týsdagur 22. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Zacharias Zachariassen er farin
Í fram ímóti seksti árum var
Zacharias trúboðari innan
brøðrasamkomurnar í Før
oyum, har hann er væl kend
ur og umtóktur.
Barnaheimið var í Mort
ansstovu
í
Norðragøtu.
Foreldrini vóru Annilena,
sum var fødd Tausen og
ættað úr Runavík, og Ják
up Zachariassen úr Mort
ansstovu. Tey fingu sjey
børn. Zacharias var elstur,
og hini eru Hermund, sum
býr á Argjum, Marni, sum
býr í Vejle, tvíburarnir Hall
bjørg
og
Arnbjørg,
sum
búgva ávikavíst í Aarhus og
Fredericia, Flóvin, sum býr í
Norðragøtu og Jan, sum býr
í Kolding.
Merkisvert var tað, at
øll børnini hjá Annilenu og
Jákupi
Zachariassen
utt
an Zacharias og Flóvin vóru
deyv frá føðingini av.
Zacharias lærdi til rør
leggjara.
Fyrst
arbeiddi
hann hjá pápa sínum, sum
eitt nú fekst við at leggja
miðstøðuhita, og síðani fór
hann til Havnar, har hann í
1956 gjørdi læruna lidna hjá
Mariu Poulsen.
Zacharias var fyrsti føroy
ingurin, sum fór á Moorlands
bíbliuskúlan í Onglandi, har
fleiri føroyingar seinni leit
aðu sær. Hann fór á skúlan
í 1958, og eftir at hann hevði
verið har í trý ár, flutti hann
aftur til Føroya, og tað er her,
at hann síðani hevur verið í
fulltíðar tænastu sum trú
boðari. Hann varð roknaður
at vera stinnur í skriftunum,
talari við stórum myndug
leika, og hann hevði stórt
hjartað fyri tí einstaka. Tað
hevur ofta verið tikið til,
at Zacharias var fyrsti trú
boðarin í nýggja ættarlið
num, eftir at Victor Daniel
sen – hann doyði í 1961 – og
seinni Andrew Sloan – hann
doyði í 1973 - løgdu frá sær.
Øll tey, sum hava havt við
Zacharias at gera – og tey eru
rættiliga mong – munnu geva
honum skoðsmálið, at hann
var friðarligur, fyrikomandi,
fjølgávaður
og
trúfastur
maður, sum í fram ímóti
seksti árum ferðaðist kring
oyggjarnar og uttanlands,
og sum samstundis útinti
risastórt skrivligt avrik.
Hann mundi vitja í flestu
um ikki øllum bygdunum við
gleðiboðskapinum. Tey fyrru
árini var Zacharias nógv
uppi í barnaarbeiði, og ofta
ferðaðist hann saman við
vinmonnum,
sum
hann
hevði lært at kenna, meðan
hann var í Onglandi.
Gávurnar at fáast við
skaldskap í bundnum máli
vóru framúr, og eitt nú sam
an við vinmanninum Jens
Guttesen, sála, gav hann før
oyingum nógvar sangir og
kór, sum framvegis verða
nógv nýtt. Tað, sum Zach
arias hevur yrkt, er eyðkent
av alski til móðurmálið,
skaldskaparligum hegni og
stórum kærleika til boð
skapin, sum altíð var ber
andi.
Góðu
sangrøddina
og
gávurnar at fáast við tónleik
vórðu nýttar í somu tænastu.
Fyri umleið 57 árum síðani
varð fyrsta plátan útgivin, og
eisini nýggjari útgávur eru
framvegis at hoyra. At hann
spenti víða og fylgdi við í tí,
sum synirnir tókust við, er at
hoyra á øðrum útgávum enn
hansara egnu.
Vinmaðurin
frá
árun
um í Onglandi, Brynleif
Hansen, sum var ættaður
úr Fuglafirði, var undan
gongumaður, tá ið Zarepta
í Vatnsoyrum varð tikið í
nýtslu í 1967. Zacharias stuðl
aði honum væl, og hann
var uppi í tí arbeiðnum til
tað síðsta. Hansara serliga
ábyrgd
var
bíbliuskeiðið,
sum er seinnapartin av aug
ust. Zacharias fór saman
við øðrum undir hesi skeið
fyrrapartin av seksti árun
um.
