Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 32 BAKSÍÐAN ÁRNI GREGERSEN Tey bæði – fyrrverandi borg- ar stjórin og núverandi borg ar- stjórin í Havn – eru alment far in at kjakast um, hvør er ábyrgd ar- fullur politikari, og hvør teirra ikki er. Í politikki er hetta onki óvanligt. Fyri okkum leikfólk er tó ringt at taka dagar ímillum hvør hevur rætt – og hvør bara bluffar. Hetta fyrst og fremst tí, at avgerðir í politisku verðini ofttast byggja oman á hvørja aðra og ofta røkka tvørtur um valskeið. Eitt býráð – ella Løgting – kann hava samtykt at fara undir eina verkætlan, men so er tað eitt nývalt býráð ella ting, sum skal gera verkætlanina ítøkiliga. Tað, sum vit kunnu fyrihalda okkum til sum borgarar í sam- felag num, er tí sum oftast at hyggja eftir, hvat er framt. Hvørji hugskot og hvørjar sam- tyktir eru vorðnar veruleiki – og hvat er endað sum luftkastellir. Bæði Annika Olsen og Heðin Mortensen hava sitið og sita við ein um trupulleika í Havn, sum hvørki teirra hevur megnað at loysa enn. Eitt sindur kúllasliga kann ein siga, at tað er endað sum luft kastellir, men framvegis er ein stórur trupulleiki. Eg hugsi um ferðslu og park er- ings v iðurskiftini í Havn. Lat okkum taka park er ings við- urskiftini í miðbýnum fyrst. Í áravís hava vit hoyrt pol- itikarar tosa um, at hetta skal loys ast, og at tey hava loysnir, sum fara at gera viðurskiftini góð. Ein loysn var einaferð at gera Skálatrøð til eitt stórt park er ings- pláss. Hetta virkaði eisini væl í eina tíð, men í dag er hetta bert í besta føri ein hálv loysn. Skálatrøð er í stóran mun mink að sum parkeringspláss, tí nú verður tikið burturav til ann að, sjálvt um fleiri og fleiri bil ar koma til Havnar og skulu finna eitt parkeringspláss fyri ein heilan arbeiðsdag. Hini parkeringsplássini eru vorðin færri til fyri kortum, tá ið kommunan – helst sum eina neyð loysn – hevur gjørt nakrar strikur á teir frammanundan smølu vegirnar. Hetta eru tíð ar- avmarkaðir parkeringsbásar, men sum ongin sum er til arbeiðis í mið býnum kann brúka til nakað sum helst. Tað er undrunarvert at Havn- in, sum kallar seg metropol, er ein asti av slagnum, sum ikki hev ur eitt parkeringshús ella ein park er ings kjallara. Tá ið slíkt verður gjørt, so mugu vit eisini hava í huga, at vit búgva í einum landi, har tað regnar 331 dagar um árið. Tað vil siga, at bar til at seta bil ar undir tak, undir jørð ella í ein um parkeringshúsi, so høvdu vit sett bilarnar har. Hetta er ikki bert eitt álop á nú sit andi býráð, men tey hava so onki gjørt við málið, hóast tey nú hava sitið síðani á nýggjárinum. Tá ið eg sigi, tey onki hava gjørt við tað, so er tað út frá tí sann- roynd, at onki er komið fram al ment um, at nakað er í gongd. Tað kann gott vera, at pol it ik- ar ar halda, at tað hevði verið best um ongir bilar vóru í miðbýnum, men tey noyðast at fyrihalda seg til tað, sum er veruleiki. Skal tað nakr an tíð eydnast, mugu pláss gerast í útjaðaranum við føstum flutn ingi inn í miðbýnum hvønn fimta minutt. Tað er greitt, at hetta er ikki eitt mál, sum ber til at loysa uppá eina løtu, men málið er hvørki nýtt ella ókent. Kann hugsast, at park er ings pláss ikki geva bein- leiðis atkvøður, og tí hendir onki. Tað kann eisini tykjast eitt sindur burt ur spilt at brúka pening uppá at bilar skulu hava eitt stað at standa, men skal býurin gerast livi ligur og fólk hampuliga glað, er hetta ein neyðug íløga. Hinvegin ber til at lata onkran privatan byggja eitt park er- ings hús og so taka pengar fyri parkering. Sum tað ljóðar, hevur onk ur boðið sær til at loysa trup- ul leikan, men tá fingu býrøturnar ilt av tí og noktaðu fyri einari slík ari verkætlan. Fyri okkum, sum møta tíðliga til arbeiðis, er trupulleikin ikki so stórur – vit finna altíð eitt pláss, men royn tú um middagsleitið at finna eitt pláss at seta bilin í fýra-fimm tímar – tað brúkar tú langa tíð til. So Annika – ger okkurt við hetta málið og lat so Heðin skriva, hvat hann ætlaði at gera. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar – Eg eri blivin meira persónligur og tori betur at standa við tann, sum eg eri, sigur fløguaktuelli Eyðun Nolsøe Eyðun bjóðar 14 nýggjar sangir EYÐUN KLAKSTEIN Leygardagin kemur nýggja útgávan hjá Eyðuni Nolsøe. Útgávan eitur “Dagur legst at degi” og bjóðar 14 nýggjar sangir. Eyðun hevur serliga arbeitt saman við Hans Poulsen í framleiðsluni av nýggju útgávuni. Hans hevur spælt fleiri ljóðføri, og teir hava saman lagt tónleikin til rættis. Aðrir tónleikarar hava eisini lagt tónar til nýggju sangirnar. Jósva Debes hevur spælt trummur á øllum sangunum, Jákup Zacaharisen er við á onkrum sangum, Gwendolyn Philbrow spælir sello á einum sangi, og Pætur við Keldu hevur lagt kórrøddir til. Óli Poulsen hevur masterað útgávuna. Eyðun Nolsøe, sum hevur skrivað sangir, síðani hann var unglingi, skrivar í dag meira um tað, sum er tætt at honum. – Eg skrivi um kærleika. Um vón og vónloysi. Um gleði og sorg. Um ótta og ugga. Um einsemi og nærveru. Um lív og deyða. Um árini sum ganga, og løtuna sum er. Um at røkka høga tindar og djúpar dalar, sigur hann. – Pílirnir peika meira inn eftir nú enn fyrr, tá eg kundi vera meira idealistiskur og politiskur. Eg eri blivin meira persónligur og tori betur at standa við tann, sum eg eri. Listin skal vera opin, erlig og autentisk fyri at vera áhugaverd, sigur Eyðun Nolsøe. Hann sigur, at hesaferð hevur hann arbeitt meira við orðunum, enn hann plagar. – Tað eru 10 ár síðani siðstu útgávu, og tí havi eg havt góða tíð at skriva og yrkt. Løgini blíva vanliga liðug fyrst, og so kann eg brúka nógva tíð til at bøta um yrkingarnar. Eg havi roynt at fingið yrkingarnar greiðar, einfaldar og sigandi. At leggja týdningar í orðini, sum eru meira enn tað, ið sæst við fyrsta eygakast, sigur Eyðun Nolsøe. Leygardagin kl 14.00 verður útgávan løgd fram á ókeypis útgávutiltaki í Tutl í mðbýnum í Havn. Eg havi roynt at fingið yrkingarnar greiðar, einfaldar og sigandi, sigur Eyðun Nolsøe um nýggju sangirnar MYND: JENS KRISTIAN VANG