mánadagur 21. august 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
PÁPI ÍMÓTI SONI
Tá ið Tórður Thomsen varð rikin av vølli við reyðum korti smáar fimm minuttir
fyri leiklok, var tað tann 17 ára gamli Rói Mørk Hentze, ið loysti hann av í
málinum. Rói er sonur venjaran hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze. Hetta er ikki
fyrstuferð teir hittast á vøllinum, tí tann 13. apríl í ár var Rói við til at varpa pápa
sín og hansara menn úr fjórðingsfinaluni í steypakappingini við einum 1-0-sigri.
Risarnir í føroyskum fótbólti borðreiddu við góðum
undirhaldi í heldur serligari 4-2-málveitslu, har trý
brotsspørk, eitt reytt kort og eitt umspark settu síni
merki í dystin. B36 misti bæði leiðsluna og høvdið,
meðan Víkingur fór avstað við trimum týðandi stigum
Pætur Albinus
Tað vóru tvey av stinnastu
liðunum í føroyska fót
bóltslandslagnum seinastu
trý árini, nevniliga Víkingur
og B36, sum brustu saman í
Sarpugerði í gjár. Umframt
tað, so var hetta eitt aktuelt
oddabrak, har B36 sum ein
sovandi risi nú aftur var
raknaður við væl hjálpt av
sjey sigrum á rað.
Víkingur, hinvegin, var
uttan sigur í tveimum dyst
um og var um at tveita
leiðsluna í Effodeildini fyri
borð. Teir í Víkingi trívast
væl við at trýst er á – tað
hava teir prógvað bæði í Ev
ropa og í steypakappingini
– og roynda liðið megnaði
eisini við einum gløggum av
riki og stórari kynismu at fáa
ein 4-2-sigur í hús.
Umspark
Tað vóru nakrar umstríddar
støður í dystinum, og tann
fyrsta mundi vera tá ið Vík
ingur fekk brotsspark og
møguleikan at javna til 1-1.
Tórður Thomsen bjargaði
brotssparkinum meistarliga,
men
hjálpardómarin
gav
ljóð frá sær og vildi hava, at
brotssparkið skuldi takast
umaftur.
Hjálpardómarin metti, at
Tórður var farin av strikuni
áðrenn brotssparkið varð
tikið.
B36-venjarin,
Jákup
á
Borg, er ikki heilt samdur við,
at brotssparkið skuldi takast
av nýggjum.
- Vit hava sæð hatta á
sjónbandi, og eg haldi, at
hatta hevði ógvuliga lítið upp
á seg. Í 90% av førunum gera
málverjar hatta, og eg haldi
ikki, at Lars Müller yvir
høvur umhugsaði at døma
umspark. Hatta kann sjálv
andi dømast, og eg haldi, at
hjálpardómarin vildi sleppa
at døma tað, sigur hann.
Sinnalagið fór avstað við
tí týðiliga uppøsta Tórði
Thomsen, sum fýra minuttir
fyri leiklok varð rikin av vølli
eftir at hann var í hornatøk
um við Sølva Vatnhamar hjá
Víkingi.
Hjálpardómarin,
sum
Tórður Thomsen longu var
óklárur við frammanundan,
ivaðist ikki og gav dómara
num boð um at vísa B36-mál
verjanum reyða kortið.
Jákup á Borg hevur ikki
hug at verja atburðin hjá
Tórði Thomsen.
- Eingin veit tað betur
enn Tórður sjálvur. Hann
er ein rutineraður maður,
men hatta var sera óheppið
og tápuligt. Hann er totalt í
kjallaranum, segði Jákup á
Borg eftir dystin.
Á facebook hevur Tórður
Thomsen biðið B36-fjeppar
arnar um umbering fyri sín
atburð, men hann metir ikki,
at tað, ið hann gjørdi, hevði
nógv upp á seg.
- Men tá tað er sagt, so
skulu tit vita, at eg havi ikki
sligið ella albogað nakran í
dag. Eg vóni, at Sølvi traðkar
fram og er erligur um hvat
veruliga hendi. Tí tað hevði
sera lítið uppá seg, skrivar
Tórður sjálvur.
Dagsins maður
Heldur merkisvert er tað í
leikarametingunum
hesa
ferð, at dagsins maður varð
innskiftur. Filip Djordjevic
byrjaði nevniliga á bonki
num, men 12 minuttir inn í
seinna hálvleik varð hann
settur á vøllin, og hann var
í stóran mun einsamallur
við til at venda dystinum á
høvdið.
Hann hevði bæði orku og
ferð í sær, tá ið hann kom
inn og stóð andlit til andlits
við ein heldur óroyndan og
meiri
troyttan
B36-bakk,
og hesa støðuna gagnnýtti
hann til fulnar. Hann var
avbjóðandi,
hugskotsríkur
og ískaldur. Hann var heilin
aftanfyri tvey mál og var
týdningarmesti leikarin hjá
Víkingi, og harav eisini dag
sins leikari.
Hjá B36 er hesaferð ein,
ið dettur heilt niður á eitt
2-tal.
Tað
er
høvuðsmaðurin
hendan dystin, Tórður
Thomsen, sum fekk bein
leiðis reytt kort eftir ein tví
dyst við Sølva Vatnhamar.
At B36 framvegis var væl
við í dystinum og royndi
eftir at fáa eitt útjavnandi
3-3-mál var sín søga, men
at hann – sum tann royndi
profilur hann er – kom sær
í eina støðu, sum nú kostar
honum eina lívsuppliving í
steypafinaluni leygarkvøld
ið, er nærum ófyrigeviligt og
sæst aftur á karakterinum.
Tórður var tó ertaður av
einari heldur umstríddari
avgerð hjá hjálpardómara
num, sum sambært hon
um
sjálvum
ikki
hevði
nógv upp á seg, so tað havt
í huga – umframt onkrar
góðar bjargingar og brots
sparksbjargingina – sleppur
hann undan at fáa
botnkarakter.
Góð reklama
Jákup á Borg helt annars,
at B36 hevði gott tamarhald
á dystinum, tá ið teir vóru á
odda bæði 1-0 og 2-1.
-
Tað
eru
persónligir
feilir, sum loyva teimum inn
aftur í dystin. Vit vóru als
ikki undir trýsti. Eins og vit
vinna sum eitt lið, so tapa vit
eisini sum eitt lið. Burtursæð
frá persónligu feilunum, so
havi eg nógv gott, ið eg kann
taka við til steypafinaluna
leygardagin, sigur Jákup á
Borg um sigurin.
Mótstøðumaður hansara,
Víkinga-liðskiparin
Atli
Gregersen, var sum vera man
øðrvísi fegin eftir dystin.
-
Hetta
er
sjálvsagt
ein fantastisk kensla. Ein
góðveðursdag í Sarpugerði,
og sum altíð fult av B36-
áskoðarum. Tvey góð lið, in
tensitetur, fríspørk, drama
tikkur og góð mál. Eg rokni
við, at áskoðararnir fingu
eitt sindur fyri pengarnar.
Sjálvandi er onnur helvtin
glaðari enn hin, men hetta
var ein deilig reklama fyri
føroyskan fótbólt, helt hann
fyri.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Rumbul kostaði B36:
VÍKINGUR VAR
BARA TAÐ GLØGGARI