Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 326 MINUTTIR NSÍ-verjan hevur hildið sera væl í ár, serliga eftir summarsteðgin. NSÍ hevði nevniliga einki mál latið inn eftir summarsteðgin áðrenn teir møttu HB. Seinasta liðið at skora ímóti NSÍ var Skála í seinasta dystinum undan steðginum. NSÍ helt búrið reint í tilsamans 326 minuttir áðrenn málini nú rapaðu inn ímóti HB. Eitt, tvey og trý: Síðani ólavsøku hevur HB gjørt av við øll toppliðini – fyrst KÍ, síðani Víking og nú NSÍ. Avrikið var sannførandi og sigurin ruddiligur, og eingin ivi man longur vera um, at HB er sum hamskift og aftur skal takast í álvara Pætur Albinus NSÍ møtti upp í Gundadali við trimum sigrum á rað, með­an HB hevði vunnið tveir frálíkar sigrar á KÍ og Víkingi. Greitt var tó, at sigurs­røðin hjá tí eina lið­ num fór at fáa ein enda. Tað var longu greitt und­ an dystinum, at NSÍ var við skert flog á vonginum, har lyklaleikarin, Árni Frederiks­ berg, ikki var við vegna skaða. Ein kundi ímyndað sær, at NSÍ hóast tað megn­ aði at halda fast við tí eyð­ kenda og góða spælinum, men so var ikki. NSÍ fekk eisini ein hvøkk beinan­vegin, tá ið eitt inn­ legg úr høgru endaði hjá Sebast­ian Pingel, ið sparkaði HB longu á odda 1-0 í triðja minut­ti. Ein vátur vøttur til NSÍ. HB dugdi sera væl at verja upp fyri, at NSÍ-upp­spøl­ini yvirhøvur sluppu í gongd. HB tók tey í føð­ing­ini, og við press-spæli, eitt nú frá tveim­um væl stríð­andi frems­tu monnum, Alek­sand­ ar Stankov og Øssuri Dalbúð, so kom HB upp ímillum og NSÍ hevði hug at ilskast. - Vit vildu bestemma hvør spældi upp og hvar bólturin fór. Tað eydnaðist væl. Teir høvdu trupult við at spæla upp, og tað var sjáldan, at teir fingu ró á, sigur Sigfríður Clement­sen, HB-venjari, um taktik­kin, ið greidliga tveitti grús í NSÍ-maskinuna. Pingel fram Sjokk-byrjanin upp á seinna hálvleik, har - Vit fáa eina góð byrjan og skora tíðliga. Fyrra hálv­ leik helt eg, at vit høvdu møgu­leikar at seta okkum ordi­liga á tað, men gjørdu tað ikki. Vit lótu teir vera inni í dystinum, og so javna teir beint áðrenn hálvleik. 1-1 er eitt fínt úrslit at fara til hálv­leiks við, men eg føldi, at um vit vóru neyvari og løgdu meira fyri, so kundu vit verið á odda, heldur Sigfríður, sum tó ikki skuldi bíða leingi inn í seinna hálvleik áðrenn hans­ ara menn gjørdu av við NSÍ. - Seinna hálvleik byrja vit aftur fantastiskt, og við tveimum málum upp á tríggj­ar minuttir er dysturin longu avgjørdur, sigur hann og viðgongur, at okkurt varð broytt í steðginum. - Vit broyttu tað eitt lítið sind­ur. Vit koyrdu ein niðan í álopið afturat, Sebastian Pin­gel, og tað var kanska tað trýst­ið, ið gjørdi, at vit fingu mál­ini so skjótt, sigur Sig­ fríður. Sebastian Pingel var best upplagdi maðurin hjá heima­ lið­num, og tað mundi ikki vera nakar ivi um, at hann var dagsins maður hjá heima­ liðnum. Hann skeyt tvey mál, legði upp til ta triðja og var annars her, har og allastaðni. Óskarpir NSÍ-venjarin, Anders Gerber, við­gongur, at tað vóru fyrs­tu minuttirnir av seinna hálv­ leiki, sum avgjørdu dystin. - Vit hava tvær løtur upp á fimm minuttir í byrjanini av báð­um hálvleikunum, har vit eru ómetaliga ófokuseraðir, og tað er í grundini tað, sum avger dystin, segði hann. Hann helt annars, at NSÍ var væl við. - Vit spæla í grundini ein góðan fyrra hálvleik, og høvdu kanska uppiborið at verið á odda í steðginum. Vit mugu bara viðurkenna, at teir skjóta tvey mál í byrjan­ ini av seinna hálvleiki, sum drepa dystin, og at vit í dag ikki høvdu amboðini at koma inn aftur í dystin, sigur hann og grundgevur: - Vit vóru ikki nóg skarp­ir í verjuspælinum. Vit skaptu teir møgu­leikar, ein kann vænta her, men tað var í verju­skipanini, at vit halt­ aðu. Ikki einans mál­verji og verja, men alt liðið, sum ikki var nóg gott í tí partinum, segði Anders Gerber. Taktikkurin Tað var eyðsæð, at HB hevði eina greiðari ætlan, og at leikararnir vistu hvat teir skuldu – og tað riggaði. Einki kollveltandi var broytt í mun til aðrar dystir, men serliga bakkarnir komu væl fram við, sluppu leikandi lætt afturum ta haltandi NSÍ- verjuna og góvu pláss fyri øðrum leikarum. Hjá NSÍ var støðan ein onn­ur, og venjarin skifti spæli­skipanir alt eftir støðu­ ni. Hetta ørkymlaði meira enn tað hjálpti. Bestu flytinina mundi Sigfríður Clementsen standa fyri, tá ið hann skumpaði tann væl upplagda Sebastian Pin­gel fram fyrstu løtuna av sein­na hálvleiki, og fangaði NSÍ-verjuna á halunum. HB var betur upplagt, spældi betur, kom fram til fleiri møguleikar og vísti neyv­leika frammanfyri máli­ num. Tað mundi ikki vera nakar ivi um, at hesin sigurin var uppiborin, og at HB síðan ólav­søku­na hevur meint tað í álvara. albinus@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... NSÍ fekk bank: HB ER RISIÐ UPP Okkara boð upp á hví HB hevur staðið seg so væl síðani ólavsøkuna... Einki trýst. HB hevði stórt seg spælt seg úr oddinum. Eingin væntaði nakað av teimum, og nú – best sum einki trýst er á herðu­num – kann HB spæla full­komiliga frítt. Tað hava teir trivist við. Taka ábyrgd. HB hevur í fyrru hálvu manglað ein ella fleiri, so kann rætta bringuna fram og taka ábyrgd. Tað hava fleiri gjørt síða­ni ólavsøkuna. Leikarar hava leikliga víst seg frá síni bestu síðu. Timburmenn? Liðini, sum HB hev­ur vunnið á síðani ólav­søku­na, hava øll spælt í Evropa, og kann HB vera komið eitt vet lættari til sigrarnar tí at mót­støðu­liðini hava havt evropa-timbur­menn. Tí er HB-liðið hamskift Myndir: Rakul Hansen