Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 28 ANDRÉ OLSEN Petur Reinert, ið hevur fingið ær- una av at døma finaluna um Løg- manssteypið leygarkvøldið, hev ur seinastu árini ikki havt møgu leika fyri at dømt finaluna. Or søk in er, at felagið, ið hann um boð ar tá hann dømir, Víkingur, hev ur verið part ur av finaluni um Løg mans- steyp ið líka síðani 2012. Tí er tað fyrstu ferð í seks ár – síðani 2011, at Petur Reinert í ár hevur møgu- leika fyri at døma finaluna um Løg manssteypið. Petur Reinert við ur kennir at hann onkuntíð hesi sein astu árini hevði kunna tonkt sær at dømt finaluna, men at einki hev ur verið at gjørt við tað. Tað er sjálvandi sermerkt tá eitt lið er so ofta í finaluni sum Vík ing ur hevur verið, og onkuntíð hev ur tað kenst eitt sindur frustr- er andi, at eg ikki eri sloppin at døma finaluna. Men eg fái jú einki gjørt við tað. Sein astu árini hev ur steypa fin al an verið sum ein bygd- ar stevna í Eystur kommunu, og stuttligt er at síggja hvussu nógv hesin dag ur hevur at siga fyri eitt lok al sam felag, sigur Petur Reinert. Øðrvísi karmar enn til seinastu finalu Hóast seinasti møguleikin hjá Pet- uri Reinert fyri at døma steypa- fin al una hjá monnum var í 2011, hevur Pet ur Reinert ikki dømt finaluna um Løgmanssteypið síðani 2008, tá B36 og EB/ Streymur hittust á ovara vølli í Gundadali. Sjálvt um karmarnir eru nógv broyttir síð ani ta finaluna, nívir tað als ikki dóm- ar an á Tórsvølli leygarkvøldið. – Síðani eg dømdi finaluna í 2008, eru karmarnir nógv broyttir, og tað eigur FSF stórt rós fyri. Tá tað er sagt, so liggur mín uppgáva inni á vøllinum – innanfyri tey fýra horna fløggini. Alt hitt sum hendir utt an fyri vøllin, havi eg onga ávirk an á, og tað nívir meg als ikki at áskoðarafjøldin leygarkvøldið verð ur størri enn til ein vanligan dyst. Eg vóni at dagurin verður góð ur fyri øll, hóast eitt av liðunum má tapa, sigur Petur Reinert. Hevur fyrireikað seg væl til finaluna Petur Reinert sigur, at tað er øðrvísi at døma eina finalu samanborið við vanligar dystir, tí at í finalum fáa feløg ongan møguleika afturat, har tað skal røkka ella støkka á deg num. – Tað er øðrvísi at døma eina finalu samanborið við ein lands- kapp ing ar dyst, tí í eini finalu fáa lið ini ikki ein møguleika afturat. Har skal røkka ella støkka á deg- num. Tað eri eg tilvitaður um. Har aft ur at eri eg tilvitaður um, at fe løg ini hava lagt sera nógv fyri at koma í finaluna, og at finalan hev ur stóran týdning fyri øll sum eru rund an um NSÍ og B36. Tað er als ikki neyð ugt hjá mær at seta meg upp til ein tí lík an dyst, tí tað kemur av sær sjálv um. Eg fyrireiki meg so væl sum gjørligt við at hyggja eftir dyst um hjá báðum liðunum, so leið is at eg fái eina fatan av hvussu tey royna at spæla og hvussu tey stilla upp til deyðbóltar. Eg havi dømt ein dyst millum somu lið í Effo-deildini fyrr í ár, og ofta dømt bæði liðini ímóti øðrum liðum, so eg haldi meg kenna liðini væl, og eri væl fyrireikaður til at døma fin al una leygarkvøldið, sigur Petur Rein- ert. ÍTRÓTTUR 28 FÓTBÓLTUR Fyrrverandi B36 liðskiparin væntar ikki, at NSÍ fer at hava eitt líka verjusinnað