mánadagur 28. august 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Hallur Hansson var á vøll
inum aftur fyri fyrstu ferð
í 10 vikur, tá ið hann og
liðfelagarnir í gjár vóru
á vitjan hjá Brøndby. Tað
gjørdist til eitt 2-0-tap, men
góðu tíðindini fyri føroyska
landsliðsleikaran vóru, at
hann nú aftur slapp á vøllin.
Hann varð innskiftur í 67.
minutti, tá ið Brøndby júst
hevði lagt seg á odda 1-0.
Hallur Hansson er tó ikki
í góðum dystarformi enn
og er upprunaliga ikki við í
føroyska landsliðshópinum,
sum nú setir kósina til Portu
gal og sunnudagin fær vitjan
av Andorra. Allar súðir eru tó
ikki syftar enn, tí Lars Olsen,
landsliðsvenjari,
ynskir
hóast alt at fáa hann við, og
nú manglar einans grønt ljós
frá AC Horsens.
Viljormur Davidsen og
teir úr Vejle liggja nú sera
væl fyri í næstbestu donsku
deildini, har teir eftir fyrstu
seks dystirnar hava 16 stig og
eru fimm stig frammanfyri
nummar tvey. Í gjár bleiv tað
til ein 2-1-sigur á heimavølli
ímóti FC Roskilde. Viljormur
Davidsen spældi allan dystin
á vinstra bakki. Vendsyssel
FF, sum í kvøld spælir ímóti
Viborg, kann tó minka um
munin niður í tvey stig.
Finnur Justinussen og
Heini Vatnsdal vóru báðir
við í hópinum hjá Fremad
Amager, sum í gjár vann 3-2
á útivølli ímóti Fredericia.
Teir byrjaðu tó báðir á bonk
inum. Finnur slapp ikki inn
og hevur trupult við at fáa
spælitíð,
nú
fyrrverandi
danski
landsliðsáleyparin,
Morten Nordstrand, er kom
in til felagið. Heini slapp hin
vegin inn á vøllin seinastu
11 minuttirnar, tá ið Fremad
Amager hevði tørv á at binda
um og verja 3-2-leiðsluna.
Tað eydnaðist, og nú lyfti
Fremad Amager seg upp
um niðurflytingarstrikina.
Teir hava seks stig fyri seks
dystir.
Gunnar Nielsen var á
vitjan hjá gomlu liðfeløg
unum í Stjørnuni, tá ið hann
og liðfelagarnir úr FH í gjár
dystaðust
ímóti
teimum
í bestu íslendsku deildini.
Bæði liðini høvdu tørv á
teimum trimum stigunum
fyri at halda eitt rímiligt
samband við oddaliðið, Val,
men hetta eydnaðist hvørg
um teirra, tí at dysturin
endaði við 1-1-javnleiki. FH,
sum er verandi meistari,
er nummar trý, heili 12 stig
aftanfyri Val og fimm stig
aftanfyri Stjørnuna. Gunnar
Nielsen var sum vera man í
málinum allan dystin hjá
FH, sum nú fyribils veitrar
honum farvæl, tí hann fer á
landsliðsuppgávur við før
oyska landsliðnum fram til
fyrst í septembur.
Eisini hinir føroyingarnir
í íslendsku deildini, Kaj Leo
í Bartalsstovu og Jónas Tór
Næs í ÍBV, umframt René
Shaki Joensen í Grindavík,
vóru við frá byrjan hjá lið
um sínum hetta vikuskift
ið. Føroyingarnir á Vest
mannaoyggjunum
høvdu
vitjan
av
oddaliðnum,
Vali, sum fór avstað við
einum 3-2-sigri. Kaj Leo
átti næstseinasta fótin á
3-2-málinum. René og teir úr
Grindavík fingu 2-2-javnleik
ímóti KR. René mátti lata
seg útskifta í 32. minutti við
skaða. Grindavík er nummar
fýra, ájavnt í stigum við FH,
meðan ÍBV er undir niður
flytingarstrikuni, nevniliga
nummar 11 við 16 stigum, ið
er trý stig frá bjargingini.
BADMINTON
Danski Viktor Axelsen kann
nú kalla seg heimsmeistara.
23 ára gamli Axelsen hevði
spælt seg í HM-finaluna í
Glasgow, har hann í gjár
spældi ímóti fimmfaldaða
heimsmeistaranum
úr
Kina, Lin Dan. Axelsen var
aftanfyri ímóti endanum
av fyrsta setti, men hann
fekk vent tí og vann tað at
enda 22-20. Í øðrum setti
var eingin ivi, tí Viktor
Axelsen var greitt omaná og
tryggjaði sær HM-gullið við
21-16. Viktor Axelsen, sum er
úr Odense og er nummar trý
í heiminum, er fyrsti danski
maðurin at vinna HM-gull
í einmansleiki síðani Pet
er Rasmussen vann tað
fyri 20 árum síðani. Tann
HM-kappingin var eisini í
Glasgow.
FORMIL 1
Grand
Prix-kappkoyring
hevur verið í Belgia hetta
vikuskiftið. Bretski Lewis
Hamilton (Mercedes) vann
stutt
frammanfyri
týska
Sebastian Vettel (Ferrari),
sum tó framvegis er á odda
í samlaðu kappingini. Vettel
er á odda við 220 stigum,
meðan Hamilton hevur 213
stig. Finski Valtteri Bottas
(Mercedes) er á triðja plássi
við 179 stigum. Næsta Grand
Prix-kappkoyring
verður
koyrd í Italia um eina viku.
SKJÓTING
FM í skeet hevur verið um
vikuskiftið.
Leygardagin
varð kappast á breytini hjá
Sunda Byrsufelagi (SBF), og
sunnudagin varð kappast
í Sandvíkum á breytini hjá
veiðifelagnum
Byrsumúla
(VBM). Fyrra kappingardagin
varð
seinasta
umfarið
í
liðkappingini skotið, og í
samlaðu kappingini gjørdist
úrslitið tað, at SBF A vann
liðkappingina við 35 stigum.
Nummar
tvey
gjørdist
SBF B við 29 stigum, og
nummar trý gjørdist VBM
A við 26 stigum. Sunnudagin
vórðu FM-vinnararnir hjá
einstaklingum funnir, og
har gjørdist støðan hendan.
Nummar eitt: Sámal Debes
úr SBF við 111 + 43+2 dúgvum.
Nummar tvey: Tórur Fløtt úr
SBF við 110 + 43+1 dúgvum.
Nummar trý: Jóhann Fløtt
úr SBF við 98 + 34 dúgvum.
SÚKKLING
Eingin megnaði at súkkla
aftaná, tá ið Chris Froome
í gjár vann 9. teinin í stóru
súkklukappingini, Vuelta a
España, ið verður súkklað
í Spania í hesum døgum.
Hetta var fyrsti sigurin á
einum teini hjá honum í ár,
hóast hann fyrr í summar
vann samlaðu kappingina
í Tour de France. Hann er
væl ávegis at gera tann
fyrsti, ið vinnur Tour de
France og Vuelta a España
sama ár. Hann er í løtuni
36
sekund
frammanfyri
Esteban Chavez (Orica-Scott)
í samlaðu kappingini.
albinus@sosialurin.fo
Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, bleiv innskiftur á Brøndby Stadion.
Hetta var fyrsti dystur hansara í útivið tríggjar mánaðir
HALLUR AFTUR
Á VØLLINUM