Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 28. AUGUST 2017 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen P áll Hansen, arbeiðsformaður hjá Sp/f HJ Asfalt í Klaksvík, hevur sum fyrsti føroyingur tikið útbúgving sum “vej- asfaltør”, sum útbúgvingin kallast á donsk um. Áðrenn Páll Hansen byrjaði hjá HJ Asfalti, starv aðist hann í 10 ár á asfaltliðnum hjá Lands verki. Breið útbúgving Men, hvat er so ein “vej-asfaltør”, og hvat fevn ir henda útbúgving um? Útbúgvingin sum asfaltarbeiðari fevnir sam an lagt um tvey ár, og tað er AFU (As falt- branchens Fællesudvalg), sum hevur skip að útbúgvingina, ið er ein sonevnd AMU-sátt mála- útbúgving. Frálæran er í størstan mun praktisk, og tú situr ikki inni í einari skúlastovu allan dag in. Tó verður gingið í skúla við jøvnum mill um bil um – gjarna í eina viku í senn – meðan út búgv ingin varir. Ein stórur partur av útbúgvingini gongur fyri seg í tí praktiska, har arbeitt verður við as falti og ymiskum maskinum í hesum sam bandi. Sum næmingur sleppur tú á royndarstovu at gera royndir við ymiskum sløgum av as falti og øðrum, sum verður brúkt í as falt arb eiðnum. Nakrir dagar eru eisini á verkstaði, har frá- læra verður givin um, hvussu ymisku mask- inurnar skulu brúkast, eins og frálæra verð ur givin um, hvussu eitt asfaltvirki er bygt upp, og hvørjar funktiónirnar eru. Stjórin í HJ Asfalt, Egil Johansen, fegnast um, at arbeiðsformaðurin hjá fyritøkuni nú hev- ur fingið sína útbúgving, sum avgjørt er góð at hava í skjáttuni – og sum náttúrliga eis ini verður ein fyrimunur fyri fyritøkuna. – Páll Hansen, sum frammanundan hevur sín ar drúgvu royndir við asfaltarbeiði, hevur nú eina breiða útbúgving á sínum øki, har hann veit alt um asfalt og asfaltarbeiði, sig ur stjórin. Tvey asfaltlið Sp/f HJ Asfalt hevur tvey asfaltlið við fýra monn um á hvørjum liði, og fyritøkan hevur havt nógv at gera – ikki minst í fjør, men eis ini higartil í ár. Asfalterað verður um alt land ið. – Vit taka okkum av øllum asfaltarbeiði, bæði stórum og smáum. Vit asfaltera tún, og saman við Landsverki sum undirveitarar hjá J & K Petersen asfalteraðu vit eisini flog vøll, tá hesin varð longdur seinast. Vit hava eisini havt nógv onnur stór arbeiði ymsa staðni kring landið. Egil Johansen vísir á, at fyritøkan hevur øll amboð og allar maskinur, sum verða brúkt ar í asfaltarbeiði, og fyritøkan er altíð til reiðar av svara fyrispurningum og geva óbind andi tilboð upp á asfaltering. – Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri okkum, eru hjartaliga vælkomin at ringja á tlf. 458800, sigur stjórin í HJ Asfalt. Tað er Sp/f HJ Asfalt í Klaksvík, sum hevur fingið sín fyrsta útbúna asfaltarbeiðara við útbúgvingini, sum á donskum eitur “vej-asfaltør” Fyrsti føroyingur við útbúgving sum asfaltørur Jan Dahl, sum umboðar AFU (Asfaltbranchens Fællesudvalg) og Páll Hansen, arbeiðsformaður hjá Sp/f HJ Asfalt – Vit taka okkum av øllum asfaltarbeiði, bæði stórum og smáum, sigur stjórin í HJ Asfalt, Egil Johansen HJ Asfalt hevur øll amboð og allar maskinur, sum verða brúktar í asfaltarbeiði