Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tíðindini um, at býráðssamgongan á Tvøroyri er slitnað koma kanska ikki so óvæntað kortini. Tað var rættiliga buldrasligt til sein­asta býráðsval, tá tey í Javn­ að­ar­flokk­inum á Tvøroyri ikki kundu semjast um, hvørt borg­ar­ stjór­in skuldi sleppa at stilla upp­ aft­ur. Stríð var um eitt svar, sum kom ella ongantíð kom frá Kristini Mich­el­sen, sum tí heldur ikki kom á listan hjá javn­að­ar­fel­ag­num. Á Tvøroyri eru tey von við slíkt stríð. Tí júst tað sama hendi í 1984, tá Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag fór í tví­ning­ar. Tað førdi til, at annar javn­að­ar­ flokk­ur­in setti hin uttan fyri á­virk­ an – og at aðrir borgarstjórar komu til vald­ið, sum ikki vóru javn­að­ar­ menn – nakað, sum var púra ó­van­ ligt á Tvøroyri. Í 16 ár stóð hetta stríðið við. Í 2000 løgdu tey stríðsøksina og samd­ust um ein lista. Men 16 ár seinni – í fjør, var aftur galið. Og tí vóru aftur tveir javnaðarlistar á Tvør­oyri. Og søgan endurtók seg, at ann­ ar javn­að­ar­flokk­urin helt hin utt­ an fyri á­virkan. Men tað gekk so bara í átta mánaðir, tí fríggjadagin varð greitt, at ein av tveimum, sum vórðu vald á Kommunulistanum hjá borg­ar­stjór­a­num, sum sam­an við Borg­ar­a­listanum helt Javnað­ ar­flokk­in utta­nfyri – sleit nýggju sam­gong­una, og tí situr Kristin Mich­el­sen nú í minniluta. Men tað koppar ikki borg­ar­ stjór­an av trúnuni, at hann fær meir­ilutan av kommunustýrinum í­móti sær. Kristin Michelsen kann halda fram sum borgarstjóri, tí hann er vald­ur fyri fýra ár. Men hann fær ikki stýrt býnum á sama hátt, tí nú verð­ur tað andstøðan, sum pol­ it­iskt skal siga, hvar skápið skal standa – og gera av, um borg­ar­ stjór­in skal sleppa at sita á tingi. Spurningurin er so, hvussu hetta spælir av. Sama skilið var í Fugl­a­fjarðar býráð í síðstu setu. Men borgarstjórin helt út og vann sær meiriluta aftur á valinum. Tá Páll á Reynatúgvu misti meiri­lutan fyri nøkrum árum síð­ ani í Sands bygdarráð, legði hann frá sær sum borgarstjóri. Á Tvøroyri er støðan tann, at Kristin Michelsen fyrst skal fyri veljarans dóm sum løgtingsmaður, áðrenn kommunuval verður aftur. Spurningurin er tó, um Kristin Michelsen sleppur at stilla upp til løg­tings­val­ið fyri Javnaðarflokkin, tá hann hevur »svikið« flokkin á Tvør­oyri? Hann kann vallast velja utt­an­ flokka, tí tað krevur um 1.000 at­ kvøð­ur. So skal hann gera sær tank­ar um at sleppa inn aftur um ting­ gátt­ina, so má hann stilla upp fyri ann­an flokk, um hann ikki semist við Javn­að­ar­flokkin fyri ta tíð. Tað krevur um 1.000 at­kvøð­ ur at verða valdur uttanflokka Sleppur kristin aftur á ting? Hevði vætnað mær meira Heðin Mortensen Kjak síða 11 Til­ boð­ið frá AA er neyð­ugt Sjúrður skaale Kjak Síða 11 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Metir løgmaður, at upp­ skot­ið til stjórnarskipan upp­fyll­ir krøvini til lóg­ar­ upp­skot, sum eru ásett í tings­kipanini? – Ætlar løgmaður at geva øll­um flokkum á tingi somu atgongd til em­bæt­is­verk­ið, nú teksturin í stjórn­ar­skip­ an­ini skal greinast fyri før­ oy­ing­um? Hesar spurningar fer Bárður Nielsen, løg­tings­ mað­ur, at seta løg­manni á tingfundinum í dag. Ting­ mað­ur­in vís­ir á, at løgmaður hev­ur í miðlunum boðað