útgangsstøðið til finaluna um Løgmanssteypið, sum teir høvdu til seinasta landskappingardystin móti B36 Petur Reinert, ið dømir finaluna á Tórsvølli leygarkvøldið, hevur ikki havt møguleikan fyri at dømt finaluna um Løgmanssteypið síðani 2011 Klæmint Matras: ANDRÉ OLSEN T á B36 og NSÍ leyg ar- kvøldið klokkan 19:45 spæla finalu um Løg- mans steypið, hevur B36 møgu leik an til at vinna kappingina um Løg manssteypið fyri fyrstu ferð í 11 ár. B36 hevur nevniliga onan tíð vunnið finaluna 2006, tá B36 á ovara vølli í Gundadali vann 2-1 móti KÍ í einum dysti har Ahmed Davy Sylla skeyt sigursmálið seint í dyst in um. Umráðandi ikki at leypa framav Fyrrverandi B36 leikarin, Klæmint Matr as, var liðskipari hjá B36 til ta fin al una. Hansara ráð til núverandi B36 hóp til finaluna leygarkvøldið er at teir skulu halda høvdið kalt, og ikki gerast ov spentir. – Um eg skal geva hópinum eitt ráð til finaluna leygarkvøldið, er tað at halda høvdið kalt, og ikki leypa framav fyrstu minuttirnar, hóast allir leikararnir helst koma at vera eitt sindur meira tendraðir enn van ligt. Tað er umráðandi at vera upp settur, men kann vera vanda mikið um man gerst ov spent ur. So mítt ráð til teir er at brúka orkuna rætt, og taka fin al- una sum ein vanligan dyst, hóast tað til finaluna leygarkvøldið er nógv meira uppá spæl enn til ein van lig an dyst. Væntar ein opnan dyst Klæmint Matras sum var vitni til lands kappingardystin millum B36 og NSÍ í farnu viku, tá B36 leik- liga bankaði NSÍ av á ovara vølli í Gundadali, væntar ikki ein líkn- andi dyst til finaluna hesuferð. Held ur væntar Klæmint Matras at dyst ur in kemur at vera meira opin, har bæði liðini hava fara at leggja nógv fyri í álopsspælinum. – Eg vænti mær fyrst og fremst ein ógvuliga spennandi dyst. Tað eru tvey lið sum spæla góð an fót- bólt, og eg vænti ikki at NSÍ kemur at liggja líka so djúpt sum seinast lið ini spældu. Eg vænti mær ein meira opnan dyst hesuferð, har byrjanin av dystinum helst kem- ur at vera eitt sindur varðin og takt isk, men har dysturin aftaná fyrstu løtuna fer at opna seg upp. Eg haldi at bæði liðini duga betri at spæla álopsfótbólt enn at spæla verjusinnað, og tað kemur at síggjast aftur. Tað sum kemur at vera avgerandi er, hvat lið fer at vera kaldari í avgerandi støðunum og tekur av, tá kjansurin bjóðar seg, sig ur Klæmint Matras. Róaldur verður avgerandi Við sínum stóra B36 hjartað, vænt- ar Klæmint Matras eisini at B36 fer at draga longra stráðið í finaluni leyg arkvøldið, har hann væntar at fyrr verandi liðfelagin hjá sær á mið vøll inum, Róaldur Jakobsen, fer at vera avgerandi fyri úrslitið. – Eg vænti at Róaldur Jakobsen fer at vera ógvuliga avgerandi fyri úr slit ið á Tórsvølli leygarkvøldið. Rak ar hann ein av sínum góðu døg- um, og sleppur at gera sum honum lyst ir, vænti eg tað verður ógvuliga tor ført hjá NSÍ at steðga honum, og tí tippi eg eisini at B36 vinnur dyst in, har endaliga úrslitið verður 2-1, sigur Klæmint Matras. Petur Reinert dømir leygarkvøldið finaluna um Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 2008 PETUR REINERT HEVUR IKKI DØMT FINALUNA SÍÐANI 2008 EG VÆNTI MÆR EIN OPNAN DYST