Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR HETTA VAR SO HENDINGAR­RÍKT SUM SJÁLDAN B68 styrkti við sigri á toppliðnum um sín møguleika at flyta upp, B36 setti nýtt málmet, og tað eydnaðist Giza Hoyvík at skora sigursmálið í Klaksvík í yvirtíðini, tá ið tveir Giza Hoyvík spælarar eisini vórðu vístir av vølli Jóannes Hansen Sunnudagurin var friðarligur í fótbóltshøpi á tann hátt, at tað var bara í næstbestu deildini, at tað varð kapp­ast. Kvinnudystirnir vera miku­ kvøldið, og í bestu deildini varð tað spælt fríggjakvøldið og leygar­dagin. Fyrsta bríksl í gjár var klokan 12.15 í Gundadali, har B36 hevði vitjan av ÍF, og síðsta bríksl var í Klaks­ vík klokkan nakrar minutt­ ir í tíggju, tá ið tað var liðugt millum KÍ, sum er á silvurplássinum, og Giza Hoyvík, sum stríðist fyri at sleppa burtur frá niður­flyt­ ingar­strikuni. Tað var dramatiskt og spenn­andi í Klaksvík. Í næst­síðsta minutti javnaði Giza Hoyvík til 3-3. Tað var vón­brot fyri heimaliðið, sum var favorittur, og sum eftir stuttari løtu í seinna hálv­ leiki hevði vent 1-2 til 3-2. Men tað var serliga tað, ið gekk fyri seg, eftir at van­liga leiktíðin var farin, sum vakti ans. Giza Hoyvík var skert, tá ið Páll Holm Jacob­sen sá beinleiðis reytt. Kort­ini eydnaðist tað í 92. minutti innskifta Yohan Borð­oy at skora til 4-3. Sigurs­málið bar við sær, at Giza Hoy­ vík lyfti seg upp um niður­ flytingarstrikuna. Nú er tað eitt stig aftur til B36 og Suðr­ ingar. Fagnaðurin í Giza Hoyvík leguni var ovurstórur um sigursmálið. Teir á beinki­ num runnu inn á vøll­ in at fegnast saman við liðfeløgunum. Tað er ikki loyvt, og fyri tað varð Trónd­ ur Arge sektaður við gul­um korti. Ólukkutíð hevði ítrótt­ ar­redaktørurin á Sosi­ali­ num sæð gula kortið, áðr­enn hann fimm minuttir undan leikloki varð skiftur út. Tískil noyddist dómarin, Janus Fossdalsá, at stinga hond­ina í reyvalumman eftir osta­ skorpuni. Tíðliga seinnapartin vann B36 32-0 á ÍF. Hetta var so merkisvert úrslit, at tað beinan­vegin varð varpað út á in.fo. Tað vóru sjey fugl­ firð­ingar á vøllinum við dystar­byrjan, og ein var eitt sind­ur seinur. Teir í árstals­ felag­num eru eitt sindur kroyst­ir í botninum, og teir vístu onga náði. ÍF varð sent til hús við 32-0 tapi. Tað man vera størsta tap nakrantíð í tveimum teimum bestu deild­unum. ÍF í næstbestu deildini hevur einki stig vunnið higar­til í ár, og í bestu deild­ ini er úrtøkan seks stig. Næsta ár fara fuglfirðingar at byrja av nýggjum, tá ið besta liðið hjá teimum verð­ ur í næstbestu deildini. Luftin fór úr AB Eftir fimm sigrar á rað við samantalda málmuninum 24-1 noyddist AB í gjárkvøldið av Svangaskarði og suður aftur í høvuðsstaðin við 2-0 tapi. B68 skoraði bæði mál­ ini eftir lítlari løtu tíðliga í seinna hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at