Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017 SOSIALURIN 95 11 Í nýggjari kanning, eru tað bert ein av fimm føroyingum, ið ikki ynskja at dagføra fosturtøkulóggávuna. Verandi lóggávan er grundleggjandi óbroytt síðani 1956 MORTAN ØSTERØ MORTAN@SOSIALURIN.FO H vørji rættindi hevur ein kvinna í Føroyum at avgera hvørt hon ynskir ein barns burð ella ikki? Nær rópa vit tað fostur og nær rópa vit tað menniskja? Henda mánaðin er veruligt kjak íkomið um fosturtøku, og í dagsins Sosiali hyggja vit nærri at spildurnýggjum hagtølum, tosa við yvirlækna í kvinnusjúkum, for mannin í Humanistafelag Føroya og pól ar nir í politisku ungmannafeløgunum, sum festu í kjakið. Familjumál ligg ja sum felagsmál mill um Føroyar og Danmark, og er tað fram vegis danska fosturtøkulóggávan frá 1956, ið er galdandi á økinum. Sum er, skulu lógarbroytingar gerast um eitt ríkislógartilmæli, ið heitir á Danska stat in um loyvi til lógarbroyting. Tó verða fam ilju mál væntandi føroyskt málsøki kom andi ólavsøku, og tá kann Løgtingið sam tykkja lógir á økinum sjálvt. Hóast tað, er alt annað enn vist, at lógarbroytingar verða framdar. Mál ið er ógvuliga viðkvæmt og klívur mein ing ar- nar í fleiri partar, soleiðis at flestu flokk arnir ikki hava nakran flokspolitikk, men heldur loyva politikarunum at taka støðu hvør sær. Summi ynskja onga fost ur tøku yvirhøvur, onnur at loyva fost ur tøku undir serligum umstøðum, með an uppaftur onnur ynskja, at valið um fosturtøku skal standa kvinnuni frítt at taka. FØROYINGAR YNSKJA DAGFØRDA LÓG UM FOSTURTØKU TEMA