Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Arnbjørn-effektin spældi aftur inn í dag - við øvutum fortekni! Tá málrevurin kom inn skoraðu vit 2, og stong út forðaði okkum at taka sigurin í yvirtíðini. Flott comeback! NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN History repeats itself. Hava møgu­ leikan til at taka av, og skíta tað held­ur vekk, ímóti einum einum liði, sum vit burdu og eiga at vinna ímóti. Fyri neyðini, at vit ikki møtti ein­um fm kandidati. So kundi tað bliv­ið ordiliga ljótt. Her mugu aðrir bollar í suppuna! Góðir! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Topp 4 liđini av á hesum sinni. Nú kann tađ bara ganga betur! SUĐRINGAR! ÍF – SÆBJØRN LEITI Viktigur dystur sum Vit skuldu fáa stig men so var heldur ikki hesaferð Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Sera sera kalt har vestri bert eitt stig Betur verur í móti Vespinum Saman standa vit sterk B36 – LISSI MOURITSEN 6 sigurin á rað - tað er fantastiskt og vit hava ELLARS melda okkum inn aftur í FM stríðið !  Einaferð og Altíð B36 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Leygardagin 21. oktober hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík og Víkingur og EB/Streymur í Gøtu. Sum gongdin hevur ver­ið higartil í ár, hevur tað kenst sannlíkt, at FM spurn­ ingurin fer at verða svar­aður í hesum báðum upp­gerð­un­ um. Tað kann væl vera, at tað verður soleiðis. Hen­da leygar­dagin verður granna­ upp­gerð í Gundadali millum HB og B36. Soleiðis sum gongd­in hevur verið nógvu tey seinastu umførini, og so­leið­is sum stigatalvan sær út, nú tveir triðingar av kapp­ingini eru avgreiddir, so er tað eisini møguleiki fyri, at tað verður í Gundadali, at FM spurningurin verður svar­aður. Leygarkvøldið hevði B36 1-0 sigur við sær norður um aftur Suðuroyarfjørð. Einasta málið skoraði tvøra­ maður­in Patrik Johannesen longu í áttanda minutti. Hetta var sætti B36 sigurin á rað, og í hesum umfarinum lagaði tað seg ógvuliga væl fyri árstalsfelagið. KÍ og Vík­ingur spældu javnt, og í Gunda­dali vann HB 4-1 ímóti NSÍ, sum av álvara lendi aftur, eftir at teir í Runavík annars hava verið flúgvandi síðani summarsteðgin. Tað eru fýra stig frá B36 og upp á toppin. Mikukvøldið hitt­ast finalistarnir í steypa­ kappingini – B36 og NSÍ – í fram­skundaðum dysti í lands­kappingini í Gunda­ dali, og sunnudagin skal B36 norður til Gøtu. Um tað gongur soleiðis hjá B36 næstu dagarnar, sum tað hevur gjørt seks tær undan­ farnu ferðirnar - átjan stig og málmunurin 17-5 – so verður B36 sunnukvøldið topplið. Avrikið hjá B36 er framúr, tí eftir trettanda umfar vóru tað níggju stig frá fimta plássi­num og NSÍ og fram til Víking og KÍ. Hóast so tepur sum 1-0, so var B36 sigurin ímóti Suðr­ ingum ongantíð í vanda: -Vit høvdu tak á tí og kundu í fyrra hálvleiki, tá ið vit fleiri ferðir raktu træ­ verkið, havt skorað tvey ella trý mál. Tá ið bara eitt mál er á muni, so verður tað síðstu løtuna spennandi í sambandi við deyðbóltsstøður, men mót­støðumenninir vóru ongan­tíð í upplagdari støðu at skjóta mál, sigur B36 venjar­in Jákup á