týsdagur 19. oktober 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
33
basalt
PDF
94%
Har du været udsendt i FN,
NATO, EU eller OSCE tjeneste?
som civil, politi, militær eller humanitær
24. oktober 2004 fejres FN-dagen på Færøernes
Kommando, Mjørkadalur.
Tidligere udsendt
personel mødes traditionen tro i FN-stuen kl.
16.30 til en hyggestund med efterfølgende mid-
dag.
Har du lyst til at deltage, kan du ringe til John
Eriksen på tlf. 341549, eller mobil 522049 senest
torsdag 21. oktober kl. 16.00 for tilmelding og
yderligere information.
Dagrøktari
til Dagrøktarskipanina
Søkt verður eftir dagrøktara at ansa børnum frá
0-3 ár.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur góðar umstøður, at hava børn,
bæði inni og uttanfyri.
• At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálv-
støðugt.
• At tú vísir virðing fyri børnunum, foreldrum
og starvsfeløgum.
• At tú ert álítandi og hevur góð samstarvs-
evnir.
• At tú ert tolin og vísir umsorgan.
• At tú hevur hegni og áhuga í at menna børn-
ini.
• At tú dugir at sýggja møguleikar í staðin fyri
forðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf.
332960
og
tosa
við
Rósely
Reynstind,
dagrøktarleiðara.
Umsóknarfreist:
2. november 2004, kl. 12.00.
Vinarliga send umsókn tygara til
Miðvágs Kommunu
Dagrøktarskipanin
FO-370 Miðvágur
Lesið
-so eru tit við!
i
Føroyskar fyritøkur
kunnu vinna nógv við
at standa saman um
tiltøk vend móti
útheiminum, meinar
Menningarstovan,
sum saman við North
Atlantic Information
Services skipar fyri
felags ársbókini
Annual Business
Report
Tíðindaskriv
Hetta við at lata nakrar
kappingarneytar fáa fyri-
munir av felags átøkum fyri
at fleiri kunnu standa sterk-
ari í einum størri saman-
hangi í kapping móti øðr-
um, er eitt væl kent fyri-
brigdi innan marknaðar-
føring; góð dømir eru
handilsdeplar og sokallað
klustur við ávísum vinnu-
bólkum ið, hóast kapping
sínámillum, hava felags
áhugamál ið viga meira.
Júst soleiðis er tað eisini
við føroyskum vinnulívi og
tess royndum at standa seg í
einum alt meira globaliser-
aðum umhvørvi, meinar
Áki Johansen, leiðari á Út-
flutningsdeildini hjá Menn-
ingarstovuni.
»Fyri føroyskar fyritøkur
eru fyrimunirnir eyðsýndir
við at samstarva í átøkum
úteftir,« segði Áki Johan-
sen. »Tann veruliga kapp-
ingin stendur ofta í mun til
veitarar úr øðrum londum
ella heilt aðrar vørur og
tænastur… Felags tiltøk
kunnu í nógvum førum
geva størri úrslit enn hvat ið
fæst burturúr við at hvør
roynir í sínum lagi, hvussu
so neyðugt tað annars kann
vera í sjálvum sær. Gjøgn-
um samstarv verður bitin til
tann einstaka størri og tá er
tað betri at fáa ein lítlan
part av einum stórum
stykki, heldur enn ein stór-
an part av lítlum og
ongum.«
»Føroyskar fyritøkur eru
vanliga sera lítlar í altjóða
høpi og tað er púra natúrligt
at tær samstarva. Felags
kunning og marknaðar-før-
ing kann geva ein sera nógv
styrktan virknað og ein
‘reyðan tráð’ ið er lættari at
minnast enn ein hópur av
ymiskum
boðskapum.
Tílíkt samstarv kann eisini
skapa synergi: tá útlending-
ar síggja meira av í tí saml-
aða føroyska úrvalinum,
økjast sannlíkindini eisini
fyri at meira umfatandi
ordrar og samstørv kunnu
uppstanda.«
Upplýsandi
Í sendingini ‘Vinnutátturin’
hjá Útvarpi Føroya herfyri
kom fram tað sjónarmið at
føroyingar, fyri at mennast í
kappingarføri, mugu gera
meira við at taka upp ein
hugburð ið setir kundan í
miðdepilin; við øðrum orð-
um gerast marknaðar ori-
enteraðir. Hesum sjónar-
miði tekur Áki Johansen
fult undir við.
