mánadagur 28. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
tíðindi síða 9
Bíða
í tvey ár
eftir svari
tíðindi Síða 7
Landið
vil ikki
rinda for
skúlar
Pauli Ellefesen var forherðaður. Ed
mund Joensen var ein taktikari. Kaj
Leo Holm Johannesen var í so góð
varin, men altíð lætthugaður. Ymsir
hava teir verið, samhandshøvding
arnir.
Men tann nýggi sambandshøvd
ingin minnir meira um teir gomlu,
tvøru sambandsmenninar. At vit
siga »tvørir« er kanska stigbent av
at vera sera konservativur ella sera
afturhaldandi. Tað kann viðhvørt
verða ein dygd, men sanniliga eisini
ein last.
Tað var gamalt, at Sambands
flokkurin óttaðist framstig, sum
kundu bera á sjálvbjargnisleið.
Einaferð var tað føroyska málið – og
í 1920-unum og nøkur ár framman
undan var harðligt kjak um ta væl
signaðu grein 7, sum álegði lærarum
í føroyska fólkaskúlanum at undir
vísa á donskum.
Sjálvsstýrisflokkurin vann fyri
fyrstu ferð meirluta á tingi í 1918 –
tá kvinnur fyri fyrstu ferð sluppu at
velja til løgtingið. Tá samtykti løg
tingið, at undirvísingarmálið skuldi
vera føroyskt. Men tað batti lítið,
hóast løgtingið samtykti tað fleiri
ferðir.
Men á valinum í 1924 var Sam
bandsflokkurin aftur størstur. Tá
hevði nýggja stjórnin hjá Stauningi
fingið eina ráðkvinnu í skúlamálum,
Nina Bang, sum var fyrsti kvinnuligi
»ráðharri« í heiminum. Ein søga er
um, at hon undraðist á hetta løgna
fyribrigdið í Føroyum, har lærarar
í føroyskum skúlum ikki skuldu
sluppu at undvísa á føroyskum – á
móðirmálinum. Tí kom skriv frá
henni til tingið hesum viðvíkjandi,
sum var lagt fram á ólavsøku í 1924.
Málið varð viðgjørt í nevnd, har
meirilutin,
Sambandsflokkurin,
mælti til at fella uppskotið, tí tað var
komin politikkur í málið. Flokkurin
óttaðst, at føroyingar fóru at byrgja
seg inni mentanarliga, um føroyskt
skuldi nýtast í skúlunum.
Á sama hátt sum við stjórnar
skipanini, metti Sambandsflokkrin
at »politikkur« var komin í. Og tað
merkir á sambands-máli, at ein ávís
ur vandi er fyri, at hetta fer at bera
á sjálvbjargnisleið. Altso um lærarar
og børn fóru at tosa føroyskt saman,
so var vandi fyri loysing.
Sjálvt um Løkke og øll tann
danska politiska skipanin ongan
trupulleika síggja í, at føroyingar
fáa sær sína egnu stjórnarskipan, so
sær Bárður vandan í, at føroyingar
so kunnu – púra demokratiskt, um
so var – avgera at loysa Føroyar frá
Danmark.
Eitt er, at føroyskt sum skúla
mál var vandin í 1924. Men væl
signaði Bárður. Tú hevur sum fáur
politikari sveimað í høgtflúgvandi
ævintýrætlanum. Hví so tvørur nú
í hesum meinaleysa máli, sum sjálvt
Løkke ongan trupulleika sær í?
tvørur sum teir gomlu
Eftir sjey ár við
negativari egin
ogn eru reyð tøl
aftur at síggja
hjá Sp/F 14
Felagið hjá gomlu skipa
smiðjueigarunum í Havn,
Mohr-familjuni, hevur havt
blóðreyð tøl á botnlinjuni í
fleiri ár.
Sp/F 14 eitur felagið, sum
fyrr æt P/F Tórshavnar Skip
asmiðja og sum átti Tórs
havnar Skipasmiðju, Skála
Skipasmiðju og nógv annað
vinnuvirksemi.
Fyri nøkrum árum síðani
seldi felagið alt skipasmiðju-
og vinnuvirksemi og gjørdist
eitt íløgufelag í staðin.