frá, at nú fer samgongan at miðla stjórn­arskipanina, ið sam­bært løgmanni sjálv­ um annars ikki er eitt sam­ gongumál, á ein einfaldan og væl­skilj­andi hátt, soleiðis at tað er lætt­ari og skjótari at seta seg inn í, og skapa sær eina mein­ing um. Víðari sigur løgmaður, at sam­gongan fer at gera meira kunn­ing­ar­tilfar, so inni­hald­ ið verður miðlað á ein meira ein­fald­an hátt, og at fleiri fólk vón­andi fara at luttaka í kjaki­num. Og at hóast freist­ in er farin, so verður fram­ hald­andi møguligt at senda viðmerkingar, bæði til Løg­ mans­skriv­stov­una, ið síðani koyr­ir við­merk­ingar víðari til Løg­tingið, og beinleiðis til Løg­tingið. Bárður Nielsen heldur, at her kemur bland í uppbýtið mill­um lóggevandi valdið, ið er Løgtingið, og útinnandi vald­ið, ið er landsstýrið. – Vónandi fer løgmaður at virða allar partar í máli­num, soleiðis at eisini tey, ið ikki eru samd við tulkingini hjá løgmanni, fáa sama møgu­ leika til at brúka em­bæt­is­ verk­ið, eftir at málið er latið Løg­ting­inum til viðgerðar. – Tingskipanin ásetir, at lóg­ar­upp­skot skulu inni­ halda viðmerkingar, bæði al­menn­ar og serstakar við­ merk­ing­ar til hvørja grein sær, har greitt verður frá inn­i­hald­i­num av hvørj­ari einstakari grein í upp­skoti­ num. Eisini skal her verða greitt frá ætlanini við grein­ ini, og hvussu hon skal skilj­ ast, sigur Bárður Nielsen. Hann leggur afturat, at eis­ini verður ásett í ting­ skip­anini, at løg­tings­for­ mað­ur­in skal, eftir at hava fing­ið samtykki frá for­ mans­skapinum, mæla Løg­ ting­i­num til at vísa burtur upp­skot, sum ganga í móti stýris­skip­an­arlógini ella ting­skip­anini. – Tað kann tí undra, at løg­ maður ætlar at leggja stjórn­ ar­ski­p­anina fyri Løgtingið, ið ikki fylgir ásetingunum í ting­skip­anini, og spennandi verð­ur at síggja, um ting­skip­ an­in verður fylgd í hesum týdn­ing­ar­mikla málið fyri Før­oyar. Bárður ivast í um løgmaður heldur tingskipanina Bjarni Hammer og hans­ara fólk kunnu nú kroysta Kristin Michelsen at velja ímillum bor­g­ar­stjóra­ sess­in og løg­ tings­sessin Stríðið um valdið í Tvør­oyr­ar býráð kann ávirka lands­stýr­ is­sam­gongu­na og uppskotið um fiski­vinnu­ný­skip­an. At borgarstjórin á Tvøroyri er kom­in í stríð við lokala javn­aðarfelagið og ikki slapp á listan hjá flokkinum til bý­ ráðs­val­ið førdi til, at hann still­aði upp á egnum lista – sum gjørd­ist størsti listin á bý­ráðs­val­i­num. Av­bjóðingin hjá borg­ar­ stjór­a­num og Javnað­ar­flokk­ i­num er, at løg­tingsval verður áðr­enn næsta kommunuval. Og um Krist­in Michelsen ikki sleppur á list­an hjá Javn­að­ar­ flokk­inum, hvat ger hann so? Og so er tað semjan um fisk­i­vinn­u­ný­skipanina. Hvar ligg­ur hon, nú Kristin Mich­el­ sen hev­ur mist valdið í bý­ráð­ num á Tvøroyri? Tað eru spurningar, sum helst verða svaraðir næstu dag­arnar. Ein annar veruleiki er, at Bjarni Hammer og hini trý í and­støðuni nær sum helst kunnu kroysta Kristin Michelsen úr borg­ar­stjóra­ sessi­num ella løg­tings­sess­ inum. Tí tey kunnu nær sum helst broyta avgerðina um, at borg­ar­stjór­in eisini kann røkja løg­tings­starv­ið. Kvettið á Tvøroyri fær ávirkan Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Bárður Nielsen heldur ikki nógv um uppskotið hjá løg­ manni um stjórnarskipan