Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 28. AUGUST 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Mentanarvika TEMA Skrímsl á vitjan í Fuglafirði Sunnudagin 3. september klokkan 14 verður eitt áhugavert barnatiltak á Fuglafjarðar Bókasavni. Tað verður Rakel Helmsdal, sum fer at framføra søgurnar um Lítla Skrímsl og Stóra Skrímsl. Hesin dukkuleikur er fyri børnum upp til átta ára aldur. – Leikurin er eisini ætlaður øllum øðrum, sum hava eitt innara barn í sær, siga fyrireikararnir í Fugla firði. Hetta er Føroya einasti matmarknaður, sum í so stóran mun fagnar heimliga tilfeinginum Vilmund Jacobsen F øroyskar rávørur til føroyskar gómar. Hetta stóra og forvitnisliga tiltak verður á torg inum frammanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði leygardagin, 2. september frá klokkan 11-17. Hetta er Føroya einasti matmarknaður, sum í so stóran mun fagnar heimliga tilfeinginum. – Vit savna alt føroyskt tilfeingi innan mat- ment an á einum staði og geva fólki møguleikan at skilja, smakka, snakka og keypa, sum fyri reik- ar arnir taka til. Úr øllum Føroyum Matmarknaðurin í Fuglafirði er bæði ætlaður stór vinnu, smávinnu, einstaklingum og smærri sum størri átøkum. – Her verður ein marknaður við alskyns vør- um og góðum brellbitum. Tey, ið skipa fyri, siga, at her verður lekkur mat ur úr øllum Føroyum. – Her verður rabarbusaft úr Kalsoynni, røtur, urt ir og annað gott úr Veltuni í Sandoynni, við- skeri av Trøllanesi, makrelur við mosarella, marin er aður laksur á spjóti, toskur, tari – ja, her verð ur alt frá hummarum til havhest, siga tey, sum skipa fyri forkunnuga matmarknaðinum á ment an ardøgunum í Fuglafirði leygardagin. Á mentanar- døgunum í Fuglafirði verður leygardagin 2. september stórur og fjølbroyttur matmarknaður Føroyskar rávørur til føroyskar gómar