Men illa gekst. Felagið
hevði stór tap. Tað størsta
var í 2008, tá felagið hevði
hall upp á 528 milliónir krón
ur. Fleiri stór tap komu aft
urat soleiðis, at felagið í 2011
hevði eina negativa eginogn
upp á 123 milliónir krónur –
og felagið hevði tilsvarandi
stóra skuld. Síðani 2012 hev
ur at kalla einki virksemi
verið í felagnum.
Skuldin var nú komin
niður á 116 milliónir krónur.
Men árið í fjør var – í
øllum førum á pappírinum
– eitt gott ár hjá partafelag
num, tí tá eftirgav peninga
stovnurin alla skuldina hjá
felagnum.
Í
leiðslufrágreiðingini
í roknskapinum fyri 2016
skrivar felagið soleiðis:
»Felagið hevur ikki havt
nakað virksemi í 2016, og
gevur raksturin tískil hall
upp á 27.000 krónur. Í ári
num hevur felagið gjørt av
talu við peningastovn fel
agsins um skuldina, sum er
niðurskrivað við 116 millión
um krónum.
Enn er ikki greitt, nær fel
agið fer undir inntøkuskap
andi virksemi aftur, og tískil
kann eitt hall væntast kom
andi ár«, skrivar felagið.
Fingu 116 milliónir
frá bankanum
Nr.
Felag
úrslit
1 Bakkafrost P/f
1.338.887
2 BankNordik P/f
221.874
3 Varðin P/f
213.914
4 Marine Harvest Faroes P/f
209.984
5 Betri P/f
197.162
6 Luna P/f
192.266
7 Kerið Sp/f
164.588
8 14 Sp/f
116.001
9 frá 5. juni 1992 P/f
102.470
10 SEV L/f
92.754
Bárður er tvørur og hevur
sveimað hægri enn veruleikin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Her síggjast tey 10 høvupsfeløgini, sum sambært teimum
roknskapum, sum higartil eru almannakunngjørdir á vinnu
vitan.biz, góðu bestu úrslitini. Sp/F 14 er á 8. plássi
Tað var ein óvanliga stórur
skari savnaður, tá ið trú
boðarin
og
sálmaskaldið,
rithøvundurin og bókamað
urin Zacharias Zachariassen
í Norðragøtu í gjár fór til
gravar.
Jarðarferðin var úr Fila
delfia, sum var samkoman hjá
Zachariasi. Tað mundi vera
roknað við nógvum fólki, tí
tað var soleiðis fyriskipað, at
tað bar til umframt í salinum
í erva og í neðra í Filadelfia
eisini at sita í Gøtu kirkju.
Tað var fullsett í kirkjuni, og
í kirkjukjallaranum var eis
ini væl av fólki. Stórskíggjar
vóru settir upp í kirkjuni.
Mett verður, at tað vóru
væl omanfyri túsund fólk til
jarðarferðina í góðveðrinum
seinnapartin
leygardagin.
Kanska eini 1200-1400. Jógvan
Zachariassen, samkomuleið
ari í Lívdini í Hoyvík, tosaði
yvir pápa sín. Vinmaðurin frá
ungdómsárunum av, Eyðun
Elttør úr Klaksvík, legði fyri,
og ein av samverkamonnu
num, Símun Pætur á Tork
ilsheyggi, trúboðari á Nesi,
endaði á grøvini.
Serligt við jarðarferðini
var, at Zacharias hevur yrkt
ella umsett allar sangirnar,
sum vóru sungnir. Eisini
tann, sum sangkórið í Siloa
í Fuglafirði undir leiðslu av
Eyðuni á Lakjuni sang:
Tað finst ein vón,
sum brennur djúpt í mær,
hon veitir megi mitt í sorg
og sút.
Ein bjartan dýrdarglotta
trúareygað sær,
sum rekur ivan út.
Í Kristusi mín synd er bøtt,
hann kemur aftur, kemur
skjótt.
Mín djúpi longsil og mín
hjartans trá
er tær at vera hjá!
Stórur skari til
jarðarferð