Borg. -Tað er stór og sunn kapp­ ing um plássini á liðnum, og vit gleða okkum til at spæla ímóti NSÍ og so ímóti Víkingi. Tað eru sovornar av­bjóðingar, sum allir fót­ bóltsspælarar droyma um at vera við í, sigur B36 venjarin. Í Trongisvági var B36 lið­ið í øðrvísi útgávu enn í 5-2 heimasigrinum ímóti ÍF. Fýra b r o y t i g a r vóru: Høgni Eysturoy og Alex Mellem­ gaard, sum mannaðu vong­ verj­arnar ímóti ÍF, vóru ikki mill­ um teir fyrstu ellivu, með­an Erlendur Magnusson og Gestur B. Dam vóru vong­verj­ar. Lukasz Cieslewicz var við aftur eftir leikbann, og Eli Falkvard Nielsen var bólt­ vinnari á verjukendum sentral­um miðvallarplássi. Teir báðir avloystu ávikavíst Magnus Holm Jacobsen og Benja­min Heinesen. Hjá Suðringum hevur gongd­in leingi verið tann øvugta av, hvat hon er hjá B36. Venjarin ásannar, at gestir­nir við Stórá vóru oman­á. Hóast tapið sigur hann seg ikki vera illa nøgd­ an: -Málið er altíð at vinna úrtøku. Um tað skal eydnast, so er fyrsta fyritreytin, at spælar­arnir og liðið stríðast og leggja nógv fyri. Tað haldi eg, at okkara menn gjørdu ímóti B36, sum tó er væl betri lið enn okkara lið er. Fýra tær seinastu ferðirnar hava vit tapt ímóti fýra teim­um ovastu. Tað er ikki óvæntað. Nú standa lið fyri tørni, sum vit halda okkum hava møguleika ímóti, og so ræður um at taka av, sigur Maurice Ross. Næstu ferð eiga Suðringar heima­vøll ímóti ÍF. -Ímóti B36 fingu vit betri fatur á tí eftir steðgin. Tá vunnu vit fleiri nærdystir, og tá var tað størri tyngd í álopinum, sigur venjarin hjá Suðringum. Meðan tað undan steðgi­ num ikki var vanda­mik­ið, tá ið David Müller mest sum einsamallur strídd­ist ímóti Odmari Færø og Andriasi Eriksen, tá ið langar send­ ingar vórðu varpaðar fram á vøllin, so var tað meiri tyngd í, tá ið Suðringar um­ skipaðu, og Heri Kjærbo varð sentralur miðvallari, og Búi Egilsson og Jón Krosslá Poulsen vóru fremstir í 4-4- 2 skipan. Men tað eydnaðist ikki at hótta B36. Trygvi ikki nøgdur við føðingardagsgávuna Í dag er stórur dagur í Runa­ vík. Trygvi Mortensen fyllir 50 ár. Leygarkvøldið endaði hann uttanfyri girðingina á Dunga­sandi í Sørvági. Ís­lendski dómarin vísti venjara­num reyða kortið, tá ið 07 Vestur stríddist fyri lívi­num. Tað eydnaðist síðstu fimm minuttirnar at venda at síggja til vónleysari 0-2 støðu til 2-2 ímóti EB/ Streymi, og tað var um repp­ ið, at tað eydnaðist at skora sigursmálið tríggjar minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin. Søren B. Nielsen sendi við frísparki bóltin í stólpan. Tá vóru bara tíggju 07 Vestur spælarar á vøllinum, tí Ken Fagerberg, sum við brotssparki hevði minkað um munin og harvið kveikt nýggja vón fyri heima­lið­ num, tá ið tað restaðu seks minuttir, varð vístur av vølli­num. Lítla løtu undan út­vísingini var hann við í 2-2 málinum. Innskifti John Frederiksen legði innfyri úr vinstru, Ken Fagerberg stútaði ímóti málinum, Trygvi Askham hálvbjargaði, 18. umfar í Effo-deildini HB punkteraði NSÍ, og nú telist B36 millum avbjóðararnar í FM stríðnum, har tað eru í hvussu so er fýra um boðið at vinna gull GULLDEYMUR SPØKIR Í GUNDADALI