Fyrstu árini vóru tey
kring landið, men síðani
Zarepta var veruleiki, hava
tey verið har vesturi. Tá ið
hann fyri tveimum árum
síðani fór um tey áttati, gav
Zacharias leiðsluábyrgdina
til yngri kreftir. Í næstu viku
verður bíbliuskeiðið. Tá ið
tey hittast, plagar at verða
steðgað á og hugsað um tey,
sum eru farin síðani í fjør. Nú
verður sessurin hjá Zachari
asi tómur, og tað fer at kenn
ast heilt undarligt.
Tað sást ikki aldur á
Zachariasi, sum luttók á
samfelagsstevnuni,
sum
samkomurnar á Skálafjørð
inum skipaðu fyri á páskum.
Hann var ætlaður at hava
leiklut á samfelagsstevnuni
í Klaksvík á hvitusunnu,
men tá bar hann seg undan,
tí hann kendi seg ikki væl.
Inntil álvarsama bakkastið
tíðliga í summar, sum nú var
orsøk til, at hann ikki orkaði
meir, var heilsan framúr góð,
og styrkin so mikið nógv,
at hann var virkin á fleiri
mótum.
Síðst í seksti árunum
fór Zacharias saman við
Brynleifi Hansen og Páll
Poulsen undir at geva Rødd
ina út. Talan var um tíðarrit
við kristiligum innihaldi.
Seinni varð heitið broytt
til Leirkerið, sum Zachari
as framvegis var blaðstjóri á,
nú hann flutti.
Umframt at geva tíðar
ritið út, er Leirkerið eisini
bókaforlag, sum Zachari
as hevði saman við bróðrin
um Flóvini. Forlagið hevur
givið eina ørgrynnu av bók
um og bóklingum og heftum
út, og teir báðir hava hjá so
mongum røkt uppgávuna,
sum tað verður roknað við,
at forløg taka sær av – at
hjálpa øðrum við handritum
og útgávum. Nú Zacharias
legði árarnar inn, lógu fleiri
handrit á skrivaraborðinum.
Sjálvur skrivaði Zachari
as fleiri bøkur. Størsta takið
mundi vera 455 síður stóra
bókin Bíblian á føroyskum
í hálva øld. Hetta er verk,
har Zacharias legði fram
granskingartilfar, sum er
framúr áhugavert søgubrot
um stóra verkið, sum tað
var hjá Victori Danielsen at
týða Bíbliuna og um móttøk
una, sum Bíblian fekk mill
um leik og lærd, og eisini um
arbeiðið hjá Victori við sálm
um og sangum – at yrkja,
týða og at geva sangbøkur
út. Í arbeiðnum at fyrireika
nýggja útgávu av sangbókini,
sum varð givin út fyri tveim
um árum síðani við heitinum
Nýggja Sangbók Guds Fólks,
var Zacharias stórur stuðul
hjá nevndini, ið fyrireikaði
útgávuna. Nógvar av perl
unum hjá Zachariasi eru í
Nýggju Sangbók.
Tað átti at verið rúm fyri,
at almennu Føroyar heiðraðu
mentanarlig avrik av tí slag
num, sum Zacharias legði úr
hondum. Hetta var tó ikki
nakað, sum hann hugsaði
um. At seta seg sjálvan í mið
depulin og rokna við heiðri
og samsýning frá menn
iskjum kom honum ikki til
hugs. Tað snúði seg um at
tæna honum, ið hann sum
blaðungur setti sítt álit á
til æviga sælu, og nú hevur
hann hoyrt heilsuna: Gott tú
góði og trúgvi tænari.
Zacharias var giftur Lis,
sum er ættað úr Klaksvík.
Foreldur
hennara
vóru
Petrina og Arni Ziskasen.
Lis og Zacharias búðu í
barnaheimi hansara. Synir
teirra eru Arni, sum býr
í Norðragøtu, og Pætur,
sum í Aalborg. Í fyrru giftu
átti Zacharias tríggjar synir
– Dánjal, sum býr í Keyp
mannahavn, og Jákup og
Jógvan, sum búgva í høvuðs
staðnum.
Jarðarferðin verður leyg
ardagin úr Filadelfia í Gøtu,
sum var andaliga heimið hjá
Zachariasi.
Jóannes Hansen
Mánadagin bórust deyðsboðini av Zachariasi Zachariassen í Norðragøtu. Hann
var føddur sætta august í 1935 og hevði fyri stuttum 82 ára føðingardag