týsdagur 15. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eftir at SAS hevur gjørt av ikki at
flúgva til Føroya týsdag og miku
dag í vetrarhálvuni er ein ávís øsing
farin fram um útlendska felagið,
sum hevur tikið kappingina upp
við tað føroyska tjóðarflogfelagið.
Poul Michelsen, landsstýris
maður, hevur sagt, at hann veit
ikki enn, um hann fer at mæla til
at endurnýggja loyvið hjá SAS at
flúgva til Føroya, tá felagið hevur
brotið lyftið um at flúgva til Før
oya hvønn dag.
Hann sigur, at SAS má eisini
flúgva, tá tað er undirskot at
flúgva. Tað gongur ikki bara at
lata Atlantsflog taka sær av und
irskotsrutunum, sigur landsstýr
ismaðurin.
Enn kenna vit ikki býtið av
ferðafólkunum millum feløgini.
Men sum skilst ferðast føroyingar
nógv meira við Atlantsflog enn
við SAS. Tað vil so hinvegin siga,
at so hevur SAS nógv nýggj og
fremmand ferðafólk, og so hevur
tað eydnast teimum at skapa ein
nýggjan marknað.
Vit hava leingi tosað um ferða
vinnuna sum hitt vinnuliga beinið
at standa á. Og skulu vit menna
ferðavinnuna til eina veruliga
vinnu, sum kastar av sær búskap
arliga til landið – og kring alt land
ið, so er eitt flogfelag – í minsta
lagi – afturat Atlantsflog neyðugt.
Heldur enn at leggja SAS forðingar
og grenja um kappingina – ella um
útboðið av fleiri og bíligari ferða
seðlum, so eiga vit at fegnast um,
at onnur og fremmand flogfeløg
vilja og tíma at flúgva til Føroyar.
Eins og lívsneyðugt er við veg
um, brúm og tunlum í Føroyum,
so er motorvegurin til og av land
inum av vitalum týdningi fyri
menningina av landinum. Ikki
bara tá vit tosa um ferðavinnu,
men um framburð sum heild.
Gott samband til Danmarkar er
týdningarmikið. Men tað hevði eis
ini verið gott við øðrum sambond
um – og fyri Vága Floghavn og fyri
Føroyar sum ferðafólkaland, so
hevði tað eisini verið serstakliga
áhugavert, um onnur fremmand
flogfeløg vildu flúgva til Føroya
úr øðrum londum, sum Atlantsflog
ikki røkkur á sínum neti.
Ímynda vit okkum, at flogfeløg
vildu flúgva millum evropiskar
metropolar sum París, Amsterdam
ella Berlin, so hevði tað aftur
skapt ein nýggja marknað. Og slík
sambond eru grundarlagið und
ir ferðafólkavinnuni, sum kann
gerast hitt búskaparliga beinið hjá
okkum at standa á. Hin avbjóðing
in er so at duga at skipa ferðavinn
una í Føroyum.
Men latið okkum ikki kvala
hendan møguleikan í føðingini,
tí at onkur er fornermaður vegna
føroyska flogfelagið, sum sjálvandi
eigur og skal klára seg í kapping.
Latið SAS flúgva. Atlantsflog
eigur og skal klára seg í kapping
Sláið kalt vatn í blóðið
Aftur
funnið
fornar
leivdir
Tíðindi síða 15
Sam
gongan
einsamøll
Politikkur
Síða 4
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Danmarkip
naalagaaffiata
tunngaviusumik
inatsisaa qanga
uagutsinnut
tunngaviusumik
inatsisaalerpa?
Tað gongur illa hjá Zakariasi
Wang at fáa svar frá Bárði
Nielsen,
formanni
Sam
bandsfloksins.
Eftir
landsfundin
hjá
flokkinum í mars, tá Bárður
Nielsen greiddi fundarfólki
num frá, at danska grundlóg
in var sett í gildi í Føroyum,
vildi Zakarias Wang hava
greiði á, nær lógin varð sett
í gildi.
Tí sendi hann tann 15.
mars 2017 sendi soljóðandi
spurning til Sambandsflokk
in:
»Nær er stjórnarskrá Dan
markar vorðin stjórnarskrá
okkara?
– Av tí at vit nú hava 15.
august 2017, og eg einki svar
havi fingið, hóast eg havi
spurt aftur 15. apríl, 15. mai,
15. juni og 15. juli, skal eg
loyva mær at minna á spurn
ingin, skrivar Zakarias Wang
í umbønini hesaferð.
– Fyri at lætta tygum um,
havi eg fingið spurningin
týddan til málið hjá brøðrum
okkara:
–Danmarkip naalagaaff
iata tunngaviusumik inatsi
saa qanga uagutsinnut tun
ngaviusumik inatsisaalerpa?
Vinaliga
Zakarias Wang
Nú spyr Zakarias Bárð
á grønlendskum
Løgtingið vil geva
advokati eina mill
ión at spæla hund
fyri. Tað er tað
sama sum arbeiðs
maður fær í fýra ár
Tað er lætt at brúka pengarnar
hjá øðrum. Tað er so mangan
sjón fyri søgn í Løgtinginum.
Viðhvørt er neyðugt at
brúka nógvar pengar. Men við
hvørt verða pengar brúktir til
at kalla onga nyttu.
15 løgtingsfólk hava av
gjørt, at løtingið skal brúka
nógvar pengar til at kanna, um
løgtingið hevur álit á Høgna
Hoydal og Aksel V. Johanne
sen. Fyribils er rokningin ein
millión krónur
Í veruleikanum vilja hesi 15
tingfólkini bara spæla Høgna
Hoydal eitt puss. Tey gera alt
tað, tey kunnu, fyri at leggja
hon fótonglar í vegin, so ætlan
hansara um fiskivinnunýskip
anina miseydnast.
Hetta pussið, tey spæla
Høgna, er fyribils vorðið til
eina rokning til okkum skatt
gjaldarar upp á eina millión
krónur. Og tað kann fara at
blíva nógv meira.
Tað kemur neyvan nakað
burtur úr eini slíkari kanning,
sum bara er góð fyri advokat
in, sum fær ordran og sleppur
at senda ein blankokekk til
Løgtingið upp á ta upphædd,
sum advokaturin heldur vera
rímuliga – og tað kann vera
øgiliga nógv!
Umframt at oyðsla hesar
pengar til fjant og fjas skal
Páll á Reynatúgvu eisini taka
støðu til nýggjar flísar uttan
fyri Løgtingið.
Um hann droppar hasar
advokatpengarnar, so kann
hann seta ein arbeiðsmann
at leggja físar uttan fyri Løg
tingið í fýra ár – ja í eitt heilt
valskeið fyri somu upphædd,
sum ein advokatur skal hava
fyri glantrileikin hjá 15 ting
fólkum.
Ja, ein einfaldur spurningur
um raðfesting.
Komið heldur við misálitis
uppskoti, so tit fáa ein heilan
dag at ganga við tí. Tað hevði
so í øllum førum verið bíligari
fyri skattgjaldaran.
Løgtingið: Eina mió
kr til fjant og fjas
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
adfasf
Spurningurin er, hví Bárður Nielsen ikki svarar Zakariasi
Wang. Man Bárður ikki vita, nær og hvussu danska grundlógin
er sett í gildi í Føroyum – um hon altso er sett í gildi?