mánadagur 28. august 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 35 • 28. AUGUST 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
S
um tey flestu ivaleyst hava lagt til
merkis, at so er SMS farið undir eina
rættiliga stóra útbygging. Bygt verður út
vestur eftir út móti Tinghúsvegnum, og talan
verður um eina útbygging, sum kemur at økja
um gólvvíddina í SMS við tilsamans 1.200
fermetrum, sum eru býttir yvir 600 fermetrar á
tveimum hæddum.
Hetta hevur millum annað við sær, at hand-
ilin Expert fer at lata aftur, og nýggjur elek tro-
nik handil, Power, letur upp ístaðin.
Talan er um eina handilsketu, sum kom til
Dan markar fyri fáum árum síðani, og sum í dag
telur um 10 stórar handlar ymsastaðnis í Dan-
mark. Talan er um rættiliga stórar handlar, sum
hava lagt seg eftir altíð at hava eina stóra vøru-
goymsla og at hava sera lágar prísir.
Power fer at brúka ein stóran part av nýggju
gólv víddini, men útbyggingin fer eisini at hava
aðrar broytingar við sær.
SMS fyllir 40 ár í heyst
Tann 2. novembur í ár vera tað 40 ár síðani,
at SMS á fyrsta sinni lat dyrnar upp. Hetta fer
sjálv sagt at seta sín dám á alt heystið í SMS.
Start skotið til stóra føðingardagin var longu fyrr
í summar, tá ið SMS gav eyðkendu appilsingulu
plast posar út aftur, sum blivu nýttir fyrstu árini.
Hesir síggjast nú regluliga í býarmyndini í Havn
eins væl og úti um alt landið.
Men tað verður serliga í døgunum upp undir
sjálv an føðingardagin, at hetta fer at merkjast,
og í SMS siga tey, at fólk veruliga kunnu gleða
seg til stóra føðingardagin í heyst.
SMS byggir út
Komandi mikukvøld verður Open by Night í SMS.
Tá fara allir handlarnir í SMS at hava opið heilt
til klokkan 22 á kvøldi.
Á Torginum verður ymiskt á skránni, og
eitt nú fer Vágaverk at spæla, og tað fer
fløguaktuelli Eyðun Nolsøe eisini at gera.
Smakkiroyndir vera av hummarasuppu,
sum kokkurin, Dánjal Akraberg Hansen, fer
at gera, og eisini fer Mylnan at bjóða ymsar
smakkiroyndir á Torginum.
Í Miklagarði fer Burn at bjóða ókeypis djús,
og eisini fer Stórigarður at bjóða ókeypis sushi.
Allir handlarnir í SMS fara hvør í sínum lagi
at hava serlig tilboð hetta kvøldið, og vert er at
leggja til merkis, at tilboðini bert eru galdandi
frá klokkan 19 til 22 um kvøldið.
Talan er um triðju ferð í ár, at SMS skipar
fyri Open by Night, og hini undanfarnu kvøldini
hevur tað savnað rættiliga nógv fólk.
Á hvørjum ári fáa børn úr øllum Føroyum møgu-
leika at taka lut í kappingini um at tekna jóla-
posan hjá SMS.
Øll børn upp til og við 13 ár kunnu vera við í
kappingini, og sjálv tekningin skal gerast á eitt
heilt serligt tekniblað, sum fæst á Markn að-
ardeildini í SMS.
Freistin at lata tekningarnir inn er mána-
dagin 4. september, so tað skal berast skjótt
at. Tekningarnar kunnu latast inn við at koyra
tær í postkassan, sum er uttan fyri markn að-
ar deildina í SMS á 3. Hædd ella senda tær við
brævi til: SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn.
Umráðandi er, at man minnist til at viðmerkja ”Jólaposin
2017” á brævbjálvanum.
Vinnandi tekningin fær eitt gávukort á 2.000,-
krónur frá SMS, og harumframt fáa 10 útvaldar tekn-
ing ar eitt gávukort á 200,- krónur.
Vinnararnir í kappingini fáa beinleiðis boð frá SMS,
og eisini verða allar tær innsendu tekningarnar sýndar
fram á stórar framsýningin í SMS, eftir at vinnarin er
kunn gjørdur tann 13. novembur.
Open by Night
mikukvøldið
Nú skal jólaposin teknast