tað eru fýra stig frá B68 á triðja plássi og aftur til Víking á fimta plássi, og at tað nú bara er eitt stig frá B68 og fram til KÍ. Hóast tapið í gjárkvøldið er eingin ivi um, at Kári Reyn­heim og hansara menn í AB fara at flyta upp. At tað nú sær út til, at toftamenn fara at endurvinna plássið í fremstu røð eftir eitt ár í næst­bestu deildini, ber við sær, at tað eftir øllum at døma fara tvey lið at flyta nið­ur úr bestu deildini. Tað eru bara trý tey fremstu, sum hava møgu­ leika at flyta upp. Víkingur vann trivaligan 4-2 heimasigur í Leirvík ímóti Suðringum. Úrslitið ber við sær, at Suðringar nú eru á niður­flytingarplássi. At Víkingur vann, og at HB og NSÍ spældu 1-1 í Gunda­dali bar við sær, at NSÍ datt niður á fimta pláss, og at Víkingur nú er á fjórða plássi. 1.deild: KÍ-Giza Hoyvík 3-4 (1-1) 1-0: Eivindur Sørensen 8. 1-1: Ahmed Keita 35. 1-2: Niklas Fríði Jacobsen 52. 2-2: Henry Heinesen br 58. 3-2: Steinbjørn Olsen 65. 3-3: Ahmed Keita 89. 3-4: Yohan Borðoy 92. Reytt kort: Páll Holm Jacobsen, Giza Hoyvík, 91. (beinleiðis reytt), Tróndur Arge, Giza Hoyvík, 92. (tvey gul) Víkingur-Suðringar 4-2 (2-1) 1-0: Arnbjørn Svensson 22. 2-0: Elias Lervig 29. 2-1: Heine Mortensen 39. 3-1: Arnbjørn Svensson 56. 4-1: Hans Jákup Lervig 63. 4-2: Reidar Joensen 67. B68-AB 2-0 (0-0) 1-0: Otto Reinert Petersen 46. 1-1: Esmar Clementsen 52. HB-NSÍ 1-1 (1-1) 1-0: Hjalti Djurhuus 11. 1-1: Sølvi Sigvardsen 21. B36-ÍF 32-0 (17-0) 1-0: Árni G. Nielsen 2. 2-0: John Hansen 4. 3-0: Uni Holm Johannesen 5. 4-0: Uni Holm Johannesen 8. 5-0: Árni G. Nielsen 10. 6-0: Gilli Samuelsen 11. 7-0: Heini í Skorini 17. 8-0: Símun Joensen 19. 9-0: Heini í Skorini 20. 10-0: John Hansen 22. 11-0: Heini í Skorini 25. 12-0: Uni Holm Johannesen 28. 13-0: Uni Holm Johannesen 30. 14-0: Gilli Samuelsen 34. 15-0: Heini í Skorini 37. 16-0: Magnus Holm Jacobsen 38. 17-0: Gilli Samuelsen 40. 18-0: Uni Holm Johannesen 49. 19-0: Magnus Holm Jacobsen 51. 20-0: Áki H. Olsen 51. 21-0: Árni G. Nielsen 57. 22-0: Magnus Holm Jacobsen 59. 23-0: Uni Holm Johannesen 61. 24-0: Áki H. Olsen 63. 25-0: Hugin Samuelsen 65. 26-0: Uni Holm Johannesen 71. 27-0: Magnus Holm Jacobsen 72. 28-0: Hugin Samuelsen 76. 29-0: Hugin Samuelsen 78. 30-0: Magnus Holm Jacobsen 80. 31-0: Magnus Holm Jacobsen 82. 32-0: Hugin Samuelsen 83. Máltindurin Aksel B. Danielsen KÍ 15 Bjarki Nielsen AB 12 Jóannes K. Danielsen KÍ 11 1. deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 AB 18 12 4 2 54 15 +39 40 2 KÍ II 18 11 3 4 51 23 +28 36 3 B68 18 11 2 5 38 25 +13 35 4 Víkingur II 18 9 4 5 35 24 +11 31 5 NSÍ II 18 9 3 6 44 27 +17 30 6 HB II 18 7 4 7 47 39 +8 25 7 Giza Hoyvík 18 5 5 8 32 34 -2 20 8 B36 II 18 5 4 9 64 40 +24 19 9 TB/FCS/Royn II 18 6 1 11 31 49 -18 19 10 ÍF II 18 0 0 18 8 128 -120 0