hósdagur 17. august 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
16
TEMA: Fosturtøka
16
DANJAL AV RANA
E
in spurnarkanning, sum
Lóður hevur framt, vís ir,
at ein meiriluti av før oy-
ingum ynskir ikki fría
fosturtøku í Føroyum, men kort ini
ynskja tey flestu, at verandi fost-
ur tøku lóg skal broytast.
Í kanningini svara 46,2 prosent
av teimum spurdu, at núverandi
fost ur tøkulóg eigur at broytast,
með an 20 prosent siga seg ikki
ynskja broyting. 33,8 prosent vita
ikki. Seinasta almenna spurn ar-
kann ing um fosturtøku gjørdi
Gallup fyri Fregnir í 2002. Tá vildu
48 prosent broyta lógina, meðan
35 prosent vildu varðveita hana.
Bólk urin av teimum, sum ikki vita
ella ikki vilja svara er voksin úr 17
pros ent um upp í 33,8 prosent.
Um hugt verður eftir ald urs-
býtinum, so sæst, at tað serliga eru
tey undir 50 ára aldur, sum ynskja
at lógin skal broytast. Millum tey,
sum eru 50 ár og eldri, og sum taka
støðu til spurningin, eru eisini
fleiri, sum ynskja broyting, men
tað er nógv javnari býtt.
Tá so somu fólk verða spurd,
hvussu fosturtøkulógin skal
broyt ast, svara 29,1 prosent, at tey
ynskja fría fosturtøku í Føroyum,
meðan ein meiriluti, 56,1 prosent
siga, at fost urtøka skal loyvast
einans í ávís um ella serligum
førum. 6,5 pro sent av teimum
spurdu halda, at fosturtøka eigur
at bannast full komiliga.
Um samanborið verður við
kann ing ina hjá Gallup í 2002, so
er undirtøkan fyri fríari fost-
ur tøku nógv vaksin, úr 9 pros-
ent um í 2002 til 29,1 prosent nú.
Sam stundis er undirtøkan fyri
at banna fosturtøku minkaður
úr 14 prosentum í 2002 til 6,5 pro-
sent í nýggju kanningini. Sam-
an ber ingin má tó takast við fyri-
varni, tí svarmøguleikarnir vóru
annarleiðis í kanningini hjá Gall-
upi. Tá svaraðu sjey prosent, at tey
ynsktu at linka verandi lóggávu,
með an 19 prosent søgdu seg vilja
herða hana. Nýggja kanningin
spyr ikki, um tey mongu, sum
einans vilja loyva fosturtøku í
ávísum før um, ynskja at herða
ella linka lóg gáv una.
Um hugt verður eftir ald urs-
být inum, so eru tað tey yngstu, tey
15 til 29 ára gomlu, sum eru mest
fyri fríari fosturtøku. Har siga 36
pro sent seg ynskja fría fosturtøku,
men 54 siga seg ynskja avmarkaða
fost ur tøku. Millum tey elstu, tey
yvir 60, ynskja 23 prosent sær fría
fost ur tøku, meðan 57 prosent siga,
at fosturtøka einans skal loyvast í
ávís um førum.
Lítil munur er millum kynini
í spurninginum um fosturtøku.
Eitt vet fleiri menn ynskja fría
fosturtøku (32,3%) í mun til
kvinnur (25,7%), meðan eitt pro-
sent stig færri menn ynskja at
banna fosturtøku.
Veljarin vil loyva
fosturtøku
Um hugt verður eftir politiska
být in um, so sæst, at tað einans
er í Tjóðveldi og Framsókn at ein
meiri luti av veljarunum ynskja
fría fosturtøku. Hjá Framsókn
ynskja tríggir av fimm veljarum
fría fosturtøku, meðan ongin er
fyri einum banni. Hjá Tjóðveldi
eru 52 prosent av veljarunum fyri
fríari fosturtøku, 43,1 prosent ery
fyri fosturtøku undir ávísum um-
støð um, meðan 1,3 prosent ynskja
eitt bann.
Í øllum hinum flokkunum svar-
ar meirilutin av veljarunum, at teir
stuðla fosturtøku undir ávísum
um støðum. Í hinum flokkunum er
und irtøkan fyri fríari fosturtøku
størst í Javnaðarflokkinum (38%),
síð ani Sambandsflokkinum (23%),
Fólkaflokkinum (19%) og Sjálv-
stýr is flokkinum (9%), meðan
eing in, sum hevði valt Miðflokkin,
stuðl ar fríari fosturtøku. Stuð ul in
fyri einum banni er eisini størst í
Miðflokkinum, har ein trið ingur
av teimum spurdu Mið floks velj ar-
un um siga seg stuðla einum banni.
Kanningin vísir tí, at í øllum
flokk um er meiriluti fyri at loyva
fost ur tøku, men bara í tveimum
er meiriluti fyri fríari fosturtøku.
Teimum, sum søgdu, at tey
ynsktu eina broytta fost ur tøku-
lóg gávu, men kortini ikki fría
fost urtøku, varð spurningurin
eis ini settur, um í hvørjum førum
tey halda, at fosturtøka skal vera
loyvd.
Tá svara 85 prosent, at fost ur-
tøka skal vera loyvd, tá vandi er
fyri lívi ella heilsu hjá kvinnuni.
75 og 71 prosent siga, at fosturtøka
skal vera loyvd, um kvinnan
er vorð in við barn orsaka av
neyðtøku ella av blóðskemd.
54 prosent siga, at fosturtøka
skal vera loyvd, um vandi er fyri
lívi ella heilsu hjá barninum. 36
pro sent siga, at fosturtøka skal
vera loyvd, um mamman hevur av-
bjóðingar við síni sálarligu heilsu.
Einans 19 prosent vilja loyva fost-
ur tøku, um sannlíkindi eru fyri, at
barnið ber brek og einans 17 pro-
sent vilja loyva fosturtøku, um
sosi al atlit, so sum aldur, inntøka,
arb eiðsstøða, familjuviðurskifti og
tí líkt møguliga tala fyri.
Ein meiriluti av føroyingum ynskir ikki fría
fosturtøku, men kortini ynskja tey flestu, at
verandi fosturtøkulóg skal broytast
FØROYINGAR
YNSKJA
IKKI FRÍA
FOSTUR TØKU