»Tað er eingin ivi um at
vit hava nógv at læra av
øðrum londum, millum
annað íslendingum, ið jú
eisini eru ein sera lítil tjóð.
Ídag noyðast øll at innrætta
seg eftir einum globalum
marknað, og her eiga vit
ikki at halda okkum aftur.
Tað merkir at okkara
vinnulív má læra seg tær
marknaðarligu spæliregl-
urnar hóast tær kunnu
tykjast harðar; tá er nevni-
liga eingin ið av sær sjálv-
um loftar um tað sansar at.
Vit mugu burtur frá hesum,
at hugsa at vit hava eina
framleiðslu sum kundin má
og skal hava. Ístaðin skulu
vit hugsa: kundin hevur ein
tørv ella eitt ynski og vit
skulu vera best til uppfylla
tað! Hesum mugu vit ar-
beiða miðvíst fram ímóti og
eisini byggja tað upp við
langtíðar ætlanum.«
Menningarstovan er ein
stovnur ið dagliga virkar
fyri at menna føroyskt
vinnulív, ikki minst í sam-
starvi um marknaðarføring
móti útlondum. Dømini um
tiltøk eru mong; umframt
samskipan av handilsferð-
um og felags føroyskum
luttøkum á messum, kunnu
nevnast tænastur á internet-
inum so sum Export Direc-
tory, ið listar upp føroyskar
útflutningsfyritøkur
og
gevur kunning um hesar, og
Business Environment, ið
gevur útlendingum kunning
um tað vinnuliga umhvørv-
ið í Føroyum.
Ein nýggj verkætlan, sum
Menningarstovan hevur ein
leiklut í saman við North
Atlantic Information Servi-
ces
Spf
(PRnewsMedia.com), snýr
seg um eina felags árliga
frágreiðing um føroyskt
vinnulív við sikti móti útl-
endskum
viðskiftarum,
veitarum, samstarvsfelag-
um og íleggjarum.
Frágreiðingin
‘Annual
Business
Report’
skal
gjøgnum upplýsandi grein-
ar og myndir geva útlend-
ingum við verandi ella
potentiellum áhuga í før-
oyskum
vinnulívi
eina
kenslu av hvat Føroyar eru
og hvussu okkara vinnulív
er
samansett,
herundir
hvussu árið ið fór royndist
og hvørji framtíðar útlini
eru. Samstundis skal høv-
uðsvinnan lýsast, bæði hvat
viðvíkur
rávøru,
veiði,
framleiðslu, handli og øðr-
um; eisini aðrar útflutn-
ingsvinnur skulu lýsast um-
framt týðandi tættir so sum
infrastrukturur, búskapur
og
samfelagsbygnaður,
søga og mentan. Harafturat
verður ein partur vígdur
oljuvinnuni.
Produktivt
Útlendingar hava ferð eftir
ferð víst á at Føroyar í
sjálvum sær hava eitt høgt
public relations virði. Hes-
um tekur Jákup Sandberg
Joensen, stjóri á J.K. Joen-
sen & Sonur, eisini undir
við. Hansara fyritøka, sum
síðani 1910 hevur ment seg
frá smiðju til eitt nýmótans
maskintøkniligt felag við
45 fólkum í starvi, telist
millum tær umleið 30 fyri-
tøkurnar sum taka lut í
Annual Business Report.
»Hygg eftir íslending-
um,« segði Jákup Sandberg
Joensen. »Hvussu væl hev-
ur tað ikki eydnast teimum
í felag at marknaðarføra
seg í útlondum? Nógv av
okkara almennu umboðum
høvdu uttan iva kunnað
lært nógv av útlendskum
starvsfelagum, sum jú vísa
seg at gagnnýta hvørt høvi
sum býðst til at hjálpa sín-
um vinnulívi at marknað-
arføra seg.«
Men eru tíðirnar í sein-
astuni ikki versnaðar ov
nógv til at tað ber til at
hugsa um marknaðarføring
móti útlandinum?
»Vit ætla so komandi ár
at marknaðarføra okkum
munadygt,
og
Annual
Business Report er ein
ódýrur og hóskiligur miðil
til at náa út til altjóða
málbólkar við saman við
øðrum føroyskum fyritøk-
um. Undir kreppuni í
1990unum lærdu vit nógv
um at spara, og áðrenn vit
skóru í lønum megnaðu vit
at spara nógv. Nú eru tíð-
irnar aftur versnaðar nakað,
tó eru vit als ikki í somu
støðu sum undir kreppuni.
