hósdagur 17. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
18. august 2017
Lítil framgongd í kjakinum um støðu
okkara síðani floksbýtið í 1906
Kjakið um ríkisrættarligu støðu Føroya
er fyri sovítt ikki so nógv broytt síðani
jólafundin í 1888, tá níggju mans stevndu
Føroya fólki til fundar í Tinghúsinum at
kjakast um at »verja Føroya mál og Føroya
siðir...«
Hetta var áðrenn floksbýtið á tingi, sum
kom í 1906. Helst vóru hugsjónirnar øðrvísi,
enn í dag. Menn – tá vóru tað bara menn,
sum tosaðu alment um slíkt, hugsaðu neyv
an um fullveldi – kanska fleiri sóu størra
týdningin í at vera kongi lýðin.
Ta ferðina læs Rasmus Effersøe, sum
var sambandsmaður eftir floksbýtið í 1906,
yrkingina hjá tí unga Jóannes Patursson,
»Nú er tann stundin komin til handa«, sum
tann 22 ára gamli smædni bóndasonurin úr
Kirkjubø ikki helt seg til at lesa upp sjálvur.
Nógvur romantikkur er vavdur upp í
hendan fundin, sum setti so stór spor eftir
seg. Tjóðskaparrørslan vaknaði av hesum
fundi, lærdu vit í skúlanum. Og helst gjørdi
hon tað.
Tað er bara tað, at í søguskriving, so eftir
rationalisera vit altíð. Vit leggja ein týdning
í tað, sum vit halda er hóskandi í dag, men
sum als ikki var uppfunnin tá.
Nevermind. Løgtingið í dag er ikki komið
so nógv longur. Enn togast fólk um ríkis
rættarligu støðuna – og eru rúkandi ósamd
um, hvørt vit sjálvi skulu átaka okkum
sjálvsavgerarrættin.
Summi vilja altíð leggja okkum í skot
gravir. Men fyri tað, um vit vilja staðfesta
okkara sjálvsavgerðarrætt, so er ikki vist, at
vit vilja loysa Føroyar úr danska ríkinum.
Nú er stríð um stjórnarskipan. Løkke
sigur, hon er ok. Men Bárður sambands
høvdingur vil hava hann at meina annað.
Jørgen er ímóti, tí hann heldur, at stjórn
arskipanin er ókristin. Og Jenis er ímóti, tí
hon ikki verjir ófødda barnið.
Á onkran hátt er føroyskur politikkur
sum at vaða í kyksendi. Vit koma bara ikki
víðari. Og vit vilja ikki loysa trupulleikar.
Vit velja í stóran mun fólk á ting, sum dyrka
ósemjurnar. Fólk sum ikki eru semjusøkj
andi, men sum liva av ósemjum – í hesum
føri livir Bárður best, um hann fær sannført
okkum um, at til dømis Javnaðarflokkurin
er loysingarflokkur – og um ætlaða
fólkaatkvøðan kollsiglir. Fær Bárður stríð
um loysing á breddan, so væntar hann sær
valsigur næstu ferð. Harvið er støðið lagt.
– Stjóri, stjórari stjórast...
Soleiðis stigbendi keiputeknarin á baksíðuni
í Sosialinum einaferð stjóra, sum enn einaferð
fór í nýtt stjórastarv.
Nýggi kringvarpsstjórin er ein slíkur »stig
bendur« stjóri. Og nú hevur hann sent eina
kæru til Fjølmiðlanevndina, har hann kærir
Kringvarpið fyri fjølmiðlaviðgerð av Lands
sjúkrahúsinum.
Men stjórin á Landssjúkrahúsinum
fær sjálvur kæruna á sítt borð, tá hann
tekur við starvinum sum kringvarpsstjóri.
Kærufreistin er fýra viku – og um fýra vikur
situr núverandi stjóri á Landssjúkrahúsinum á
stjóraskrivstovuni í Kringvaprinum.
Eitt er, at hann kemur í stríð við sjálvan
seg. Men hann er
eisini komin í stríð
við redaktiónina
í Kringvarpnum.
Spurningurin er
so, um hetta er ein
fyriboðan um tað,
sum koma skal...?
Sum at vaða í kyksendi
KvF-stjórin
Les eisini blaðið
á telefonini
Latið nærveruna
vera hjá børnunum
Lisbeth Gotved
Petersen
Tíðargrein síða 22-23
Sleppur Havnin
teim gomlu upp á
fjall? Kjak síða 4
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Bárður Nielsen tekur feil, um hann
heldur, at forsætisráðharrin fer
so ófyrireikaður til samrøðu við
fjølmiðlar. Hann veit hvat hann
skal siga, nær hann skal siga tað, og
hvønn hann skal siga tað við
Tað er eingin ivi um, at Bárður Nielsen hevur
roynt – og roynir alsamt – at fáa floksfelagan
Løkke kolldøma ætlanina um føroyska
stjórnarskipan.
Ger Løkke tað, so kollsiglir hon. Og so
kann 140 ára gamla jabbið um ríkisrættarligu
støðuna halda fram – og halda lív í flokki
num, sum er til og livir av hesum stríði.
Men Lars Løkke Rasmussen er ein sera
gløggur politikari. Hann dugir politiska spæl
ið, kennir tað út í odd og egg. Hann hevur
framúr góða vitan um Føroyar – hann dugir
at lesa og tosa og skriva føroyskt, fylgir væl
við í føroyskum viðurskiftum. Hann er tann
danski politikarin nakrantíð, sum kennir
so nógv best til føroysk viðurskifti. Og sum
tann føroyavinur, hann er, veit hann alt um
Føroyar, og hann veit eisini, at hann kann
ikki fylgja Sambandsflokkinum og bara vera
tvørur.
Tað ber politiskt slett ikki til hjá honum
at renna slík ørindi fyri Sambandsflokkin,
sjálvt danski Vinstri flokkurin ofta hevur
brúk fyri sambandsatkvøðuni á Fólka
tingi.Politikkur er at vilja broytingar,
eisini praktiskar broytingar – sjálvt
um tær kanska bara hava signalvirði
fyri summi.
Tá Sosialurin eftir ólavsøku hittir Løkke
her í Havn og spyr, hvat hann heldur um
sjórnarskipanaruppskotið hjá løgmanni, so
er tað ikki av tilvild, at hann er positivur.
Løkke ger ikki sum føroyskir politikarar
– at hann bara svarar okkurt, sum hann ikki
hevur hugsað um. Tað vildi Bárður Nielsen
gera tað til á Rás2 mikudagin, tá hann legði
Miðlahúsið undir at hava yvirtulkað Løkke.
Men forsætisráðharrin veit útmerkað væl,
hvat tað merkir, tá ein føroyskur miðil spyr,
hvat hann heldur um stjórnarskipanarupp
skotið.
Í 2011 kolldømdi hann tað. Nú sigur hann
seg skilja, at tað er innan fyri grundlógina, og
at hann tí kann blástempla tað.
Uttan iva hevur løgmaður umrøtt
uppskotið við forsætisráð
harran á ríkisfundi – og
uttan ivar hevur Bárður
somuleiðis umrøtt málið á
floksfundi. So Løkke kennir
fullvæl og betur enn nakar
annar danskur politikar
problematikkin um
føroyskan sjálvsav
gerðarrætt.
Eingin danskur politikari veit
so væl um Føroyar sum Løkke
Stríðist
við seg
sjálvan
seg