hósdagur 17. august 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
32
BAKSÍÐAN
ÁRNI GREGERSEN
Tá ið eg byrjaði at skriva hesa
síðuna vísti eg á, at hetta er talan
um grenj – grenj sum viðhvørt er
viðkomandi og álvarsliga meint,
men eisini grenj sum kann virka
sum bagatellir.
Tað stuttligasta við tí seinna
slagnum er, at tað eru ofta
bagatellir, sum skulu til fyri at
rætta teir trupulleikarnar, sum
koma undir smágrenj.
Tá ið orðið grenj er so
frammalaga, so er tað tí eg haldi,
vit eru serfrøðingar í grenji. Vit
eru ónøgd við ymiskt, men í
staðin fyri at smoyggja ermarnar
upp og gera nakað við tað, so
grenja vit í krókunum og skapa
ein ringan stemning – heldur enn
at fara til røttu viðkomandi og
fáa neyðugu broytingnar gjørdar.
Ein skrivaði herfyri, at fyrr
livdu føroyingar av ull. Vit
spunnu og kæraðu. Í dag spinna
vit eisini og so kæra vit, men ikki
ull!
Royni ofta at minna meg
sjálvan á, at í søguligum
samanhangi, so eru vit ein
rættuliga nýggj tjóð við egnum
lógum, rættindum og skyldum.
Vit eru ekspertar í at
kortslutta skipanir og vit gera
mangan skipanir eftir, hvørji fólk
starvast í skipanini í staðin fyri,
at skipanin verður gjørd og so
mugu fólkini tillaga seg skipanini.
Ein onnur umbering er
sjálvandi, at vit ikki eru fleiri enn
50.000 fólk. Um vit ikki øll kenna
hvønnannan, so vita vit hvørji
hini eru ella av hvørjum slag tey
eru.
Summi líta vit á og leggja líka
í hvat skipanir siga. Onnur kenna
vit verri og hava minni álit á tá
skulu skipanirnar virka.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta
ger tað torført at arbeiða undir –
eisini hjá teimum, sum hava valt
sær politikk, sum lívsstarv.
Hesir trupuleikarnir
endurspeglast í tí, sum dagliga
hendir í føroyskum politikki.
Sum støðan er nú, hava vit eina
andstøðu og eina samgongu. Við
helvtini av atkvøðunum umboða
ávikavist samgonga og andstøða
helvtina av eljarunum í Føroyum.
Í Løgtinginum standa
partarnir yv ir av hvørjum
øðrum. Hvørgin parturin vil geva
seg og søkja semjur, men báðir
partar vilja heldur trumfa egnan
vilja ígjøgnum.
Tá ið eg tosi við fólk kring
landið, so er hetta sjálvdan teirra
hugsan. Tey síggja heldur, at
loysnir verða funnar og at alt
samfelagið flytur seg fram á veg.
Støðan kemur eisini til
sjóndar í politiska veruleikanum,
tí hóast tað hevur verið
ógvuliga trupult politiskt
arbeiði við fiskivinnunýskipan,
pensjónsnýskipan og
stjórnarskipan, so hevur ongin
flokkur gjørt seg til reiðar til eitt
løgtingsval.
Tí arbeiðir tingið víðari í
tveimum pørtum. Sum støðan
sær út nú, so hava vit tveir partar,
sum standa yvirav hvørjum
øðrum – hvørgin vil flyta seg.
Tað kann enda við, at
samgongan gjøgnumførir tað,
sum hon innanhýsis kann
semjast um. Hetta kann hava
við sær, at talan verður um
stuttar loysnir heldur enn langar
loysnir, sum borgarin og vinnan í
Føroyum kann fyrihalda seg til.
Sjálvandi er hetta grenj, men
hyggja vit at politikki í Danmark,
so verður arbeitt øðrvísi har. Ikki
tí alt er so gott, men har megna
flokkar at gea langar semjur, sum
so standa við í fleiri ár.
Semjuflokkarnir mugu allir
ganga við til at gera broytingar
í lógum, sum ein breið semja er
um.
Tað ger viðurskiftini meira
stabil í landinum, sjalvt um
stjórnirnar skifta ofta.
Kanska var tað vert at flutt
yvir í førpoyskan politik.
Ája!
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
– men eitt heldur øðrvísi eitt
NÚ FÆR SUÐUROYGGIN SÍTT
EGNA HÁLV-MARATHON
Eingi heiðursmerkir til tey fyrstu
á mál, tíðin er ikki so umráðandi,
loyvt er at steðga á, hvíla, hugsa
seg um, njóta okkurt drekkandi
og so uppliva eina rúgvu, hetta er
tað ið eyðkennir Føroya Sunnasta
hálvmarathon, ið verður
leygardagin 23. september.
– Vit vóna við hesum
tiltakinum at náa fjøldina heldur
enn elituna, vit hava avgjørt at
byrja í stásiliga SALT. Klokkan
10.00 fara vit avstað, men eingin
orsøk er at skunda sær, tí á leiðini
ber til at vitja eitt nú bønhúsið
í Øravík, umframt onnur støð,
og klokkan støðgar ikki fyrr
enn klokkan 15.00, so tað er
rúm tíð at náa á mál, sigur Finn
Johannessen, sum saman við
nevndini í Hvistuni, fyriskipar
tiltakið.
Eftir tiltakið verður møguleiki
at rinda sær møðina í Pálshøll,
ella saman
við hinum
luttakaranum
at fáa ein bita at
eta, umframt at
øll tey ið melda til
áðrenn mikudagin
30. august, fáa ein
t-shirt.
– Tilmeldingin er
byrjað, og longu nú hava
fleiri melda til, sigur hann.
Tiltakið hevur eisini
fingið sítt egna búmerki,
ið Eydbii Myndir hevur
sniðgivið, og sum avmyndar
ein fót, ið gongur, trillar ella
rennur og á Suðuroynni,
so hetta lýsir sera væl
endamálið við tiltakinum.
Meira fæst at vita um
tiltakið á facebook: Føroya
Sunnasta 1/2marathon.
r
hava
r hann.
sini
merki,
evur
vmyndar
rillar ella
ynni,
æl
kinum.
um
Føroya
hon.