Tað avgerandi er at duga at
spara í tí óproduktiva, og
ikki í produktivum íløg-
um… Góð marknaðarfør-
ing kemur avgjørt undir tað
sum er produktivt.«
J.K. Joensen & Sonur er
kent fyri at menna, fram-
leiða og marknaðarføra út-
gerð og tænastur til skip og
bátar, og hevur staðið seg
gjøgnum eitt uppfinnsemi
ið skarar framúr. Fyritøkan
hevur vunnið viðurkenning
víða um í heiminum undir
vørumerkinum Oilwind.
Nýliga hava J.K. Joensen
& Sonur ment eina autom-
atiska línuskipan ið skal
gera tað lættari at gagnnýta
smærri útróðrarbátar sum
best í mun til arbeiðsorku,
arbeiðstíð umborð og báts-
rúmd; tað snýr seg millum
annað um at spara burtur
lønir til egning og fáa sum
mest burtur úr hvørjum
fiskiloyvi og hvørjum fiski-
degi. Skipanin, sum leingi
hevur verið testað av út-
róðrarmonnum og hevur
fingið nógv rós, umfatar
millum annað egni- og
dragieindir ið saman við
skipan fyri blóðging, vask-
ing, kryvjing og lasting,
gevur eina smidliga, skjóta
og kostnaðareffektiva ar-
beiðsgongd.
»Tað lógarliga umhvørv-
ið setir fiskimonnum krøv,«
segði Jákup Sandberg Joen-
sen. »Vit leggja dent at
veita fiskivinnuni tøknilig-
ar loysnir við støði í størstu
nyttu fyri arbeiðið hjá teim-
um. Hetta vilja vit markn-
aðarføra, ikki minst mót-
vegis útlondum.«
Leggja fløgu inní
Annual Business Report, ið
fyribils burturav kemur út á
eingilskum máli, skal ger-
ast tøk á øllum Sendistov-
um Danmarkar kring heim-
in. Ein teldutøk versión
skal eisini leggjast út á
internetið. Ársbókin kemur
eftir ætlan út fyrstu ferð í
februar 2005 og skal nýtast
í sambandi við messur,
handilsferðir og við onnur
hóskandi høvi, til dømis tá
útlendsk handilssambond
vitja í Føroyum. Komandi
vár skal millum annað
gerast nýtsla av Annual
Business Report í sam-
bandi við North Atlantic
Fish Fair, sum verður hildin
í Føroyum, og European
Seafood Exhibition í Bru-
xelles; seinni á árinum
verður ársbókin nýtt í sam-
bandi við Icelandic Fishe-
ries Exhibition umframt í
sambandi við oljumessuna
í
Aberdeen,
Offshore
Europe.
Áki Johansen frøist yvir
at initiativið til Annual
Business Report er komið
frá vinnuni sjálvari, heldur
enn tí almenna.
»Annual Business Report
er nakað sum vit hava
átikið okkum ein leiklut í,«
segði hann, »men talan er í
veruleikanum um eitt tiltak
sum sprettir úr vinnuni, og
sum verður fíggjað fyrst og
fremst av vinnuni, nevni-
liga teimum ið taka lut í
verkætlanini. Okkara leik-
lutur er fyrst og fremst at
stuðla gjøgnum ráðgeving
og virka sum sparring
partnari í menningini og
seinni í sambandi við
ymiskt uppfylgjandi, mill-
um annað tá tað kemur til
formlig sambond við sendi-
stovur og aðrar partar.«
Tær fyritøkur ið taka lut í
ársbókini fáa samstundis
fitt av eintøkum til sjálvar
at lata sínum útlendsku
handilssambondum. Sum
skilst ætla J.K. Joensen
eisini at leggja eina fløgu
inn
í
síni
eintøk
av
ársbókini.
Standa saman um at fremja
útflutning og íløgur
Jákup Sandberg Joensen, stjóri, J.K. Joensen & Sonur, vísir á at góð marknaðarføring er produktiv
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
33
32
G+@+ Ps^_lpd∞q^ 3-
qbi /..33. * /..33/ * 0/.330
_^p^iq=mlpq+lifs^kq+cl
Do^spqbfk^o
KŁdboº ld
rjs≠ifkd^o+