ikki bøi) ella: “Ein veðrur gongur á Vágs­ bø.” (ikki bøi). Fyri nøkrum árum síðani ringdi eg til ein kendan, málkønan persón og spurdi hann, hvat ið var rættast at siga. Hesin segði mær, at reglan er, at tá ið talan er um staðarnavn, sum hevur við “bø” at gera, so er einki “i” í endanum í hvørjumfalli. Persónurin nevndi tvey dømi: Ein bygd eitur Bøur, men vit sigi ikki, at nakar býr í Bøi. Nei, vit siga, at tey búgva í Bø ella eru ættað úr Bø. Tað sama er galdandi fyri Kirkju­bø. Eingin sigur, at tað er vak­urt í Kirkjubøi, men tað er vak­urt í Kirkjubø, ella tey eru úr Kirkju­bø o.s.fr. Er talan um bø, sum ikki er stað­ ar­navn,­ er bæði bø og bøi loyvt í hvørj­um­falli, fekk eg at vita. Sostatt er rættast at siga, t.d.: Tað er vakurt á Gerðabø, bóndi býr á Gravarbø, tey hoyggja á Upp­sala­ bø, og Summarfestivalurin verður hild­in á Vágsbø (ikki bøi). Nú kann onkur halda, at tað kann gera tað sama. Bara øll skilja, hvat vit siga, so hevur tað ongan týdn­ing, um eitt orð endar við i ella ikki, men eg havi mangan hoyrt, at skulu vit varðveita okkara kæra móð­ur­mál og ansa eftir, at tað ikki skeiklast, so eiga vit at minna á og rætt­leiða – serstakliga tá ið okk­urt verður skeivt borið fram í fjøl­miðl­ unum, tí tað hevur stóra ávirkan. Fyri hvørt árið, sum Summ­ar­ festi­val­ur hevur verið hildin, havi eg hoyrt hetta oftari og oftari, og nú er tað heilt vanligt, at sagt verð­ ur: á Vágsbøi, har tað eigur at vera á Vágsbø, og hetta argar meg so mikið, at eg kann ikki halda mær longur men noyðist at koma við ein­ari viðmerking um hetta, hó­ ast eg als ikki eri serfrøðingur í føroyskum máli. Sjálv dámar mær væl, tá ið onkur rættar meg í sam­ bandi við móðurmálið. Hetta var bara ein lítil, vinalig rætt­leiðing, og so er at vóna, at øll, sum vóru á Summarfestivalinum, hugn­aðu sær á Vágsbø. Maria Jacobsen Nú er ólavsøkan farin, og nú gav landstýrið okkum aft­ur ein hvøkk. Nú ynskja teir ikki, at tað skal standa í stýr­is­skip­ an­anarlógini,­ at Før­oy­ar er eitt kristið land. Eg má siga, at tað ljóðar løgið. Føroyar hava jú verið kristnar í 1000 ár, eg haldi, at vit skulu vera sera var­ in, áðrenn vit fara at kasta okk­ ara gamla mentunararv burt­ ur. Fyri eini tíð síðani var tað hjúnarbandslógin sum var álop­ in, nú er tað hetta, tosaði nakar um glíðibreyt? Tá ið tosað verður um lond, so tosar man um kommunistisk lond, musl­imsk lond og kristin lond o.s.fr. Hvat skulu vit nú verða, eitt nýtt Albania kanska? Vit sum ikki vóru á ólavs­ søku, settu okkum við an­dakt framman fyri sjón­varps­skíggj­ an at hyggja eftir ól­avs­søku­ gudstænastuni, sum er ein sera hátíðarlig løta. Um vit nú ikki fara at eita eitt kristið land, so fara føroyingar at kunnu velja onga gudstænastu at hava. Kanska kann skrúð­gong­an, ístaðin fyri at fara í dóm­kirkj­ una, velja at fara í onkran ann­an bygning í Havn til onkran pol­it­ isk­an fyrilestur, áðrenn farið verð­ur í løgtingið. Vit hava eina halgidagslóg t.d., hana fara vit heldur ikki at nýt­ast, vit hava eisini eina skúla­ lóg sum er bygd á eitt kristið grund­arlag, tað fer man heldur ikki at taka so álvarsligt, tá íð vit ikki eru eitt kristið land, so hava øll meira frítt spæl. Tað, at vit eita eitt kristið land inniber tað, at vit gera okkara lógir, so tær sam­svara kristin sjónarmið. Russ­iski rithøvundurin, Dosto­ jev­ski segði einaferð: "Um Gud ikki er, so er alt loyvt!" Tað verður tað sama, um vit fara at lirka tað kristna burtur úr okkara samfelag. Eg haldi, at við einum slíkum upp­skoti, eru vit aftur farin at gera okkum inn á "tann innara múr­in" sum Bergur Debes Joen­ sen skrivaði um. Men eg haldi, at ein samgonga við bara 16 løgtingslimum, plus ein­um sum hongur í leysari luft, eig­ur undir ongum umstøðum at avgera slík álvarsmál. Okkara kanska størsti pol­it­ ik­ari, Jóannes Patursson, skriv­ aði hesi orðini: Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyfti, sum tú gav allan aldur Føroyum tryggja, Føroyingunum her at byggja!   Takk fyri Símun Gullaksen   Tú hoyrir ikki fugloyingar verða mis­nøgdar við verandi farleið, nei heldur hinvegin eru vit sum nýta farleiðina sera væl nøgd við “Rit­ una”. Tá ið borgarstjórin í Klaksvík, sam­an við virkisfúsnum svín­oy­ing­ um skjóta upp at byggja “Rituna” um til eina bilferju – og at hetta kann gerast fyri 1,5 mill. gleppur ket­an also av. Fyri tað fyrsta, so vildi eg mett, at ein tørvslýsing eigur at verða gjørd, soleiðis at vit kunnu fáa at vita, um hetta veruliga er neyðugt. Eg haldi ikki. Fyri tað næsta, so er ein út­rokn­ ing, sum sigur 1,5 mill. møguliga røtt, men har er so avgjørt ikki tik­ in hædd fyri eyka krøv frá klassa og skipasýni – leigukostnaður fyri at hava annað skip siglandi ímeð­an umbygging fer fram – at­løgu­við­ur­ skiftir, havnaútbygging vm. Hetta er alt í kjalavørrinum av, at menn arbeiða miðvíst við at fáa ein rennistrong til Svínoynna, sum eitt alternativ til “Rituna”. Fakta er, at “Ritan” er nøktandi til at røkja farleiðina til Svínoynna og Fugl­oynna og um nakað skulu ver­ið gjørt við verandi skip, er at seta betri bógskrúvumegi í, soleiðis at hetta verður tryggari í samband við atløgu. Mítt uppskot er, at ístaðin fyri at nýta orku upp á bilferju og renni­ strong, eiga vit at arbeiða miðvíst við at byggja eina nýggja “Ritu”, sum hev­ur júst sama snið sum hendan, møgu­liga tveir metrar longri og góð­an krana og mask­in­ orku. Um far­ið verður undir hesa verk­ætlan bein­an­veg­in, kann ver­ andi “Ritan” nýt­ast til av­loys­ara­ skip hjá SSL og Fugl­oy­ar­leiðin fær eitt nýtt tíð­ar­hósk­andi skip. Minnist meg rætt, so segði ein byggikønur fyri mær, at ein veg­leið­ andi kostnaður fyri at byggja eitt nýtt skip er uml. 1 mill. fyri hvønn met­ur. Sostatt er talan um eina íløgu, sum svara til uml. 25 mill. Hetta er uttan iva besta loysnin fyri land og fólk.