Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til Sambýlið í Sørvági verður søkt eftir einum starvsfólki og til Sambýlið á Húsadalsvegi verður søkt eftir tveimum starvsfólkum. Um størvini Sambýlið í Sørvági • 1 farloyvisstarv á fulla tíð 01.10.2017. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvið er tíðaravmarkað til 31.08.2018. Sambýli á Húsadalsvegi í Sørvági • 1 starv fulla tíð at byrja tann 01.10.2017 ella eftir nærri avtalu. • 1 farloyvisstarv fulla tíð at byrja 01.12.2017 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 31.08.2018. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum – Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 06.09.2017 kl.12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Starvsfólk til Sambýlið í Sørvági og til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í KFUM & K í Klaksvík leygardagin 9. septembur og sunnudagin 10. septembur 2017 við hesi dagsskrá: LEYGARDAGIN 9. SEPT. kl.15:00 Limafundur har Petur Adrian Jacobsen, Lervík innleiðir Kl.18:00 Bønarmøti. Kl.19:00 Møti har Ingolf Johannesen, Sandavágur talar og kórið: Orðið á Borðið frá Frelsunnarherinum í Vági syngja og spæla. SUNNUDAGIN 10. SEPT. Kl.11:00 Guðstænasta í Cristianskirkjuni Kl.18:00 Møti har Niels Jacob Nielsen, trúboðari, Kjellerup, Danmark, talar og KFUM & K kórið í Klaksvík syngur Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum. Tann, ið ynskir at gerast limur er væl­ komin til limafundin leygardagin kl.15. Frá Bróðurringinum á Havinum Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum Sosialurin 341800 Námsfrøðingar til Stropan á Kambsdali Stropin er ein dagstovnur, í byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 6 ára aldur. Stropin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.   Vit sóknast eftir: Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan dagligdag, har barnið er í miðdeplinum.   Vit bjóða tvey spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tit kunnu verða við at mynda og seta tykkara dám á stovnin.   • Eitt 40 tíma starv ætla námsfrøðingi. • Eitt 40 tíma starv ætla námsfrøðingi tíðaravmarkað, fram til 30. apríl 2018. Grunda á, at vit nýta ársverk, er dagliga tímatalið 37,5 tímar um vikuna. Út yvir dagliga arbeiðið á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 40 tíma viku. Setanarviðurskifti Størvini vera sett 18. september 2017, ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11-19 fyri námsfrøðingar. Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00.   Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 08. september 2017 kl. 12.00. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 530 Fuglafjørður info@fuglafjordur.fo Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo. Fuglafjarðar Kommuna UMHVØRVISGÓÐKENNING Umhvørvisstovan hevur hin 17.08.2017, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent: Sp/f Univice í Runavík Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 4 vikur frá dags dato, t.e. 20. september 2017 Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo