Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 8 Hevur tú hug og áræði – saman við restini av starvs liðnum á LÍV – at skapa varandi virðir fyri kundar okkara og áhaldandi at menna íløguøkið, so er tað kanska tær, vit leita eftir. Íløgudeildin arbeiðir áhaldandi fyri, at eftirlønar uppsparingin hjá kundum okkara støðugt økist, so leiðis at ágóðin kemur kundum okkara til góðar. Sum íløguleiðari kemur tú at hava ábyrgdina av ein um øki í støðugum vøkstri og menning, har nýggir íløgu møguleikar skulu troytast í tøttum samskifti við sam­ starvs partar okkara. Vit leita tí eftir einum leiðara sum: · Hevur eitt høgt fakligt støði · Dugir og dámar at samskifta við samstarvspartar, kundar og starvsfelagar · Hevur førleikar og neyðugu ábyrgdarkensluna av áhaldandi at menna íløgudeildina · Hevur góð samstarvs­ og leiðsluevnir · Hevur viðkomandi útbúgvingar og royndir Hevur tú hug, áræði og neyðugu førleikarnar til at bera LÍV fram á leið saman við ein um sterkum starvsfólkaliði? Íløguleiðarin hevur ábyrgdina av samskiftinum við íløgurøktarar og áhaldandi at menna tænastur okkara á íløguøkinum. Tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag og ert íðin, fram fúsin og vilt síggja úrslit. Tú hev ur góðar førleikar at orða teg í skrift og talu. Tað er ein avgjørdur fyri munur, um tú hevur leiðsluroyndir og hevur starvast innan íløgu­ og/ella pensjónsøkið. Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV, stílað til Jan Jakobsen, stjóra, Kopargøta 1, Postsmoga 206, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. september. Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í sam band við Jan Jakobsen á telduposti jan.jakobsen@liv.fo ella telefon 231110. Starvslýsing LÍV er størsti veitari av lívs­ og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir á føroyska marknaðinum. LÍV­samtakið hevur eina samlaða eftirlønar uppsparing uppá 4,3 mia.kr. Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum. LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins. Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær allan ágóðan. LEIÐARI TIL ÍLØGUDEILDINA Kopargøta 1, Tórshavn | www.liv.fo Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40 Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40 Lærlingar til mekaniska verkstaðin Vit bjóða eina útbúgving í einum livandi og áhugaverdum umhvørvi, har nøgdsemi og kundatænasta eru í hásæti. Um tú hevur bensin í blóðnum og kundi hugsað tær at gerast ein partur av einum væl skipaðum verkstaðstoymi, ert tú vælkomin at søkja. Tú fært alla ta vegleiðing, tú hevur tørv á, fyri at kunna útinna fjølbroyttu upp gávurnar til lítar. Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til Reyni Service. Havn: Heðin Hansen, hh@reyniservice.fo ella tel 210050 Klaksvík: Bjarti Ryan, br@reyniservice.fo ella tel 258642   Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn, so send gjarna umsóknina skjótast til ber.   Starvsetan: Skjótast gjørligt.   Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg - ella hevur tú spurningar - so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Søkt verður eftir lærlingum til okkara verkstað í Havn og í Klaksvík Reyni Service, sum varð sett á stovn í 1947, er størsta bilfyritøka í Føroyum við fleiri enn 50 starvsfólkum. Við deildum í Havn og í Klaksvík er Reyni Service heildarveitari innan bilvinnuna.